Almannastovan og
Hjálpartólamiðstøðin
? Hevði eg ikki verið so sálarliga sterkur, sum er eri, hevði eg langt síðani havt givið skarvin yvir. Tí omaná skaðan eg havi fingið, havi eg eisini fingið eina Almannastovu og eina Hjálpartólamiðstøð at berjast ímóti.
Odd Eið Knutsen í Porkeri og væl og virðiliga troyttur av Almannastovuni og Hjálpartólamiðstøðini.
Á økisfundinum hjá Javna, sum var í Vági herfyri, greiddi hann frá, hvussu ringt tað var hjá honum at fáa hjálp nakrastaðni frá, hóast hann hevði meiðslað seg illa og mátti sita í rullustóli alt lívið.
Á fundinum vóru nógvar søgur um, hvussu út av lagi illa Almannastovan og Hjálpartólamiðstøðin virkaðu og ónøgdin við hesar báðar stovnarnar var tann reyði tráðurin á øllum fundinum.
Søgan um Odd Eið í Porkeri er eitt gott dømi um, at fólk, sum eru illa fyri, hava ikki bara brekið at dragast við. Tí afturat brekinum, fáa tey eisini almannaverkið at dragast við og tað er ikki tann minsti bardagin.
Odd Eið datt niður úr einum stiga á sumri í 1990. Hann kom tvørur niður á eitt snóratræð og breyt ryggin. Avleiðingin er, at hann varð lammaður og verður noyddur at sita í rullustóli tað, hann hevur eftir at liva.
Tað var beinanvegin eftir at hann hevði meiðslað seg, at hann fekk varhugan av, hvussu stívt , óliðiligt og trekt almannaverkið í Føroyum er og, hvussu trupult tað er at berja seg ígjøgnum pappírsveldið hjá teimum almennu stovnunum í Føroyum.
Og hann staðfestir turrisliga, at tíverri er støðan púrt onki batnað síðani tá.
Mátti hava wc í fýrrúminum
? Eg lá eitt hálvt ár á Ríkissjúkrahúsinum og tað varð rættiliga skjótt, at tað varð greitt, hvør lagna mín bleiv.
?At enda í rullustóli kollveltir alt títt lív. Eitt nú uppdagar tú skjótt, at húsini, tú hevur bygt, eru betur egnað til fólk á tveimum beinum enn á tveimum hjólum. So har mátti nógv innrættast av nýggjum, hurðar máttu gerast breiðari, gáttir takast burtur og eitt nú mátti eisini wc innrættast til av nýggjum so at eg fekk brúkt tað, hóast eg varð lammaður.
? Fyri at alt skuldi vera klárt, tá ið eg kom heimaftur, fóru góðar kreftir ígongd við almannaverkið beinanvegin ímeðan eg lá á Ríkissjúkrahúsinum.
? Fyri at alt skuldi ganga skjótt, sendi Ríkissjúkrahúsið eina frágreiðing um mína sjúkrasøgu upp til Føroyar.
? Men nei. Hendan frágreiðingin varð ikki góðtikin. Tað skuldi vera mín egni kommunulækni, sum skrivaði hana.
Odd Eið sigur, at avleiðingin av tí var, at onki kundi henda, fyrrenn hann var heimafturkomin og kommunulæknin kundi koma upp í málið.
Av tí sama varð onki gjørt við húsini, fyrrenn hann var komin heim aftur. Úrslitið var, at hóast hann kom heim í november mánaða, slapp hann ikki inn til sín sjálvs, fyrrenn í til jólar, tí tá varð lyftan loksins sett upp.
? WC varð ikki gjørt, fyrrenn eitt heilt ár aftaná Og líka til tað var liðugt, mátti Odd sostatt taka til takkar við einum wc-stóli úti í fýrrúminum, tí hann fekk ikki brúkt wc í húsunum.
?Annars fortaldi ein av timburmonnunum, sum var við at umbyggja húsini, at tað tók honum eitt heilt ár at fáa peningin fyri arbeiðið frá Almannastovuni.
So at arbeiða fyri Almannastovuna í Føroyum, tað gjørdi hann ikki aftur, sigur Odd Eið Knutsen.
Bíðaði hálvtannað ár
Tað gekk eisini ómetaliga strilti hjá Odd at fáa avlamisbil.
? Eg søkti um avlamisbil beinanvegin í 1990. Men tað tók hálvtannað ár at avgreiða umsóknina, so bilin fekk eg ikki, fyrrenn í november í 1991.
?Í mai mánað varð tað loksins komið so langt, at eg slapp at royna bilin. Men so steðgaði málið fullkomiliga upp aftur.
Odd Eið sigur, at onki hendi í málinum, hóast hann spurdi og spurdi, sá hann ongan annan útveg, enn at fara til hægsta myndugleika á økinum, nevniliga sjálvan landsstýrismannin í almannamálum, sum tá var Jóannes Eidesgaard.
