Ólavsøkan 1999 fer ivaleyst at standa frammanfyri tær flestu aðrar í huganum á Óla Johannesen. Í morgin fer hann til Danmarkar, og kanska verður tað sjálvan ólavsøkudag, at hann fer at skriva undir sáttmála við AGF, sum ber við sær, at botnurin í landsliðsverjuni fer at fáa løn frá AGF tey næstu trý árini.
Óli kom undan vikuskiftinum aftur úr Danmark, har hann í síðstu viku vandi við superliguliðnum. Teir royndu hann eisini í onkrum venjingardysti, og í vikuskiftinum komu síðstu smálutirnir uppá pláss, og nú fer spæliloyvið hjá tvørámanninum úr TB og umvegis FSF og DBU til AGF.
? Eg eri ógvuliga fegin um, at hetta gjørdist veruleiki. Eg eri 27 ára gamal, og tí var tað nú um reppið, at barnadreymurin ikki fór at gerast veruleiki, segði Óli Johannesen við útvarpið á døgurða í gjár.
Óli vónar, at Peter Rudbæk, venjarin hjá AGF, nú fer at geva honum ein reellan møguleika at vísa, hvør dugur er í honum, og harvið verður tað upp til nú fyrrverandi TBaran at prógva, at hann eigur fast pláss á besta liðnum.
Vit hava fleiri ferðir áður endurgivið Allan Simonsen fyri at siga, at ein av føroysku landsliðsspælarunum, sum eftir heilt stuttari tilvenjing kundi farið inn á øll superligu lið í Danmark, er Óli Johannesen, og nú er tað upp til verjuálitið á landsliðnum at prógva, at metingarevnini hjá landsliðsvenjaranum eru í lagi.
Óli Johannesen hevur verið millum mest trúføstu landsliðsmenninar í níti árunum. Hann kom fyrstu ferð inn, tá Ísrael og Føroyar 5. august í 1992 spældu 1-1 á Svangaskarði, og higartil er talið á landsdystum 39. Óli hevur skoraði eitt landslilðsmál. Tað var í februar 1996, tá landsliðið í venjingardysti á Kypros móti Estlandi spældi 2-2.