svara hvørjum sítt, og tað er hetta, sum nú svíður, men sum tú sigur og staðfestir í tíni viðmerking: Stórveldisrákið, sum hevur verið um heimin; ja, tað hevur nú svølgt okkara fiskimálaráðharra. Høgi m [...] marknaðarprísurin, sum er í dag fyri fiskiloyvir, er ikki íkomin, tí dugnalig fólk síggja stórt í fiskivinnuni, men hinvegin tí peningastovnarnir eru so væl fyri, at teir mestsum lána í eyst og vest. Lat [...] vandamikið, at politikara við báðum hondunum fyri eyguni leypa glaðbeintir út í nútíðarrákið. Hvat skulu vit hava stýrið til, um rákið skal avgera okkara framtíð? Tað, sum harmar meg mest, er, at fiskimansins
senda umheiminum, sum vit samstarva og hava samhandil við. Hetta var kanska besta gávan til Føroya fólk, nú vit annars gera okkum út til eitt vónandi heitt summar. Sosialurin [...] varð undirskrivað, men eitt eru skilagóðir og semjusøkjandi semingsmenn, annað eru partarnir, sum skulu til at góðtaka eina semju. Og hertil er at siga, at teir vístu sama skynsemi við at ganga inn fyri [...] sigursharrar: arbeiðarafeløgini, arbeiðsgevararnir og seminsgsmenninir. Eitt stórt tillukku við tí, nú samfelagshjólini kunnu koyra ótarnað víðari komandi trý árini. Við nýggja sáttmálanum hava limir hjá
grannskoðarar í ES sigast vera liberaliserað. Spurningurin er, um vit í Føroyum skulu hava strangari gegniskrøv, enn tey eitt nú hava í Týsklandi, har tað búgva 80 milliónir? Breið semja man vera um, at einki [...] málinum verður vigaður við atliti til, at hetta skal galda í samfelag, har tað búgva færri enn 50 túsund fólk, og hin parturin verður vigaður við støði í ásetingum fyri samfelag, har tað búgva ein 5,5 milliónir [...] grannskoðaran, so kunnu vit spyrja, um tað í Danmark hevði verið góðtikið, at kona blaðstjóran á eitt nú Jyllandspostinum var limur í donsku kringvarpsnevndini. Tað hevði ivaleyst verið roknað sum trupulleiki
Høgni Hoydal Nú er heldur reglan enn undantakið í føroyskum politikki at siga seg vera ímóti, men vera fyri kortini. Seinasta dømið er at vera ímóti Irak-krígnum, men loyva bumbuflogførum í føroyskt loftrúm [...] politikarar senda ballónir upp í hópatali, sum teir sjálvir skjóta niður í verki. Feskasta dømið fingu vit nú í Uttanlandsnevnd Løgtingsins. Somu politikarar, sum hava atkvøtt ímóti Irak-krígnum og mótmælt, at [...] mótmæla móti ólógligum fangaflutningi, tí tað hevur jú verið so nógv frammi alment. Sambært hesum, skulu fangar ikki flytast gjøgnum føroyskt loftrúm, men bumbur og vápn er í fínasta ordan. Bert ein mælti
verið frammi; seinast var tað sum rithøvundur, men serliga kenna vit hana kanska sum sjónvarpsvert. Nú hevur hon fingið enn ein nýggjan leiklut. Hesaferð skal hon samskipa PR til allarhelst størstu vin [...] Føroya í mai. -Hetta er ein stórur møguleiki hjá okkum at venda ljóskastaranum móti Føroyum. Og vit skulu avgjørt taka henda møguleika, tá ið hann býðst okkum, sigur Tórun Ellingsgaard úr telefonhorninum [...] fram til. Um hetta er tann mest spennandi uppgávan hon hevur havt, er hon tó ikki heilt klár yvir. -Nú havi eg roynt mangt og hvat, og fyrst og fremst haldi eg, at hetta er ein spennandi avbjóðing, ið eg
