Millum teir gomlu og royndu føroysku vinnulívsmenninar, sum eru við á oljumessuni í Stavanger í hesum døgum er eingin minni enn ?the grand old man? í føroyskari fiskivinnu og fyrrv. landsstýrismaðurin Olaf Olsen.
Vanliga seta vit navnið Olaf Olsen í samband við fiskivinnu og reiðskap til fiskivinnuna. Men kortini var júst Olaf Olsen ein av teimum fyrstu vinnulívsmonnunum, sum vísti eini komandi oljuvinnu ans. Hetta var fyrst í 90-unum, tá hann og aðrir stovnaðu oljufelagið ?Kolan?, ið hevði til endamál at savna vitan um olju og fáa samband við teir, sum vóru í oljuvinnuni, at fáa føroyingar at virka í hesi vinnu. Tað kom tó ongantíð verulig gongd í felagið, sum kortini framvegis er tiil.
Nú er Olaf Olsen tó aftur at síggja millum teir føroyingar, ið vilja vera við í oljuvinnuni. Hann er nevndarlimur í oljufelagnum Føroya Kolvetni, sum hevur fingið leitiloyvi saman við italska felagnum Agip.
-Eg rokni við, at oljan fer at verða ein stórur partur av føroyska vinnulívinum og sum vinnulívsmaður haldi eg tað vera spennandi sigur Olaf Olsen, sum vísir á, at virksemi hjá teimum í dag hevur tilknýti til eina oljuvinnu eisini. Her sipar hann til framleiðsluna á Vónini, har hann er stjóri og nevndarformaður.
Har hava teir arbeitt við rigging av ymsum slag, og tað er eisini ein álvarsligur partur av tí, sum oljuvinnan hevur brúk fyri, stroppar og annað riggaraarbeiði til oljuvinnu, tá hon kemur í gongd.
Í dag umsitur Olaf Olsen teir 8 cubatrolararnar, sum í síni tíð vóru teir fyrstu føroysku bátarnir í oljuvinnuni, tá teir vórðu leigaðir út sum standbyskip í oljuvinnuni í Norðsjónum. Olaf Olsen sigur, at tað ber til at fáa cubatrolararnar lagdar um aftur til oljuvinnu, um so er at man fekk onnur skip at fiska ístaðin fyri.
Teir hava annars havt tveir av cubatrolarunum í oljuvinnuni herfyri og ætla teir at liggja framvið.
Olaf Olsen sigur, at tað hevði verið gott, um tað hevði borið til at brúkt teir gomlu cubabátarnar í oljuvinnuni og so fingið onnur nýggjari og betri skip at avloyst teir. -Hetta vita vit ikki enn, men vit royna at finna fram til, hvat skip kunnu kosta, sum kunnu avloys Cubatrolararnar. Hetta arbeiði er komið nakað ávegis og hava vit eina hylling á, hvar prísurin liggur, men soleiðis sum upsaprísur og oljuprísur er í dag, so er tað ikki nóg áhugavert.
Men skuldi tað hent, at upsaprísurin fer upp og oljuprísurin niður, so kundi hetta blivið spennandi. So útlit eru kanska til, at gomlu cubatrolararnir koma aftur til sína gomlu vinnu og harvið kundu verið brúktir í nøkur ár aftrat.