er at lesa hesa frágreiðing og ikki minni áhugavert er at leggja tilmerkis, at tað ongastaðni í frágreiðingini verður roynt at vegleiða myndugleikarnar um, hvussu almennu lønarviðurskiftini eiga at verða [...] inflatiónin heldur seg til uml. 2% árliga. At halda at inflatiónin verður lægri enn hetta er óveruligt. Hetta merkir, at føroyski lønmótakarin má, fyri at fáa sama virðið í lønarposan, hava ein lønarvøkstur á [...] siga, at tað als ikki er pláss fyri eini lønarhækkan, um bygnaðarliga hallið skal verða burtur í 2015. Hesum tekur búskaparmetingin frástøðu frá. Hinvegin sigur frágreiðingin, at málið kann náast í 2015
møguleika at loysa upp fyri tí læstu støðuni. Hendir ikki okkurt, sum líkist hesum, gerst klovningurin bara alt størri í tjóðini til vit mentalt enda í eini støðu líkari tí í Norðurírlandi. Hetta má ikki henda [...] ikkin ? hetta ikki minst eftir, at tað gerst alt meira greitt, hvør, ið kemur at rinda gildið. Higartil hevur samgongan hóast innanhýsis klandur og ófrið borið seg at sum ein einflokkastjórn í einum ó [...] búskapin. Vit fara ikki her at taka dagar millum, hvørt hetta er saklig politisk argumentatión. Tað lata vit yvir til lurtaran/lkesaran og hinar flokkarnar. Hinvegin loyva vit okkum at vísa á, at føroyska tjóðin
ábendingar eru í fráboðanini. Løgmaður tryggjar sær at kunna fara aðrar vegir í málum, har samstarvsflokkurin ikki er við, samstundis sum dyrnar standa opnar fyri hesum flokki at koma upp í samgonguna. Her [...] er ósamdur við samgonguna. Hetta mál kemur tó ikki at órógva samstarvið, tí stuðulsflokkurin her stendur fríur. Hvat, ið fer at henda við øðrum stórum málum, har semja ikki er, t.d. tunnilsmálið, er óvist [...] ið skulu tryggja felags kós í heilt nýggjari politiskari støðu. Hetta merkir eitt nú, at løgtingsnevndirnar verða valdar av nýggjum og at Sjálvstýrisflokkurin kemur upp í samráðingarnar um fíggjarlógina
oljuvinnu ans. Hetta var fyrst í 90-unum, tá hann og aðrir stovnaðu oljufelagið ?Kolan?, ið hevði til endamál at savna vitan um olju og fáa samband við teir, sum vóru í oljuvinnuni, at fáa føroyingar at virka í [...] hon kemur í gongd. Í dag umsitur Olaf Olsen teir 8 cubatrolararnar, sum í síni tíð vóru teir fyrstu føroysku bátarnir í oljuvinnuni, tá teir vórðu leigaðir út sum standbyskip í oljuvinnuni í Norðsjónum [...] Olaf Olsen sigur, at tað ber til at fáa cubatrolararnar lagdar um aftur til oljuvinnu, um so er at man fekk onnur skip at fiska ístaðin fyri. Teir hava annars havt tveir av cubatrolarunum í oljuvinnuni herfyri
Filipovic seinasta málið í dystinum. Eingin møguleiki Við tapinum er so einki at ivast í, at leiluturin hjá GÍ í Europa í ár er av. Hetta nýtist tó als ikki at vera nakar bági í so máta. Í landskappingini hava [...] ógvusligi hitin ein av orsøkunum til, at tað gjørdist so torført hjá føroysku leikarunum. Um 36 hitastig vóru í Beograd hósdagin ? í skugganum ? og hetta er so als ikki nakað, sum hóvar okkara leikarum serliga [...] einki at gera, tá Zoric frá 11-metra blettinum sendi brotsspark í kassan. Tvey afturat Í seinna hálvleiki helt gongdin fram. Obilic hevði tamarhald á so at siga øllum, men tað eydnaðist teimum tó ikki at