? Men hóast hann var hægsti myndugleikai á økinum, tók tað honum samfullar tveir tímar at ringja runt í almenna frumskóginum, áðrenn málið varð loyst.
Odd Eið sigur, at hóast hann sat í lammaður í rullustóli, tók tað sostatt hálvtannað ár at viðgera umsóknina um avlamisbil.So seint mala hjólini hjá almannaverkinum.
Men trupulleikarnir hildu ikki uppat fyri tað, at hann hevði fingið bilin.
?Bilasølan, fekk ikki tann partin av pengunum, sum almannaverkið skuldi betala. Tí fekk eg rokningina.
? Eg fekk onki gjørt, uttan at senda rokninga aftur til Almannastovuna, tí tað var hon, sum átti at betala hana. Men tað hjálpti onki. Almannaverkið betalti ikki sín part av upphæddina, so tað endaði við, at eg fekk rykkjara omaná rykkjara eftir hesum somu pengum, sum Almannastovan skuldi betala.
Odd Eið sigur, at tað gingu fleiri mánaðir, áðrenn almannaverkið betalti sín part av upphæddini fyri bilin.
Hann sigur, at sjálvur skuldi hann betala 600 krónur um mánaðin fyri bilin og tá ið bilurin so var seks ára gamal, átti hann hann.
? Men hóast bilurin nú er næstan 10 ára gamalur, hevur Almannastovan ikki enn strikað lánið, sum stendur skrásett í tryggingarskjølunum hjá bilinum. Eg havi ferð eftir ferð roynt at fingið Almannastovuna at boða Tryggingini frá, at lánið skuldi strikast, tí bilurin var goldin. Men eisini tað hevur verið til fánýtis - og nú tími eg ikki meir, tí nú er bilurin farin so illa av elli, at hann skal skiftast út.
Hann minnist eisini, at tá ið hann fekk bilin, søkti hann eisini um stuðul til eina elektriska hurð til bilhúsið.
? Men svarið eg fekk, var hart og kontant: ?Du kan blive våd ligesom alle de andre? var svarið eg fekk frá tí danska málsviðgeraranum, sum hevði umsóknina. Hetta var mátin, sum Almannaverkið noktaði umsókn mínari upp á.
Hevur ikki fingið svar
Avlamisbilurin, sum Odd Eið fekk á sinni, fór fyri einum ári síðani at av álvara at vísa tekin um ellisbrek.
? Í mai mánaða í fjør fór girkassin. Eg søkti beinanvegin um Almannastovuna um fíggjarliga hjálp til at rætta brekið. Tað er nú skjótt eitt ár síðani, men enn havi eg ikki fingið so mikið sum eitt svar frá Almannastovuni. Hevði hon enntá havt sagt ?nei?, so visti eg tað. Men ikki at fáa so mikið sum eitt svar, tað haldi eg vera tað ringasta av øllum.
Men júst hetta er ein høvuðstrupulleiki hjá Almannastovuni, sigur Odd.
? Eg fái ongantíð svar uppá teir fyrispurningar eg havi sent Almannastovuna.
Hann sigur, at fyrst í januar í ár, gekk bilurin heilt fyri. Stutt eftir fór hann við holt við at søkja um ein annan bil.
Men tað hevur gingið líka striltið, sum alt annað, ið hevur við almannaverkið at gera.
Hann sigur, at hóast tey vita, at hann er lammaður og at støðan ikki broytist, skal umsóknin kortini ígjøgnum nógvar hendur einaferð afturat, áðrenn hon verður játtað.
? Eg hevði væntað, at umsóknin um bilin fór at vera skjótt avgreitt hesuferð, tí eg eri longu væl og virðiliga skrásettur hjá almannaverkinum.
? Men eg gjørdust skjótt klókari, tí tað er blivin akkurát sami vavgreytur , sum alt annað hjá teimum. Fleiri ferðir hevur verið ætlanin, at umsóknin skuldi koma til viðgerðar.
? Men ta einu ferðina, umsóknin skuldi viðgerðast, mátti hon kortini leggjast til viks aftur, tí tey høvdu gloymt at biðja um eitt tilboð uppá ein bil.
?Eina aðru ferð fekk eg at vita fyri heilt vist, at dagin eftir skuldi umsóknin kom fyri. Men tá ið eg so ringdi aftur dagin eftir, fekk eg at vita, at málsviðgerðarin var farin til Danmarkar at ferðast sama morgun og at umsóknin kundi ikki verða viðgjørd, fyrrenn hann kom aftur.
? Tað haldi eg er tekin um eina ótrúliga líkasælu mótvegis viðskiftafólkunum hjá Hjálpartólamiðstøðini. Men soleiðis er ein vika fyri og onnur eftir, farin.
Odd Eið sigur, at tað er ikki ffyrrenn í farnu viku, at hann fek boð um, at nú er bilurin játtaður.
