Tað er eingin loyna, at føroysku peningastovnarnir í mong ár hava havt eitt ynski um, at flyta sítt virksemi inna KT-økið av landinum. Seinast roynt varð, løgdu politikararnir seg ímillum og steðgaðu ætlanunum, men síðani er lógin um persónsupplýsningar broytt, so nú er eingin forðan longur fyri, at KT-virksemið hjá bankunum verður flutt til Danmarkar.
Niels Christian Nolsøe, stjóri í Elektron, sigur, at avtalan gevur KT fyritøkuni nýggjar, stórar møguleikar at specialisera seg,, samstundis sum avtalan er lopfjølin hjá fyritøkuni út í heim.
- Nú BEC yvirtekur føroysku peningastovnarnar frá okkum, gevur hetta okkum møguleikar at menna fyritøkuna innan serstøk øki, samstundis sum vit gerast sjónlig uttan fyri landoddarnar. Og tá verður tað lættari hjá okkum at lokka starvsfólk til okkum, nakað, sum stórur mangul annars er á, sigur Niels Christian Nolsøe.
Hann vísir víðari á, at Elektron frá at hava fýra kundar nú í staðin fáa 75.
Eisini Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Banka og nevndarformaður í Elektron, er væl nøgdur við nýggju samstarvsavtaluna millum Elektron og BEC.
- Sjálvt um avtalan í fyrstu syftu gongur yvir átta ár, so er tað lagt upp til eitt varandi samstarv. Og hetta gevur Elektron stórar og nýggjar møguleikar, tí føroyski marknaðurin er lítil. Nýggjar avbjóðingar standa fyri framman, tí virksemið hjá bankunum økist. Fyri fáum árum síðani var virðisbrævahandil næstan ikki til, einki virksemi var uttanlands og bankarnir vóru ikki børsnoteraðir, segði Marner Jacobsen.
Hann fjaldi kortini yvir, at fyri bankarnar fer flytingin at merkja ein bíligari rakstur, og tað vigaði tungt í avgerðini.
- Men í heila tikið er her talan um eina win-win støðu. Tí samstundis sum peningastovnarnir fáa eina bíligari loysn, letur avtalan dyrnar upp fyri Elektron út í heim, sigur Marner Jacobsen.
Einans fyrimunir
Nevndarformaðurin í Elektron vísti víðari á, at tað er ógvuliga trupult at fáa fatur á dugnaligum KT-starvsfólkum.
- Møguleikarnir eru ógvuliga avmarkaðir. Tað er onga aðra staðni enn í føroyum, at tú finnur KT-starvsfólk, sum kenna danska marknaðin og samstundis tosa danskt, sigur Marner Jacobsen.
Eisini forstjórin í BEC, Leo Svendsen, fegnaðist um, at føroysku bankarnir nú hava gjørt av at gerast limir í felagnum.
- Við at fáa teir fýra føroysku peningastovnarnar aftrat teimum 71, sum framman undan eru í BEC, gerast vit enn sterkari. Tað sum vit leggja serligan dent á er, at okkara tænastur skulu verða betri og ikki minst bíligari enn hjá øðrum, og tann møguleikin er størri nú, tá vit hava dagliga atgongd til Elektron, sigur Leo Svendsen.
Krøvini frá kundunum er mong og ymisk, og tað krevur, at útboðið av tænastum hjá BEC er ógvuliga breitt. Og hetta er nakað, sum kemur at koma føroysku peningastovnunum og harvið kundunum til góða.
Breiða útboðið hjá BEC merkir millum annað, at peningastovnarnir skjótari kunnu laga seg til broytt lógar- og sektorkrøv.
- Flytingin yvir til BEC-skipanirnar er ein sera stór KT-verkætlan í sær sjálvum, og krevur nógv fólk við hollari vitan. Arbeiðið byrjar nú og tekur umleið eitt ár, sigur Niels Christian Nolsøe.










