Eingin ivi um brotsspark

Tá vit eftir dystin vóru komnir heim á Hotel Rossija, har leikarar og fjølmiðlafólk hildu til, fingu vit orðið á Jákup á Borg, og bóðu um eina viðmerking til omanfyristandandi mynd.

 

Tá vit eftir dystin vóru komnir heim á Hotel Rossija, har leikarar og fjølmiðlafólk hildu til, fingu vit orðið á Jákup á Borg, og bóðu um eina viðmerking til omanfyristandandi mynd.

? Tað var soleiðis, at eg fekk ein bólt úr vinstru síðu. Temjingin hjá mær kiksaði eitt lítið sindur, og gjørdi, at eg ikki slapp heilt leysur. Tað hevði tó helst eydnast, um ikki Victor Onopko við fullari ferð rendi meg niður, sigur Jákup, sum als ikki ivast í, at talan átti at verið um brotsspark.

? Hevði talan verið um heimadyst, hevði floytan heilt víst ljóðað, men hon tagdi, og satt at siga varð eg so bilsin av hesum, at eg als ikki hugsaði um at mótmæla fyri dómaranum, segði altso Jákup á Borg