tað sama, sum varð lagt á, tá kirkjan varð bygd í 1788, er tikið upp, men skal leggjast á aftur. Fyrstu skal runa og onnur væta fáast burtur, eins og drenað verður undir kirkjugólvinum. ? Tá vit tóku gólvið [...] og tí kemur norðmaðurin Anders Halstad at standa fyri arbeiðinum at umvæla gomlu brettini og gera tey nýggu til. Hetta arbeiðið verður gjørt á Margarinfabrikkin í Tórsgøtu í samráð við tekniska stjóran
Mánadagin legði Norrøna fyri fyrstu ferð í ár at bryggju í Lerwick í Hetlandi. Umborð vóru 120 fólk og 12 bilar, tey flestu skuldu víðari til Noregs. Ferðaráðið í Hetlandi, Shetland Islands Tourism, býður
skriva undir sáttmála við AGF, sum ber við sær, at botnurin í landsliðsverjuni fer at fáa løn frá AGF tey næstu trý árini. Óli kom undan vikuskiftinum aftur úr Danmark, har hann í síðstu viku vandi við su [...] í lagi. Óli Johannesen hevur verið millum mest trúføstu landsliðsmenninar í níti árunum. Hann kom fyrstu ferð inn, tá Ísrael og Føroyar 5. august í 1992 spældu 1-1 á Svangaskarði, og higartil er talið á
deildarleiðari í Postverki Føroya til hann rundaði tey sjeyti um trý ár, men tað ynskti hann ikki. Í fjør heyst vóru 50 ár síðani A. G. Nielsen byrjaði, fyrstu árini í Danmark, men síðani 28. mars í 1955 hevur
mánaða. Skrivast skuldu frágreiðing, sum skuldi lýsa viðurskiftini hjá brekaðum, og hvussu, vit bøta um tey. Hendan frágreiðingin skuldi vera grundarlagið undir orðaskiftinum. Nýggj forsorgarlóg skuldi gerast [...] orðaskiftið í hesi tingsetuni, segði Helena Dam á Neystabø. Sjálv metti hon, at tað verður ein av fyrstu døgunum aftaná, at verkfallið er liðugt.
sum kom í gildið týskkvøldið hevur nú staðið við í fimm dagar. Einki samband var millum partarnar fyrstu dagarnar, men fríggjadagin varð avgjørt, at seta ein arbeiðsbólk, sum skuldi finna fram til eitt [...] fyri partarnar sunnukvøldið. Starvsfólkið á Føroya Tele hevur kravt munandi størri lønarhækking enn tey trý prosentini, sum leiðslan í felagnum vil geva teimum, men hetta vil leiðslan ikki ganga við til
Tað eru nógv ár síðani, at vestmenningar fyrstu ferð fóru at tosa um at fáa eitt undirhús. Ongantíð er kortini álvari gjørdur burtur úr ætlanini. Fyrr enn nú. Seinastu tveir mánaðirnar hava fólk í Vestmanna [...] at fólk hvør í sínum lagi at ganga oman á kajina at frætta tíðindi um landingar og fiskaprís, kunnu tey nú hittast í Undirhúsinum. Vit hava hongt eina talvu á veggin, har fólk kunnu skriva, hvussu nógv hvør
heimavølli móti Sikleborg, og enn eina ferð eydnaðist tað Herfølge at vinna. Úrslitið var 3?2, og tey trý stigini bera við sær, at Herfølge, sum ikki hevur tapt í superliguni í hesum kappingarárinum, framvegis [...] 1, tá 34 minuttir vóru farnir, og í 61. minutti legði verjuspælarin Gert Nordin, sum var við fyri fyrstu ferð eftir, at hann hevur verið skaddur, heimaliðið á odda. Skotið hjá honum rakti í høvdið á einum
vórðu allar seldar eftir 20 minuttum. Hetta sigur Finn Jensen í FC-búðini í Havn, sum í gjár fekk fyrstu hundrað eintøkini av nýggju fløguni hjá Elton John við lagnum, Englands Rose, sum hann spældi til [...] ina hjá Dianu prinsessu. ? Vit royndu í gjár at fáa fleiri eintøk í gjár, men vit fáa bara 30, og tey eru langt síðani útseld. Finn Jensen sigur, at fløgan er umbiðin í 10 milliónum eintøkum í Evropa,
hjá kvinnum móti StÍF, men tað var uttan stórspæl. Dysturin millum tað, sum skal eitast at vera tvey tey bestu kvinnuliðini í føroyskum hondbólti, var syndarliga vánaligur. Einki skil var á spælinum hjá hvørgum [...] 18 minuttir vóru farnir, var støðan 7-0 til heimaliðið. Tað sigur eitt sindur um avrikið hjá StÍF fyrstu løturnar, at tær ikki fingu nakað mál, fyrr enn hálvleikurin var meir enn hálvrunnin. Men hóast Neistin