Óli fer um teir hálvt hundrað

Tvørámaðurin í Hvidovre verður í kvøld triði føroyski landsliðsspælarin í fótbólti, sum hevur umboðað føðilandið hálvt hundrað ferðir


 

Fótbóltur



Eitt sindur av einum hátíðarhaldið verður tað hjá Óla Johannesen á olympiska leikvøllinum í Moskva í kvøld. Gongst alt eftir ætlan, og Óli Johannesen verður í sín i vanligu ódn í miðverjuni, so fer Óli hann í kvøld at umboða føðilandið fyri 50. ferð í altjóða skrásettum landsdysti.

Tað eru næstan níggju ár síðani, at Óli fyrstu ferð kom á landsliðið. Tá Ísrael og Føroyar spældu 1-1 á Svangaskarði 5. august í 1992, spældi Óli 22 minuttir. Hann loysti Allan Mørkøre av. Tann dysturin var tann 18. altjóða skrásetti landsdysturin. Í kvøld er dystur nummar 72 á skránni. At Óli í kvøld verður skrásettur fyri dyst nummar 50 boðar frá, at hann hevur verið sera drúgvur, síðani hann fyrstu ferð kom á liðið.

Einasta ferðin at Óli ikki hevur verið afturvaldur síðani fyrstu ferðina, hann var á landsliðnum, var í næsta dystinum. Føroyar taptu 6-0 í Wales, og Óli sat á beinkinum allar 90 minuttirnar. Síðani spældi hann vuið í 31 dystum upp í slag. Í øllum dystunum spældi hann alla tíðina uttan í tí eina. Tað var í vinardystinum ímóti Noreg 11. august í 1993 (í dysti nummar 25). Føroyar taptu 7-0, og Óli spældi bara fyrstu 31 minuttirnar.

At vera við í 31 dystum upp í slag er føroyskt met, og metið verður ikki tikið nógvu teir næs tu dystirnar. Samanhangandi dystarrøðin hjá Óla Johannesen kundi havt verið uppaftur longri. Men tá landsliðið 4. juni í 1998 tapti EM undankappingardystin í Estlandi 5-0, var Óli ikki við. Hann var upptikin av próvtøku á læraraskúlanum.

Tá landsliðið tíðliga á árinum í fjør spældi tveir NM dystir í Spania, sat Óli Johannesen á beinkinum í fyrra dystinum, sum var ímóti Finnlandi. Hann var skaddur, men var nóg væl fyri at spæla ímóti Íslandi. Tað bar ikki til hjá Óla at vera við í venjingardystinum ímóti Liktinstein í apríl í fjør.

Undan 50. landsdystinum hevur Óli Johannesen, sum varð liðformaður, tá Todi noyddist at fara av vøllinum leygardagin, skorað eitt landsliðsmál. Tað skoraði hann í 2?2 vinardystinum ímóti Estlandi á Kýpros 24. februar 1996.

Á landsliðnum hevur Óli Johannesen umboðað fýra feløg. Fyri barndómsfelagið, TB, hevur hann spælt 25 landsdystir, og fyri B36 hevur hann spælt 14 landsdystir. Tíðarskeiðið í AGF spældi Óli átta landsdystir, og í kvøld fer Óli at spæla fyri triðju ferð á landsliðnum, síðani hann flutti til Hvidovre.

Triði í røðini

Óli Johannesen er triði føroyingurin, sum røkkur hálvt hundrað landsdystum. Hinir báðir eru Jens Martin Knudsen og Allan Mørkøre. Jens Martin, sum í alt hevur spælt 52 landsdystir, fór um teir 50 í Liktinstein 26. apríl í fjør. Allan Mørkøre, sum í alt hevur spælt 53 landsdystir, var fyri 50. ferðina á landsliðnum, tá Danmark var á Tórsvølli 16. august í fjør.

Tað er neyvan langt við síðuna av at rokna við, at tað fer ikki at ganga so rúm tíð, áðrenn Óli Johannesen fer at hótta teir báðar omanfyri nevndu. Allan Simonsen tykist hava gjørt av, at Jákup Mikkelsen er fyrsta valið ímillum stólparnar. Tað vil siga, at Óli togar inn á Jens Martin Knudsen hvørja ferð, hann er á liðnum. Allan Mørkøre er ikki við í Russlandi, tí hann er skaddur. Tíðin fer at vísa, um hann verður eins drúgvur á landsliðnum, sum Óli Johannesen tykist vera.

Nógv bendir á, at Øssur Hansen verður fjórði landsliðsmaðurin, sum fer at røkka hálvt hundrað landsdystum. Í kvøld er hann á landsliðnum fyri 44. ferð. Øssur, sum ímóti Luksemburg spældi sera sannførandi og rutinerað, og Todi hava leingi verið javnir í dystartali.

jh