vóru á val týsdagin enn í 1987. Samstundis sigur hetta okkum, at tað eru komnir 2.688 sambandsveljarar afturat síðani seinasta val. At áhugin var so stórur fyri fólkatingsvalinum í ár er kanska tað mest [...] afturgong uppá 6,4%. Sjálv afturgongdin í atkvøðutalinum var ikki so meira enn 162 atkvøður, men greitt er, at Fólkaflokkurin, eftir at hava verið umboðaður á fólkatingi í longri tíð, datt heilt niðurímillum [...] valúrslitinum, so sæst, at einamest Sambandslflokkurin hevur gjørt risa framstig á fleiri valstøðum, har tað vanliga ikki plagar at liggja so væl fyri hjá flokkinum. Eitt nú í Fuglafirði og í Vági var Samband
vetur. Viðkomandi helt, at hatta er jú ikki meira enn eitt festi, sum so mong onnur í Føroyum. Men er tað nú tað? Eg svaraði aftur, at eg haldi ikki rættiliga, at til ber at siga, at Fámará "bara" er eitt [...] so nógva umrøðu í føroyska miðlalandslagnum (og ikki minst Facebook), at hann var um at troyttast av tí. Hann helt, at málið - sæð í einum samfelagsligum perspektivi - ikki er so stórt, at tað rættvísger [...] sagt, at tað er eitt sindur møðsamt ikki at kunna fara á Facebook í løtuni uttan at skula blíva teppibumbaður við greinum, viðmerkingum og áheitanum um eitt festi, sum fá ánaðu, hvar lá fyrr enn í vetur
tekur skattatíðspunktið inn í hetta kjak tænir einans einum endamáli, nemliga at káva útyvir, at pensjónir í dag verða munandi harðari skattaðar enn áður, og fyri at káva útyvir, at meinigi pensjónsuppspararin [...] orsaka av at skattingin av egnari pensjón er broytt. Í hesum førinum er tað ikki skattatíðspunktið, sum er orsøkin til munin. Orsøkin er, at skatturin er øktur frá A-skattasatsi til 40% flatskatt. At samgongan [...] Tá ið samgongan í 2011 avgjørdi at hækka pensjónsskattin til 40% og skatta tað við inngjaldi rakti hetta vanliga føroyingin sera meint. Missurin hjá einum vanligum arbeiðara, sum í eitt arbeiðslív hevur
Nám X, gingu 170 næmingar í 10. Flokk, men í ár eru teir 215 í tali. - Góða undirtøkan bendir á, at er tilboðið spennandi og tí vilja næmingarnir kanska heldur fara í Nám X, enn at fara á eftirskúla uttanlands [...] næmingum fyri at fara í 10. flokk, munandi fallin. Tað skrivar Skúlablaðið. Blaðið skrivar, at nú eru tað sløk 22% færri skúkanæmingar, sum fara í 10. Flokk, enn tað vóru skúlaárið 2006/2007 Hetta svarar til [...] flokki. Hetta skúlaárið er talið 506 og í fjør upp aftur minni, 446 næmingar. Samanborið við 2006/2007 gingu 31 prosent færri í 10. flokki seinasta skúlaár og 21,7 prosent hetta skúlaárið. Men samstundis
Olsen hevur verið gott, og nógv spennandi prát hava verið. - Hetta er ein løgin kensla. Eg veit ikki um nakar hevur uppiborið hetta, men hetta er siðvenjan. Ein andlitsmálningur skal fáa lyndiseykennini [...] aftur í málninginum. - Málningurin er trúgvur ímóti míni persónligheit, og hon kann bæði vera mild og hvøss. Hon rúmar, álvara, dirvið, og tað at hyggja frameftir. Hetta vóni eg hevur eyðkent meg í mínum [...] listamaður, hevur málað listaverkið. Í røðu síni greiddi Bjørt Samuelsen frá, at Páll á Reynatúgvu og Torbjørn Olsen hittust 10 ferðir, og Páll á Reynatúgvu sá ikki málningin fyrr enn hann var liðugur.