Neistin vann ússaliga hálvfinalu

Hondbóltur: Hálvfinalan millum kvinnuliðini var vánaligasti dystur, ið leingi er sæddur í høllini á Hálsi

Neistin vann hóskvøldið seinnu hálvfinaluna í steypakappingini hjá kvinnum móti StÍF, men tað var uttan stórspæl. Dysturin millum tað, sum skal eitast at vera tvey tey bestu kvinnuliðini í føroyskum hondbólti, var syndarliga vánaligur. Einki skil var á spælinum hjá hvørgum av liðunum, men um dysturin skuldi hava nakran vinnara, so var tað eftir spælinum frægari, at tað var Neistin.

Neistakvinnur fingu eina góða byrjan, og tá 18 minuttir vóru farnir, var støðan 7-0 til heimaliðið. Tað sigur eitt sindur um avrikið hjá StÍF fyrstu løturnar, at tær ikki fingu nakað mál, fyrr enn hálvleikurin var meir enn hálvrunnin.

Men hóast Neistin sostatt fekk greiða leiðslu beinanvegin, megnaðu strandakvinnur at stríða seg inn í dystin aftur, og spenningur kom í aftur. Fyrra hálvfinalan endaði við javnleiki, so undan dystinum var alt at spæla um, og tá hálvleikur var, var støðan 8-5.

StÍF-venjarin tosaði ivaleyst við stórum bókstavum í hálvleikssteðginum, og í seinna hálvleiki var meira bit í strandakvinnum. Tvær ferðir vóru tær nær við at taka Neistan aftur, og bert eitt mál var á muni, men tað gekk ikki, og í longdini vóru tað royndirnar hjá Neistaliðnum, sum vórðu avgerandi. Men við einum avriki sum hóskvøldið hevur Neistin ikki nógvar møguleikar fyri at vinna finaluna móti Kyndli, sum er væl fyri í løtuni. Hinvegin eru dystirnir millum Neistan og Kyndil altíð torførir at spáa um, og Neistin fer allarhelst at spæla betur enn hóskvøldið, so vit kunnu ivaleyst rokna við eini spennandi finalu.

elj


Neistin-StÍF 16-14 (8-5)

Neistin: Rúna Wardum 5, Kára á Dunga 4, Inga Danberg 2, Mildrið Jacobsen 2, Lovisa Jørgensen 2, Susan Brockie 1.

StÍF: Signhild Petersen 7, Bjørg Mikkelsen 3, Paula B. Jacobsen 2, Eyðleyg Mikkelsen 2.

Útvísingar: Neistin 3, StÍF 2.