Alment innlit
Seinastu dagarnar eru tað nógv sum hava fingiðå óvæntað bræv frá Føroya Sparikassa og Føroya Banka.
Tað eru fólk, sum hava søkt Tórshavnar Kommunu um grundstykki, sum nú hava fingið bræv frá peningastovnunum.
Í brævinum bjóða peningastovnarnir teimum fígging , nú tey hava søkt um grundstykki og fara at byggja.
Hetta hevur ørkymlað tey, tí tey hava ikki biðið um fígging og tey vita heldur ikki, hvussu peningastovnarnir vita, at tey hava søkt um grundstykki.
Útflýggjar bíðilistan
Summi av fólkunum á bíðilistanum hava vent sær til býráðslimir, m.a. til Leiv Hansen, tí tey undrast á, at peningastovnarnir hava fingið nøvnini á teimum, sum hava søkt um grundstykki.
Leivur Hansen, býráðslimur, heldur, at málið er so mikið álvarsligt, at hann vil hava málið fyri á næsta býráðsfundi, sum verður í næstu viku.
Hann sigur, at tað er Býráðið sjálvt, sum hevur útflýggjað peningastovnunum listan við nøvnunum á teimum, sum hava søkt um grundstykki í Havn.
Hann sigur, at hann hevur spurt seg fyri hjá umsitingini hjá Býráðnum og har hevur hann fingið upplýst, at Føroya Banki og Føroya Sparikassi hava søkt Býráðið um alment innlit í bíðilistan til grundstykki.
Umsitingin í Býráðnum spurdi síðani sakførarar til ráðs og hjá teimum var eingin ivi um, at bíðilistin var almennur og at Býráðið tí ikki kundi noktað peningastovnunum á fáa hann. Sostatt vórðu bíðilistarnir útflyggjaðir peningastovnunum.
Skuldi nokta
Leivur Hansen heldur, at hetta er grovliga at misbrúka lógina um alment innlit. Í hvussu so er moralskt.
? Eg haldi, at her er talan um privat viðurskifti og tað kann ikki bera til, at borgarar ikki skulu kunna samskifta við Býráðið um privat viðurskifti, uttan at stúra fyri, at tað skal verða almannakunngjørt.
Tí heldur hann, at Býráðið skuldi noktað at útflýggja bíðilsitan, hóast sakførarar høvdu sagt, at hann kom undir lógina um alment innlit.
?Býráðið átti ikki at havt útflyggja listan, fyrrenn tað var óreingiliga greitt, at Býráðið varð noytt til tað. Tvs, at onkur hægri myndugleiki skuldi fingið høvi at sagt sína hugsan um málið fyrst.
Eitt nú heldur Leivur Hansen, at hetta hevði verið eitt væl hóskandi evni hjá Løgtingsins Umboðsmanni at tikið støðu til. Ella kanska skuldi Býráðið enntá roynt málið í rættinum fyri at fáa endaliga staðfest, um bíðilistin var almennur.
Hann stúrir fyri, hvat verður tað næsta, nú bíðilistin við nøvnunum á teimum, sum hava søkt um grundstykki, er almannakunngjørdur.
? Kunnu vit nú vænta, at nøvnini á teimum, sum fáa sosialhjálp eisini verður kunngjørdur, ella hvat verður tað næsta, spyr hann.
Fyri Býráðið
Leivur Hansen sigur, at hann nú hevur biðið um at fáa málið fyri á næsta býráðsfundi, sum verður í næstu viku.
?Sakkøn, eg havi tosað við, halda, at her er talan um privat viðurskifti, sum ikki koma undir lógina um alment innlit. Tey halda eisini, at tað er ein spurningur um hetta ikki eisini er brot á skrásetingarlógina .
Tí mælir hann til, at Býráðið ikki útflýggjar bíðilistan aftur, fyrrenn full greiða er fingin á, um hann veruliga kemur undir lógina um alment innlit.