Hví telja atkvøður í einum stað?

Summi hava undrast yvir, at eg haldi tað hava týdning at atkvøðurnar í valdøminum Føroyar verða taldar upp í einum stað. Sagt verður, at hetta er brot á eina gamla siðvenju, tí vit hava í hundrað ár talt atkvøðurnar upp á valstøðunum

Men frá 1852 til 1906 taldu vit atkvøðurnar upp í einum stað, og tað var har veljararnir í valdøminum komu saman at greiða atkvøðu. Síðani kom tann tíðin, tá atkvøðurnar vórðu taldar upp á valstøðunum, og gav hetta nógvar óynsktar avleiðingar. Nú bar til hjá politikarunum at síggja, hvussu fólk atkvøddu, og var hetta ikki eftir teirra vild, kundu teir hevna seg inn á tey ólýdnu.

Eitt dømi sum eg veit um, var tað sum Kaldbaks bygd var fyri síðst í fimmtiárunum. Systkinabarn ommu mína í Kaldbak var Kjartan Mohr. Hann stillaði upp til løgtingsvalið 1954 á einum óheftum borgaraligum lista, og kom hann til Kaldbaks at agitera. Hann kom til okkara, og sigur við ommu mína: “Nú systkinabarnið, nú er val. Nú mást tú stemma upp á meg!” Hon svaraði: “Eg havi altíð hildið, at tú vart so fittur, men eg havi altíð hildið, at tú skuldið hildið teg burtur frá politikki!” Hann tók tað pent, men hann lovaði kaldbaksmonnum, at um hann kom á ting, so skuldi hann arbeiða fyri at fáa veg gjørdan inn á Sund. Hetta hildu kaldbaksmenn vera sera týdningarmikið, so hann fekk fitt av atkvøðum í Kaldbak. Tá upptalt var, vísti tað seg, at hevði hann ikki fingið hesar atkvøður, var Tórstein Petersen komin inn á ting og ikki Kjartan. Men hann helt ikki sítt vallyfti til kaldbaksmenn og gjørdi einki fyri at fáa veg inn á Sund. Valið eftir fekk hann onga atkvøðu í Kaldbak, og tað varð hann illur um. Tá kom uppskot um at gera ein bátahyl í Bíggjarstøð í Kaldbak, og fekk uppskotið 15 atkvøður í tinginum. Fyri at tað skuldi koma ígjøgnum skuldi tað havt 16, og tað hevði tað fingið, um Kjartan atkvøddi fyri, men tað vildi hann ikki, tí kaldbaksmenn, sum hann kundi takka fyri tingsessin í 1954, ikki høvdu stuðlað hann á valinum 1958.

 

Høvdu vit tá havt ta skipan, at allar atkvøðurnar í Suðurstreymoyar uppstillingardømi vórðu taldar upp í einum stað, so hevði ikki borðið til hjá einum tingmanni at hevnt seg soleiðis inn á eina heila bygd.

 

Bert tey, sum eru rættiliga naiv, halda at tað sama ikki kann koma fyri tá ið Føroyar nú skulu vera eitt valdømi.

 

Tað kann als ikki útilokast, at tingmenn kunnu siga, at hví skal eg greiða atkvøðu fyri einum máli, sum er til fyrimun fyri ein part av landinum, har eg onga undirtøku havi?

 

Tað eru serliga bygdirnar, sum kunnu verða raktar av slíkari hevnisøku eins og Kaldbak var tað í 1959. Tað er eingin orsøk til at leggja stein oman á byrðu fyri bygdirnar, sum nú hava mist síni beinleiðis umboð.

 

Vallógin sigur at valini eru loynilig, og er hetta ein áseting fyri at hjálpa veljarunum. Við at telja upp sum gjørt hevur verið higartil, úthola vit tann rætt vit borgarar hava til at atkvøða í loyndum, og hetta eiga vit ikki at lata okkum lynda.