eftir, men at málsviðgerðarin kortini fer at ferðast so at málið aftur verður lagt til viks. ? Tað kann heldur ikki vera meiningin, at einasti máti at fáa eina umsókn avgreidda skal vera at ringja og ringja [...] breyt ryggin. Avleiðingin er, at hann varð lammaður og verður noyddur at sita í rullustóli tað, hann hevur eftir at liva. Tað var beinanvegin eftir at hann hevði meiðslað seg, at hann fekk varhugan av, hvussu [...] aðru ferð fekk eg at vita fyri heilt vist, at dagin eftir skuldi umsóknin kom fyri. Men tá ið eg so ringdi aftur dagin eftir, fekk eg at vita, at málsviðgerðarin var farin til Danmarkar at ferðast sama morgun
sum pynt, og tað vísir, at tey duga at velja litir eisini. At fáa ein búff góðan er ikki bara at duga at steikja hann, sum kundin ynskir. Tað er helst meira umráðandi at duga at velja tað rætta stykkið [...] verið so mikið góðar, at einki er at ivast í at biða um borð. Tað var tí eitt sindur hugstoytt at koma inn og merkja, at alt ov nógvur roykur var í matstovuni. Tað plagar ikki at vera so, og so nógv fólk [...] sjálvur tekst við. Men tað er ein sannroynd, at tað órógvar onnur, tá soleiðis verður ringt og floyta út í eitt at kalla. Dugi ikki rættiliga at skilja, at tað skal vera so neyðugt við hesi fartelefonini
Fritleifi stóð í boði, at fáa møguleikan at dyrka úti undir Varmakeldueiðnum. Gunnleivur bóndi í Norðragøtu og fleiri vóru fúsir at gera gerðabýti við Fritleif, ið gekk út uppá, at Fritleif skuldi fáa nevnda [...] fyllir Fritleif Joensen í Fuglafirði sjeyti ár. Mangir fuglfirð-ingar kalla hann ?bóndin?. Og satt at siga er hetta vælhóskandi, tí fáur hevur gingið so høgt upp í sítt bóndayrki og lagt so nógv eftir [...] sær tá, at fara norður í Halgadal, og har dyrka upp úr nýggjum. Hann fór dir at grava veg norður í Halgadal.Tað var ikki nakað lætt arbeiði, tí brattlendi var nógvastaðni. Men so hendi tað, at Fritleifi
løtuni. Vit onnur høvdu rætt, tá vit søgdu frá, at politikkurin hjá samgonguni í sjálvstýrismálinum fór at kollsigla. Vit hava eisini rætt, tá vit siga, at hetta mál hevur tikið alt ov stóran part av politisku [...] og kemur at riggað betur enn verandi »Tinganes og omegn« ger í løtuni. Tí er tað alt ov stutt skotbráð at yvirtaka alt frá 2002 til 2008. Hetta er ov optimistiskt og eigur at verða broytt til at geva tíð [...] seinastu trý árini, uttan at vera komin longur enn til eina møguliga proklamatión í løgtinginum. Hetta er veruleikin í dag. Væl vitandi, at tað ikki verður dámt av øllum, at sannleikin verður blotlagdur
neyvan langt við síðuna av at rokna við, at tað fer ikki at ganga so rúm tíð, áðrenn Óli Johannesen fer at hótta teir báðar omanfyri nevndu. Allan Simonsen tykist hava gjørt av, at Jákup Mikkelsen er fyrsta [...] dystur nummar 72 á skránni. At Óli í kvøld verður skrásettur fyri dyst nummar 50 boðar frá, at hann hevur verið sera drúgvur, síðani hann fyrstu ferð kom á liðið. Einasta ferðin at Óli ikki hevur verið afturvaldur [...] NM dystir í Spania, sat Óli Johannesen á beinkinum í fyrra dystinum, sum var ímóti Finnlandi. Hann var skaddur, men var nóg væl fyri at spæla ímóti Íslandi. Tað bar ikki til hjá Óla at vera við í venjin
