Áhugavert er at lesa hesa frágreiðing og ikki minni áhugavert er at leggja tilmerkis, at tað ongastaðni í frágreiðingini verður roynt at vegleiða myndugleikarnar um, hvussu almennu lønarviðurskiftini eiga at verða framyvir.
Politikararnir siga, at tað als ikki er pláss fyri eini lønarhækkan, um bygnaðarliga hallið skal verða burtur í 2015. Hesum tekur búskaparmetingin frástøðu frá. Hinvegin sigur frágreiðingin, at málið kann náast í 2015, um inflatiónin heldur seg til uml. 2% árliga. At halda at inflatiónin verður lægri enn hetta er óveruligt. Hetta merkir, at føroyski lønmótakarin má, fyri at fáa sama virðið í lønarposan, hava ein lønarvøkstur á áleið 2% árliga. Annars fylgir lønmótakarin ikki við.
Lønin má hækka 2% um árið, skal virðið verða tað sama, men væntandi er hetta ikki nóg nógv. Lønarposin fer at gerst soltnari, tí størri hol verða klipt í bjølgin. Skattaskrúvan, sum er skrúvað í botn, og hækkandi avgjøldini gera, at holini í lønarposanum gerast alt størri. Posin lekur sum soldið.
Skal føroyski lønmóttakarin liva av tí, ið eftir er í útgataða lønarposanum, má útreiðsluneutraliteturin hjá teimum ráðandi finnast aðrastaðni enn hjá lønmótakaranum. Her má politikkur til. Loysnin er ikki at taka vunnin rættindi frá fakfeløgunum. Í Føroyum, her alt er ov dýrt fer at gerast enn dýrari at liva. Tí taki eg fult undir við almennu fakfeløgunum, tá ið tey siga: »Vit krevja nakað, og vit fáa nakað«.










