Hósdagin 22. mars fyllir Fritleif Joensen í Fuglafirði sjeyti ár. Mangir fuglfirð-ingar kalla hann ?bóndin?. Og satt at siga er hetta vælhóskandi, tí fáur hevur gingið so høgt upp í sítt bóndayrki og lagt so nógv eftir seg sum hann.
Sum 14 ára gamal fór Fritleif til skips. Hann hevði góða sjónátúr og dámdi væl á sjónum. Mitt í fimti árunum fór hann til Íslands, har hann var í fleiri ár við íslendskum trolara.
Honum dámdi væl í Íslandi, og hann hevur stóra virðing fyri íslendingum, hesi lítlu tjóð við sínum 270.000 íbúgvum sum hevur megnað at vunnið sær fult tjóðarfrælsi. Hann fylgdi væl við tí, ið hendi í Íslandi tey árini, hann var har.
Í 1962 tók Fritleif garðin eftir pápa sín. Í hesum starvi gjørdi Fritleif veruliga vart við seg.Eitt tað fyrsta hann gjørdi, var at fáa sær ein nýmótans traktor.Við hesum traktori velti hann upp úr nýggjum. Byrjað varð í Toftabønum og tað gekk skjótt fyri seg.
Men ikki so mong ár seinni tók samtykti kommunustýrið, at Toftabøurin skuldi nýtast til grundstykkir ? sjálvandi eftir at hava tosað við Fritleif um tað.
Fritleif var ,sum vera man, alt annað enn glaður um hesa avgerð bygdaráðsins, men hann dugdi tó at skilja teir, ið tóku avgerðina, og tók tað til eftirtektar.
Fritleif ætlaði sær tá, at fara norður í Halgadal, og har dyrka upp úr nýggjum. Hann fór dir at grava veg norður í Halgadal.Tað var ikki nakað lætt arbeiði, tí brattlendi var nógvastaðni. Men so hendi tað, at Fritleifi stóð í boði, at fáa møguleikan at dyrka úti undir Varmakeldueiðnum. Gunnleivur bóndi í Norðragøtu og fleiri vóru fúsir at gera gerðabýti við Fritleif, ið gekk út uppá, at Fritleif skuldi fáa nevnda øki,ið teir áttu, so skuldi Fritleif dyrka upp úr nýggjum fyri teir. Ein frálík avtala.
Fritleif, og yngri bróðir hansara Bergtórur, løgdu til brots at velta, og tað gekk ikki long tíð, so vóru teir komnir á mál. Ódyrkaða hagajørðin varð vorðin til nógvar vakrar grønar teigar, ið skilti seg frá restinum av økinum.
Seinni varð farið undir at byggja fjós til mjólkikýr, og tað gekk við somu ferð.
Men Fritleif gavst ikki so.Símun Pauli á Mørkini, beyð Fritleifi at keypa jørðina frá sær, tí eingin av hansara tók yvir, tá hann legði frá sær. Pauli mundi vita, hvat hann gjørdi, hann visti óivað, at í betri hendur kom garðurin ikki.Pauli sýndi satt stórsinni.
Tað gekk ikki long tíð, so fór Fritleif undir at gera veg niðan í Innandal.Hetta var stórarbeiði, men tað stóð ikki á, hetta megnaði Fritleifur næstan einsamallur. Eitt ótrúligt avrik.
Tá ið vegurin var gjørdur varð farið at velta. Innandalurin hevur altíð verið vakur, men hann gjørdist uppaftur vakrari nú hann varð uppdyrkaður.
Tað vóru ikki bert fuglfirðingar, ið løgdu til merkis, tað megnar arbeiði, ið Fritleif hevði gjørt.Nei tað er ikki ov nógv sagt, at flest allir bøndur í Føroyum, og tey, ið fingust við landbúnaða, høvdu givið sær far um tað.
Undirritaði, sum mitt í sjeyti árunum var limur í Løgtingsins fíggjarnevnd, kann minnast hvussu viðgerðin fór fram í fíggjarnevndini, tá peningur skuldi játtast til jarðargrunnin. Landsstýrið, ið tá sat, mælti til, at hækka játtanina munandi úr 600.000 uppí 5 mió.kr. Undir nevndarviðgerðini varð avrikið hjá Fritleifi bónda umrøtt, og ein stórur meirilut í fíggjarnevndini mælti til at hækka játtanina við tveimum mió. kr. aftrat teimum fimm, so samlaða játtanin varð 7 mió. kr. Eg tori at siga, at avrikið hjá bóndanum var orsøkin til ta positivu viðgerðina, ið málið fekk.
Fritleif var í mong ár valdur í Jarðarráðið, har av fleiri sum formaður. Fritleif hevði innlit í hetta økið. Hann dugdi væl at finna semjur ímillum partar, og hann var væl lýddur av teimum, hann samstarvaðist við.
Fritleif hevur altíð fylgt væl við tí, sum hendir á tí politiska økinum. Og ikki mist í hesum døgum, nú fullveldið stendur fyri framman. Hann livir mitt í verðini. Her er eingin slingur í valsinum, føroyingar eiga eins og íslendingar at taka fulla ábyrgd av sínum landi.
Eg møtti honum henda dagin samgongan hevði tikið endaligu støðu í fullveldismálinum. Tá helt hann fyri: Eg vóni eg livi til eg verði 82, so eg upplivi at vit føroyingar gerast ein sjálvstøðug tjóð og fer at teljast millum frælsar tjóðir.
Fullveldismálinum fylgdi Fritleif væl við, ja hann kendi tey mongu uppskotini heilt niður í smálutir.
Somuleiðis, hvat andstøðuflokkarnir bóru fram, um ætlaða fullveldið.
Í 1970 stillaði eg fyrstu ferð upp til løgtingsval fyri tjóðveldisflokkin í Eysturoynni. Ein teirra sum heitti á meg, var Fritleif sum tá var 40 ára gamal. Síðani tá havi eg næstan dagliga tosð við Fritleif. Hann hevur verið og er framvegis ein hollur stuðul í tí politiska arbeiðnum, og er altíð góður at ráðføra seg við. Hann er trúgvur sum trøllið. Gongur ímóti og trupulleikar eru at dragast við, so er Fritleif maðurin, tú altíð kanst rokna við og líta á. Slíkar dygdir eru gull verdar.
Tað er altíð hugnaligt at koma inn á gátt hjá Fritleifi og Lenu. Bæði eru løtt av lyndi, altíð við tí góða orðinum. Lena hevur altíð verið manni sínum ein hollur stuðul, í tí hann hevur tikist við.
Tey eru familjukær og koma nógv saman við sínum børnum, ommu ? og abbabørnum og langommu ? og langabbabørnum.
Góði Fritleif eg fari at ynskja tær hjartaliga tillukku við teimum sjeyti árunum, og vóni tú fært mong góð ár aftrat.
Signar á Brúnni