Sendingin avdúkaði djúpa ósemju um yvirtøkupolitikkin, samstundis sum hon avdúkaði, at kósin verður hildin. Tjóðveldisflokkuirn vil halda fram við yvirtøkum uttan íhald, meðan hinir samgonguflokkarnir tykljast at vera í iva. Til tess at styrkja sína argumentatión hevur Tjóðveldisflokkurin tikið í brúk eina nýggja búskaparliga dimensión: blokkurin verður nú mettur við atliti at føroyska búskapinum og ikki mettur í mun til samlaðu fíggjarlógina. Blokkurin umboðar sostatt bert nøkur fá procent, sum ongan týding hava fyri almenna búskapin.
Vit fara ikki her at taka dagar millum, hvørt hetta er saklig politisk argumentatión. Tað lata vit yvir til lurtaran/lkesaran og hinar flokkarnar. Hinvegin loyva vit okkum at vísa á, at føroyska tjóðin enn sum áður stendur tvíbýtt í fullveldisspurninginum. Hetta er í longdini ósunt fyri eina tjóð. Hvussu leingi tola vit sum tjóð og fólk at vera so ósamd um eitt so grundleggjandi mál? Má ein spyrja. Her má vend koma í og liggur stór ábyrgd á samgongu eins væl og á andstøðu í hesum máli. Samgongan má endurskoða sín harðrenda politikk og koma andstøðuni meira á møti. Hetta má hon gera út frá tí einfalda veruleika, at bert ein lítil helmingur av føroyingum veruliga ynskir henda harðrenda fullveldispolitikkin ? hetta ikki minst eftir, at tað gerst alt meira greitt, hvør, ið kemur at rinda gildið. Higartil hevur samgongan hóast innanhýsis klandur og ófrið borið seg at sum ein einflokkastjórn í einum ódemokratiskum landi. Maktin tykist vera alt fyri samgonguflokkarnar, tí hanga teir saman hóast ósemju um loysingarleistin. Allar avgerðir eru tiknar uttan fyri tingsins gátt. Politiskt orðaskifti er einki. Innanhýsisklandrið og orðadráttirnir hava bert til endamáls at káva út yvir hendan veruleika. Hvussu leingi tolir eitt fólkaræði eina slíka viðferð? Henda spuring seta mong í hesum døgum.
Hinvegin má andstøðan taka í egnan barm. Higartil hevur hon lagt fram fá verulig alternativ og andstøðan hevur staðið veik í tí sindri av politiskum og principiellum orðaskifti, ið hevur verið. Í mongum førum hava samgonguflokkar virkað sum andstøða til sína egnu samgonga. Tá ruggar ikki rætt. Andstøðan má finna síni egnu bein og seta upp eitt realistiskt og trúverdugt alternativ, sum kann geva teimum demokratisku pørtunum av samgonguni ein møguleika at loysa upp fyri tí læstu støðuni. Hendir ikki okkurt, sum líkist hesum, gerst klovningurin bara alt størri í tjóðini til vit mentalt enda í eini støðu líkari tí í Norðurírlandi. Hetta má ikki henda og tí eiga allar góðar demokratiskar kreftir at umhugsa støðuna í størsta álvara.
Sosialurin