Men tá ið hini uppskotini vórðu løgd fram, varð avrátt, at tað var ikki neyðugt at gera skitsur av teimum skipunum. Men tað er skeivt at siga, at tað eina skipið er komið longri enn hitt. Beinleiðis ósatt [...] verður mett at vera tann besta loysnin. Tað er eitt skip, sum siglur 21 míl. ?At landsstýrismaðurin so sjálvur hevur biðið um at fáa onnur uppskot, hevur onki við arbeiðið hjá verkætlanarnevndini at gera. Heri [...] til Havnar og at tað skuldi vera eitt havgangandi skip. Tvs, at fyri at tað skuldi vera so sjógott sum gjørligt, skuldi tað ikki ikki hava portur framman. Eitt nú helt manningin á Smyrli, at tað var umráðandi
ivast í, at talan átti at verið um brotsspark. ? Hevði talan verið um heimadyst, hevði floytan heilt víst ljóðað, men hon tagdi, og satt at siga varð eg so bilsin av hesum, at eg als ikki hugsaði um at mótmæla [...] viðmerking til omanfyristandandi mynd. ? Tað var soleiðis, at eg fekk ein bólt úr vinstru síðu. Temjingin hjá mær kiksaði eitt lítið sindur, og gjørdi, at eg ikki slapp heilt leysur. Tað hevði tó helst eydnast
fyrra. Hetta hevði so aftur tað ávirkan á spælið, at møguleikarnir hjá føroyska liðnum at gera um seg í kontraálopum, nú vórðu nógv færri. Satt at siga, so var ongan tíð nakar rættiligur vandi á ferð framman [...] skotið mál Hóast hvøkkin, so sýndu vertirnir framhaldandi, at tað at teir høvdu virðing, ikki á nakran hátt merkti, at teir vóru bangnir fyri at framhalandi trýsta spælið oman á føroysku hálvuna. Heilt [...] Russar noyddust av álvara at sanna, at Føroyar ikki longur eiga at átaka sær leiklutin sum pinkulingar í altjóða fótbóltshøpi. Eftir eitt vala avrik noyddust okkara menn av vøllinum við teprum tapi, sum
Lætt er, at tað kann ljóða steindeytt. Eg náddi ongantíð at spyrja Johan, hvør hevði lært hann at spæla, men hann fekk lív í orglið sum fáur. Tað var ?pondus? í spælinum, og ongantíð var keðiligt at vera í [...] Johan sat við orglið. Hann megnaði at lyfta tungar og keðiligar sálmar, so at teir gjørdust syngjandi, og hvør pípa í orglinum sang. Tað var okkum øðrum organistum ein gáta, hvussu Johan bar seg at við at [...] sang í kapellinum, so tryggjaði Johan at sangurin gjørdist góður kortini. Tað sigst, at hann dugdi gomlu sálmabókina uttanat. Hóast høgan aldur var Johan góður at heita á, tá ið brúk var fyri organistum
hvassur, at áskoðarin fær sjálvur ilt í sálina av honum. Tí øll noyðast at viðurkenna, sama um tey tora tað ella ikki, at einki í leikinum er ikki tikið beint úr føroyska veruleikanum. Heldur ikki tað at fara [...] sær. Hann ger ov nógv av, oysir úr bukkuni við morreyðum orðum. Provokerar bara fyri at provokera. Bara fyri at vísa, at hann torir. Ov nógv av slíkum, og áskoðarin leiðist. Tað er sum við nógvum monnum í [...] fongslinum enn í hinum, tí religiøra. Hon er frelst med alla. Hon torir at siga fisuslikkari hart fleiri ferðir upp í saman, uttan at rodna. Tórálvur (Hans Tórgarð) er komin á Deildina fyri well. Hann sleppur