Krevja svar frá Anniku Olsen

Tinglimir vilja hava at vita, hvat hon visti um sparingarnar á ellis- og røktarheiminum, Hamragarði, í Vági, og um hon hevur góðkent tær

Tinglimir vilja ný hava at vita, hvat landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, visti um sparingarnar, sum nú eru settar í verk á ellis- og røktarheiminum, Hamragarði í Vági.

 

Starvsfólk á heiminum róptu varskó í morgun og ávaraði um tær sparingar, ætlanin nú er at seta í verk.

 

Les eisini greinina: Gomul á røktarheimi sleppa ikki upp fyrrenn á døgverða.

 

Hinvegin hevur leiðarin á heiminum gjørt greitt, at neyðugt er at seta sparingar í verk fyri at játtanin kann halda.

 

Les eisini: Røktarheim má steingja køkin um vikuskiftini

 

Hetta hevur fingið tríggjar politikarar upp úr stólinum í morgun og teir hava allir  tríggir nú sent Anniku Olsen nakrar ítøkiligar spurningar um støðuna.

 

Høgni Hoydal úr Tjóðveldi vil hava at vita, um Annika Olsen heldur, at hetta eru sømilig kor at bjóða teimum eldri ”nú enn ikki ein nýgjørd máltíð skal bjóðast búfólkinum í vikuskiftunum” sum hann tekur til.

 

Han vil eisini hava at vita um landsstýriskvinnan ætlar at fáa hetta broytt, ella um ætlanir er um aðrar sparingar á eldraøkinum.

Hann vil eisini hava at vita, hvussu hendan ”niðurpíning á eldraøkinum” samsvarar við tað, Løgtingið og almenninginum hava fingið at vita í sambandi við fíggingina og tænastustigið, nú eldraøkið skal leggjast undir kommunurnar.

 

Sjálvur heldur hann, at tað eigur á ongan hátt at góðtakast, at ”tey skulu eta avlopsmat og uppafturhitað”.

- Tað fer sjálvsagt at gera tað møguligt hjá teimum, ið nógvan pening eiga, at keypa sær góðar umstøður, meðan tað vanliga fólkið verður at liva við niðurpíning og verri umstøðum, sigur Høgni Hoydal og hann vil hava at vita um hetta er tað, sum ætlanin er.

Hendrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin vil eisini vita, hvat Annika Olsen visti um sparingarnar á Hamragarði og um hon hevur góðkent, at køkurin skal stongjast í vikuskiftinum.

 

Hann vísir á, hvussu stóran týdning, tryggar umstøður hava at siga fyri búfólkið á ellis- og røktarheimum.

 

- Tí kann tað ikki vera rætt, at tað í heilum verður boðað frá ymiskum sparitiltøkum, sum gera dagligdagin ótryggan. Frammanundan er ein náttarvakt spard burtur á Hamragarði.                       

 

- Bara tað, at tað kemur upp á tal at stongja køkin um vikuskiftinum á einum heimi, har 24 fólk búgva, er so burturvið, at landsstýriskvinnan beinanvegin má steðga hesi ætlan, sigur Hendrik Old.                                                       

 

- Harumframt eru ítriv og venjing ein umráðandi partur av framkomnari røkt, og kann tað ómøguliga verða talan um, at hesin parturin verður tikin burtur úr røktini, leggur hann afturat.                                                          

 

Eisini Eyðgunn Olsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, vil hava Anniku Olsen at svara nøkrum ítøkiligum spurningum, ikki endiliga um Hamragarð, men um fíggjarligu støðuna í eldraøkinum sum heild.

           

- Hóast tað fleiri ferðir er ført fram, at játtanin til eldrarøktina er rúmlig í ár, afturímóti í fjør, samsvarar hetta ikki við tað, avvarðandi og starvsfólk uppliva í gerandisdegnum, sigur hon.

 

Eisini hon vil hava at vita um tænastustigið er nøktandi, nú ætlanin er at leggja økið undir kommunurnar.