Føroya Tele upp á pláss fyrst

nevndin øi Starvsmannafelagnum hevur gjørt av, at samráðingarnar við Fíggjarmálastýrið verða ikki tiknar upp aftur fyrr enn avtalan við Føroya Tele er komin upp á pláss. Okkurt er sum bendir á, at eitt semingsuppskot verður lagt fyri partarnar sunnukvøldið

Arbeiðssteðgurin, sum kom í gildið týskkvøldið hevur nú staðið við í fimm dagar. Einki samband var millum partarnar fyrstu dagarnar, men fríggjadagin varð avgjørt, at seta ein arbeiðsbólk, sum skuldi finna fram til eitt brúkaraprístal, sum m. a. er ein partur av ósemjuni. Hesin bólkurin er liðugur við sítt arbeiði, men enn er einki komið fram um, hvat úrslitið er.


Semingsmenninir hava latið partarnar vita, at teir eru til reiðar at fara undir aftur samráðingarnar um partarnir vilja tað, men hesum er eftir øllum at døma ikki komið meira burturúr. Og tó.


Tí nú hevur nevndin í Starvsmannafelagnum gjørt av, at tað verða ongar nýggjar samráðingar við Fíggjarmálastýrið fyrr enn ein nýggjur sáttmáli er fingin upp á pláss við Føroya Tele. Starvsfólkini á Føroya Tele vrakaðu fríggjadagin uppskoti frá leiðsluni í felagnum, um antin at útseta samráðingarnar, ella at taka við eini lønarhækking upp á trý prosent.


Klokkan eitt seinnapartin leygardagin settust semingsmenninir, saman við leiðsluni á Føroya Tele og samráðingarnevndini hjá starvsfólkunum, og eftir tí sum skilst, so eru semingsmenninir komnir so langt, at teir vera til reiðar at leggja eitt semingsuppskot fyri partarnar sunnukvøldið.


Starvsfólkið á Føroya Tele hevur kravt munandi størri lønarhækking enn tey trý prosentini, sum leiðslan í felagnum vil geva teimum, men hetta vil leiðslan ikki ganga við til, m. a. av ótta fyri at gerast lønførandi í hesum samráðingartíðum


Um nakað spyrst burtur úr hesum semingsuppskotinum er ikki gott at vita, men tað fær eftir øllum at døma sína ávirkan á samráðingarnar millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið. Men tað er hart at verða formaður í Starvsmannafelagnum í hesum døgum. Fyrst fleiri svøvnleysar nætur í síðstu viku í sambandi við samráðingarnar við Fíggjarmálastýrið, og nú í sambandi við samráðingarnar við Føroya Tele, sum partur av samráðingarnevndini hjá starvsfólkunum har.