Tað eru átta ár og tríggjar mánaðir, síðani Todi Jónsson kom á landsliðið fyri fyrstu ferð. Leygarkvøldið spældi hann 37. landsdystin, og tað er einki at taka seg aftur í, at eingin føroyingur hevur nakrantíð áður verið so eyðsýndur úti á vøllinum, sum Todi var hesa ferð.
FCK álopsmaðurin, sum hesar síðstu vikurnar hevur verið miðvallari, var ein støðug hóttan fyri kekkisku verjuna. Teir høvdu alla tíðina tveir menn á honum, og hvørja einastu ferð, tá Todi fekk fatur á bóltinum ? og tað gjørdi hann sera ofta ? so tóktist vandi at vera á ferð.
? Eg haldi tað vera heilt undarligt, at tríarin hjá teimum (Suchopárek, blm.) bara fekk eitt gult kort. Ta einu ferðina, tá teir mitt fyri brúktu neyðbremsuna ímóti Toda Jónsson hevði tað ikki verið nakað forgjørt í, at kortið hevði verið reytt í staðin fyri at vera gult, og so haldi eg avgjørt, at Todi í 2. hálvleiki varð snýttur fyri eitt brotsspark.
Hetta var brotpartur av tí, sum Allan Simonsen hevði at siga um spælaran, sum hann metti skaraði framúr, og venjarin tordi næstan ikki at ímynda sær, hvat tað kundi havt verið:
? Todi hevur ikki marginalirnar við sær, tá tað snýr seg um at gera mál, og tað er spell. Hevði hann verið heppin í kvøld, so kundi hann havt skorað eitt og tvey og kanska trý mál. Tað hevði farið sum eldur kring Europa, og tað kundi havt bæði eitt og annað við sær. Góða møguleikan at stúta mál, fekk Todi serveraðan, men hinar møguleikarnar skapti hann sær sjálvur, og tað haldi eg var sera væl gjørt, var tað, sum venjarin hevði at siga um álopsessið í Prag, áðrenn venjarin og FCK maðurin saman við Jákupi Mikkelsen fóru úr flogfarinum, tá tað sunnunáttina millumlendi í Billund.
Rætti stílurin
Todi Jónsson var sum vera man væl nøgdur. Uttanfyri Sparta Praha stadion var tað teir rópa ein miksaður soni ella eitt grátt øki, kunnu vit kanska kalla tað. Har hittust tíðindafólkini og spælararnir eftir lokið stríð, og tað var eyðsýnt, hvørjum kekkisku tíðindamenninir høvdu størstan áhuga at tosa við.
Teir vóru sum meyrir rundanum besta spælaran á vøllinum, og teir spurdu ikki bara um avrikið í Prag. Um framtíðina visti Todi ikki so nógv at siga teimum, men hann staðfesti enn eina ferð, at hann droymir um at spæla fótbólt í Onglandi.
? Tað gekk væl hjá øllum liðnum, bæði í verjupartinum og í álopspartinum. Vit vóru væl skipaðir og arbeiddu væl fyri hvørjum øðrum.
Heldur tú, at tað var brotsspark?
? Eg merkti væl, at verjuspælarin nart við beinið, og so spældi eg uppá tað, men dómarin helt ikki, at tað var brotsspark.
Átti tú at havt skorað upp á møguleikarnar?
? Eg átti at havt skorað upp á stútaran. At langskotið tók tvørtræið og royndin úr vinstru síðu fór eitt sindur við síðuna av handara stólpanum gerst ikki við. Men nú aftaná iðri eg meg um, at eg í støðuni, tá eg haldi, at eg varð snýttur fyri brotssparkið, ikki royndi meiri at fáa bóltin framvið málverjanum, sum var langt úti. Hevði tað eydnast, so hevði málið verið púra opið, og um tað ikki hevði eydnast, so hevði verið skjótt, at misbrotið hevði verið so mikið stórt, at tað ikki hevði borið til hjá dómaranum at sloppið undan at bríksla.
Men hvør skuldi skotið brotssparkið?
? Frammanundan var avtalan, at eg skuldi skjóta, um vit fingu brotsspark, var svarið hjá Toda Jónsson, sum segði seg ikki ivast í, at hann hevði tikið av, um møguleikin úr ellivu metrum hevði verið har. Og tað skilja vit væl, tá havt verður í huga hvørjum myndugleika hann spældi við.