Bill Justinussen í hernað ímóti misnýtslu

Hann fer nú at kalla alskyns feløg og stovnar saman til fundar at tosa um misnýtslu í víðastu merking

Misnýtsla

Bill Justinussen, Landssyrismaður í heilsumálum, ætlar sær nú rættiliga í hernað ímóti misnýtslu.
Og tað er misnýtslu í víðastu merking, hann hugsar um.
Tí fer hann nú at taka stig til ein fund ímillum øll møgulig feløg og stovnar um fyribyrging.
?Endamálið við tí fundinum er at vita um tað ikki ber til at samskipa fyribyrgingararbeiði betur enn tað nú er.
Hann hugsar bæði um fyribyrging ímóti rúsdrekka, rúsevnum, royking, kynsligari misnýtslu og doping.
Men hann hugsar eisini um fyribyrging ímóti øllum øðrum, sum er við til at bróta heilsuna niður, eitt nú hugsar hann um at at gera ein roynd at fáa fólk at hugsa meiri um, hvat tey eta.
Hann hugsar millum annað, um at boðsenda Blákross, ÍSF, Kris, Mentamálaráðið, fjølmiðlar, løgregluna, ungdómsfeløg, skótar, Føroya Ungdómsráð og annars øll feløg og allar stovnar, sum hugsast kunnu og sum hava fyribyrging á dagsskránni.
?Tað eru nógvir stovnar og nógv feløg, sum gera eittfyribyrgjandi arbeiðið av øllum møguligum slagi og endamálið við fundinum er at taka allar stovnar og feløg í samfelagnumm, sum fáast við fyribyrgjandi arbeiði fyri at vita, um tað ikki ber til at samansjóða arbeiðið.
Hann hugsar m.a. um at Blákross hevur eina ógvuliga góða verkætlan um at fyribyrgja misnýtslu av rúysdrekka.
Samstundis hevur eisini Ítróttarsamband Føroya eisini sínar hugsanir um fyribyrging ímóti rúsdrekka.
?Men tað kundi verið eitt hugskot, um ÍSF eisini brúkti verkætlanina hjá Blákrossi.
Hinvegin hevur Ítróttarsambandið gjørt eitt ávíst arbeiðið fyri at fyribyrgja at børn verða misnýtt kynsliga og fyribyrging ímóti doping.
?Men hetta arbeiðið hjá ÍSF kundi eisini komið til nyttu aðrastaðni, eitt nú á dagstovnum og aðrastaðni.
Bill Justinussen sigur, at tær royndir og tað tilfar, ein felagsskapur ella ein stovnur, brúkar, kann eisini koma øðrum til góðar.
?Soleiðis kundu vit sloppið undan, at sama arbeiðið verður gjørt fleiri ferðir, tí tað er tað ongin orsøk til.
?Eitt nú gera eisini skúlarnir eitt ávís fyribyrgjandi arbeiðið við at vísa á vandarnar við at roykja og drekka. Í tí sambandið er eitt savn av undirvísingartilfari á Landsmiðstøðini fyri Undirvísingaramboð.
? Tað kundi verið eitt hugskot at latið tilfarið, sum Blákross, ÍSF og aðrir felagsskapir hava gjørt, eisini verið á Landsmiðstøðini og blivð ein partur av undirvísingartilfarinum so at tað eisini kom skúlunum til góðar.
? Í løtuni sita stovnar og feløg í hvør sínum lagi og gera sama arbeiði í nógvum førum og eg haldi, at tað hevði verið ein stórur fyrimunur at sloppið undan tí.
? Tað eru so nógvar ítøkiligar ætlanir á nógvum økjum og skulu allar hesar ætlanir á fíggjarlógina umvegis Mentamálaráðið ella Trivnaðarráðið, er vandi fyri at vit koma at játta pening til fleiri verkætlanir at sama slagiðog tað er ikki skilagott.
? Verður arbeiðið hinvegin samskipað, kunnu vit sleppa undan at játtað pening fleiri ferðir til sama endamál.
Landsstýrismaðurin sigur, at samstundis hava vit Fyribyrgingarráðið, sum kann seta undirbólkar at taka sær av ymsum økjum.