ymsum sjúkum, um vit ikki ansa okkum og lurta. Nú verður oftani sagt, at øll hesi ráðini og ávaringarnar og eisini forboðini bara eru av tí ringa. Hvat skulu tey til. Er hetta ikki eitt frítt samfelag, har [...] eigur og kann gera sum hann ella hon vil! Tað er kanska nettupp henda múrin, henda barrieran, sum fólk í vælferðarsamfeløgunum í Vesturheiminum, eiga at royna at koma upp um. Tvs. eina sjálvrannsakan, [...] alla æru vert. Og hesum eiga vit øll at taka undir við og stuðla. Og tí skal landsstýrismaðurin, sum nú av álvara og á ein menniskjansligan hátt vil seta ljóskastaran á fólkaheilsuna hjá øllum føroyingum
eri eg ikki so ósamdur í. Nú umhugsi eg støðuna hjá mær, og tað kann verða, at tað ikki verður eitt val yvirhøvur, sigur Karsten Hansen. Ætlar tú at trekkja teg áðrenn valið? Nú er skipanin soleiðis, at [...] verða við í arbeiðnum í starvsnevndini. Eg síggi hetta ikki sum eitt stríðsval, men um eitt val, har fólk í flokkinum fáa møguleikan at kjakast um viðurskifti í flokkinum og at velja næstformannin. Karsten [...] áðrenn flokstingið. Valdur í 2004 Flokstingið verður fríggjadagin 31. mars og leygardagin 1. apríl. Tá skulu umboðini fyri tey sjey valfeløgini eftir øllum at døma gera av, um Karsten Hansen skal halda fram
um, at skattatrýsið varð ov høgt. Um skattatrýstið er ov høgt, missir onkur hug at arbeiða, eins og fólk, sum eru síni egni arbeiðsgevari, onkursvegna sleppa sær undan at geva alla inntøkuna upp til Toll [...] tær rinda so lítið í landsskatti. Arbeiðarafeløgini vístu kortini á aðra leið, sum ikki varð gingin. Nú skýtur so Fólkaflokkurin upp ein nýggjan skattalætta fyri at keypa partabrøv. Men hvør hevur og fær [...] uppskotið framt í verki, kunnu vit siga, at landsstýrið hevur givið ein skattalætta til tey høgløntu, sum nú aftur kunnu fáa sær ein skattalætta fyri at keypa partabrøv í teimum einskildu fyritøkunum. Fólkaflokkurin
til varsemi, og vit halda tað vera umráðandi, at støðan hjá stovninum verður havd í huga, nú nýggir fiskidagar skulu ásetast. Fiskifrøðingurin vísir á, at umframt gýtingarstovnin, hava vit tosk undir Føroyum [...] siga, at tað er gýtingarstovnurin og tað, sum kemur undan saman við veiðitrýstinum, sum hesi lærdu fólk í fyrsta lagi hugsa um. Somuleiðis verða atlit tikin til møguleikarnar hjá fiski at veksa, og her [...] ræður um hjá okkum, at fiskastovnarnir ? hvør í sínum lagi ? eru burðardyggir, og toskurin nærkast nú tí minsta í fleiri ár. Jákup sigur, at gýtingarstovnurin hjá toski á føroyska landgrunninum verður
edv-skráir við persónsupplýsingum skulu liggja í Føroyum. Onnur siga, at Høgni Hoydal hevur mistulkað ætlanina hjá løgtinginum. Hendan iva roynir Sambandsflokkurin nú at fáa ein enda á, og kemur uppskotið [...] Løgtingið fær nú aftur høvi at viðgera lógina um persónsupplýsingar, sum hevur ført til, at Gjaldskipanin hjá Elektron og peningastovnunum helst er steðgað. Sambandsflokkurin hevur lagt uppskotið fyri [...] landsstýrismanni, at steðga Gjaldskipanini. Gjaldskipanin avgreiðir sjálvvirkandi flytingar fyri fólk. Tað verður gjørt við einari føroyskari útgávu av BetalingService hjá PBS í Danmark. Skipanin hevur