grunnum. -Lay down for a rainy day - legg til síðis til verri tíðir taka bretar til. Og tað er eisini í lagi. Men er nakað í undirgrundini, so má tað eisini brúkast til at varðveita tað verandi og leggja lunnar [...] ður í oljumálum, hevur Eyðun Elttør verið rættiliga kúrrur. Tað eru tey, sum leingi hava ótolnast eftir onkrum útspæli ella bara onkrum úttalilsi frá landsstýrismanninum. Hesin hevur tó gjørt greitt, at [...] tí at tað loyvi verða latin, til borað verður, gongur helst eitt ár. Hesa tíðina fáa vit stundir at fáa hesi viðurskiftini uppá pláss. Men hvat nú um oljufeløg eru klár til at bora longu frá ár 2000? -Eg
tað var Franco ella onkur annar búrkroppur - akkurát, sum tað er tað avgerandi í hesum máli. Nei, tú hevur stemplað ein stóran part av tínum landsmonnum sum landasvíkjarar, hvørki meiri ella minni! Eg sum [...] vita øll, hvat tann nationalisman hevur ført til! Og so fáa vit øll at vita, sum hava stuðlað hesi sosialdemokratisku kós, at vit eru 5.kolonnufólk! Makaleyst! Henda politiska skipan, sum hevur megnað meir [...] sum trúði, at tú hevði ein farra av humanistiskari trá í tær - tú plagdi mangan, tann tíð ta var, at tosa um hvussu ræðuligur Óli Breckmann var í ringastu Dagblaðstíðini í 70 - 80-unum. Men tú ert ikki smittin
taka seg aftur í, at eingin føroyingur hevur nakrantíð áður verið so eyðsýndur úti á vøllinum, sum Todi var hesa ferð. FCK álopsmaðurin, sum hesar síðstu vikurnar hevur verið miðvallari, var ein støðug hóttan [...] spælaran, sum hann metti skaraði framúr, og venjarin tordi næstan ikki at ímynda sær, hvat tað kundi havt verið: ? Todi hevur ikki marginalirnar við sær, tá tað snýr seg um at gera mál, og tað er spell. Hevði [...] hvørjum øðrum. Heldur tú, at tað var brotsspark? ? Eg merkti væl, at verjuspælarin nart við beinið, og so spældi eg uppá tað, men dómarin helt ikki, at tað var brotsspark. Átti tú at havt skorað upp á
sett til tín og harvið eisini ábyrgd. Tú lærir at arbeiða málrætta og prioritera, og á henda hátt lærur tú nógv um teg sjálvan og tíni egnu áhugamál. Harafturat verður tú í heilum settur andlit til andlit [...] student og HF, og tað er gleðin við at ogna sær vitan. Tá ein hevur fingið prógvið, spyrja fólk alt fyri eitt, hvat tú nú skalt brúka tað til. Eg fór ikki á student við ávísari hægri útbúgving fyri eyga [...] ógvuliga gott at hava ætlanir víðari tá tú kemru út. Eg hevði ikki klára at komi úr skúlanum og møguliga hvørki havt arbeiði ella ætlan. So hevði tað kennst tómligt. Hvat eru so tykkara ætlanir nú tit eru liðug
skjótt varð komið eftir, at hetta varð eisini hent at hava koblað til eina teldu, tí við stóra dátukapacitetinum, sum ein fløga hevur, bar til at goyma stór forrit og spøl á einari fløgu, ístaðin fyri at skula [...] hópatali. Orsøkirnar til hetta kunnu vera so mangar. Hinvegin er tann, sum vit aloftast hoyra, at tað er alt ov dýrt at keypa originalar útgávur av øllum hesum. Hví skalt tú nýta 150 kr. til at keypa eina fløgu [...] viðvíkjandi. Tað er jú eingin, sum forðar tær, tá tú skalt keypa neyðugu útgerðina til at taka nápavritini. CD-brennari, brennbarar fløgur og líknandi fáast jú til keyps, uttan at nakar setur spurnartekin við