? Men tá høvdu nógv ymisk fólk hjálpt mær og roynt at toga í træðrirnar. Bæði sjúkrasystrar, og onnur, hava ringt aftur og aftur á Hjálpartólamiðstøðina og spurt og plága og fortalt teimum, hvat tey hildu um slíka viðferð, sum eg hevði fingið. Høvdu t ey ikki havt hjálpt mær, var málið verri enn so avgreitt enn.
? Vit vóru eisini hjá sjálvum landsstýrismanninum og kærdu okkara neyð. Alt hetta tykist so at hava fingið glið á málið.
Men hóast bilurin nú er játtaður, skal Odd ikki vænta, at hann fær nakran bil at koyra í, fyrrenn ímóti sumri, um alt gongur heilt væl.
?Tí nú bilurin er játtaður, skal hann byggjast um og broytast, so at eg fái brúkt hann. Onki verður gjørt við bilin, fyrrenn hann er játtaður, so serútgerðin, sum skal í hann, verður ikki bíløgd fyrrenn nú, og so skal hon setast í . Tað skal nokk taka sína tíð, sigur Odd.
Eg plági og plági
Odd Eið plagar at vera á sjúkrahúsinum á Tvøroyri einaferð um vikuna at fáa viðgerð í tí heita hylinum. Viðgerðin er ein tíma hvørja ferð og hann sigur, at viðgerðin ger honum ómetaliga væl.
Men síðani bilurin gekk fyri, er hann ikki sloppin til hesa viðgerðina.
?Tá ið bilurin gekk fyri fyrst í januar, søkti eg Almannastovuna um hjálp til flutningin úr Porkeri, norður á Tvøroyri. Við umsóknini fylgdi læknaváttan frá kommunulæknanum.
Tað, sum Odd hugsaði um, var at fáa stuðul til ein bil norður á Tvøroyri einaferð um vikuna.
Hóast tað nú eru meir enn tveir mánaðir síðani, er onki svar komið frá Almannastovuni enn.
? Og Hjálpartólamiðstøðin gav mær ein og greið boð um, at skuldi er brúk bil, kundi eg leiga hýruvogn og gjalda hann sjálvur.
Odd Eið sigur, at frá Hjálpartólamiðstøðini fekk hann tó so mikið at vita, at hann kundi fáa ein bil í umbýti til umsóknin um um bil varð avgreidd.
? Eg kannaði málið, og tað vísir seg, at tað kostar 10.000 krónur um mánaðin at leiga ein bil. Og tað segði Hjálpartólamiðstøðin kortanei til, tí tað var ov dýrt.
? Eg veit ikki, hvat tey koma við slíkum til, tá ið tey vita frammanundan, at tað letur seg ikki gera.
Hann sigur, at hesa tíðina, hann ongan bil hevur havt, er hann ongan veg sloppin, uttan við vælvild frá øðrum.
? Bussurin hjá Bygdaleiðum hevur onga lyft, so tað er bara av vælvild, at bussførarin lyftir meg upp í bussin og úr honum aftur. Út sleppi eg ikki sjálvur, eg fái ikki so frægt sum keypt mær ein margarinpakka. Eg føli meg sum eina ordiliga plágu, tí eg noyðist alla tíðina at biðja fólk um at rætta mær eina hond við einum ella øðrum.
Alt ov stirvið
Á fundinum hjá Javna varð ført fram, at hjálpartólamiðstøðin umbar seg við, at tey vóru so illa mannað, tí gekk tað so drúgv tíð at viðgerða umsóknirnar.
Men fólk hildu ikki, at hetta var einasta orsøkin.
? Tað kann heldur ikki kallast annað enn líkasæla mótvegis viðskiftafólkinum, tá ið Odd fær at vita, at umsóknin skuldi verða avgreidd dagin eftir, men at málsviðgerðarin kortini fer at ferðast so at málið aftur verður lagt til viks.
? Tað kann heldur ikki vera meiningin, at einasti máti at fáa eina umsókn avgreidda skal vera at ringja og ringja upp í saman til teir ymsu stovnarnar at fregnast og skeldast og gera seg ómøguligan, ella at blanda sjálvan landsstýrismannin upp í.
? Skipanin er eisini ov stirvin, tá ið ein sum Odd skal ígjøgnum alla umsóknar-mylnuna hvørja ferð, hann hevur brúk fyri onkrum, tí hann endaði í rullustóli, tá hann meiðslaði seg fyri skjótt 11 árum síðani, og har verður hann sitandi, tað hann hevur eftir at liva .
? Tá ið hann longu er væl og virðiliga skrásettur í almannaverkinum og øll tí vita, hvussu støðan hjá honum er, átti hansara umsóknir at ikki at verið annað enn ein avgreiðsluspurningur .
? Høvdu ikki øll møgulig fólk havt hjálpt mær við at fáa umsóknina um hendan nýggja bilin ígjøgnum skipanina, hevði bilurin verri enn so verið játtaður enn, leggur Odd Eið afturat.