í níti árunum, verður varðveitt. Hvat hugsar tú um? ? Styrkin hevur ligið í tí sálarliga og í samleikanum. Viljin at vinna hevur verið óførur, stuðulin í bygdini hevur verið fantastiskur, og vit halda [...] at nokta nøkrum møguleikan, sum hevur hug at royna seg hjá okkum, men tað er týdningarmikið í Gøtu, at vit eru medvitandi um, at tað, sum hevur eyðkent GÍ, og sum hevur havt so nógv góð úrslit við sær [...] av ungu spælarunum, ið eru í felagnum, og sum nú eru um at gerast búnir til bestu deildina. Alexander Radosavlovic ella Sasha hevur spælt við GÍ í ár, men vit hava skilt tað soleiðis, at hann verður ikki
Tað, sum tú ikki vildi verða, tað bleivst tú: Lærari, eina tíð í øllum førum. Tað sum tú vildi verða, men sum tú ikki tordi at siga fyri nøkrum menniskja, tað bleivst tú. Rithøvundur. Hvat var tað triðja [...] meira, tá ið hann av fyrstan tíð fór til gongu. Hann sigur sjálvur frá, at pápin spurdi seg, tá ið hann var komin til fermingaraldur, hvat hann ætlaði sær: -Hvat skalt tú verða? -Eg veit ikki. -Sjómaður? -Veit [...] skrivar, gerst persónlig ogn hjá lesaranum, so at tað, sum hann hevur sæð, tað hevur lesarin aftan á lesingina sæð og upplivað sjálvur. Hann hevur fingið innan í sær eina ogn, sum hann visti ikki um, og sum
lækka játtan til Kl.Sj. við at vísa til fólkapensiónirnar, tí hon hevur longu fingið 40 mill. kr. til hetta endamál. Uppá fyrispuring um ikki heilsumálaráðharrin hevur sín fulla rætt til at leggja fram [...] Rættiligt rok hevur tikið seg upp um játtanina til Klaksvíkar Sjúkrahús á komandi fíggjarlóg. Eftir at landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur avgjørt at skerja játtanina til Klaksvíkar Sjúkrahús út frá [...] at síggja, at tað broytir nakað uppá hasa prioriteringina, um tú hevur fullveldi ella ikki sigur hann og vísir til lógina fyri sjúkrahúsverkið, har tað týðiliga stendur, at tað skulu vera trý sjúkrahús
leiða til at ov nógv og alt ov stór lán. Í øllum førum er tað torført at fáa eyga á hvat skal halda kreditfeløgunum frá at lána føroyingum pengar, sigur Jørn Astrup Hansen. Men leggur tú so upp til, at tað [...] loyna, at broytingarnar, sum standa fyri framman eru stórar, men spurningurin er um tær eru til tað góða ella til tað ringa. Í kjakinum er komið fram, at tað einasta, sum er púra vist í sambandi við Hvítubók [...] kredittvirði, sum ikki hevur støðið í tí sum tann føroyski samfelagsbúskapurin klárar at bera, sigur Jørn Astrup Hansen. Yvirmettu okkara evnir Hann leggur afturat, at ein av orsøkunum til, at føroyska samfelagið
bóndi ella arbeiðstakari, hevur tað altíð rúmast meira í hansara lívi. Jógvan Gerðalíð hevur yrkt, hann hevur verið í sangkóri, hann hevur gjørt upptøkur, hann hevur verið radioamatørur og hann hevur verið [...] upptøkumaður Jógvan Gerðalíð hevur ongantíð verið bóndi ella arbeiðstakari burturav. Hann hevur tikist við at yrkja, hann hevur verið í sangkóri, og hann hevur tikið tónleik upp. Hann hevur altíð havt tætt samband [...] árini fóru ikki til spillis, men tað var nokk so beiskt at viðurkenna, at tað bar ikki til við jarðarbrúki í Klaksvík. Jógvan Gerðalíð hevur verið við til fleiri stórarbeiði í Norðoyggjum. Hann var formaður