UEFA-Cup
GÍ leikti hóskvøldið fyrra dystin móti Jugoslaviska Obilic, og sum væntað, kundi føroyska oddaliðið ikki gera stórvegis fortreð móti jugoslaviska yvirvaldinum.
Longu tá lutakastið fór fram, roknaðu flest øll við, at GÍ hevði fingið óhepnastu dragingina av føroysku liðunum, og eftir dystin í Beograd man henda meting eisini standa við.
Lág leikferð
Úrslitið gjørdist eitt 0-4 tap, og sum skilst á lagnum, so var ógvusligi hitin ein av orsøkunum til, at tað gjørdist so torført hjá føroysku leikarunum. Um 36 hitastig vóru í Beograd hósdagin ? í skugganum ? og hetta er so als ikki nakað, sum hóvar okkara leikarum serliga væl. Sjálvt miðlar á staðnum skýrdu umstøðurnar fyri ekstremar, og sagt verður, at hetta eisini gjørdi sítt til, at ferðin á spælinum ongan tíð gjørdist tann heilt stóra.
Obilic legði seg á odda, tá 23 minuttir, og var tað Simonovic, sum við einum góðum skoti syrgdi fyri hesum. Undan hesum hevði sami leikarin havt eitt skot á stongina.
Gøtumenn høvdu at kalla ongar møguleikar at skjóta seg inn aftur í dystin, og beint fyri hálvleik mundu juguslavarnir økt um leiðsluna, men enn eina ferð bjargaði stongin gøtumonnum. Lítla løtu seinni var tó einki at gera, tá Zoric frá 11-metra blettinum sendi brotsspark í kassan.
Tvey afturat
Í seinna hálvleiki helt gongdin fram. Obilic hevði tamarhald á so at siga øllum, men tað eydnaðist teimum tó ikki at skjóta meira enn tvey mál afturat.
Hitt fyrra kom, tá Mladenovic stutt eftir steðgin gjørdist leysur við Halli Hansen. Í fyrstu atløgu bjargaði Hallur, men jugoslavin var eisini fyrstur á returinum.
Seinastu 25 minuttirnar spældu jugoslavarnir við 10 monnum, tá Mladenovic varð rikin av vøllinum, men teir hildu framvegis fast um yvirvágna, og stutt eftir útvísinginar skeyt Filipovic seinasta málið í dystinum.
Eingin møguleiki
Við tapinum er so einki at ivast í, at leiluturin hjá GÍ í Europa í ár er av. Hetta nýtist tó als ikki at vera nakar bági í so máta. Í landskappingini hava teir nóg mikið at síggja til, og nú tykist ikki serliga sannlíkt, at returdysturin móti Jugoslavum fer at órógva nakað serligt í høvdinum, tá teir annað vikuskiftið koma til Havnar, har tað sum líkist eini FM finalu er á skránni móti B36.
Dysturin í tølum:
FK Obilic.GÍ 4-0 (2-0)
1-0: Simonovic, 23
2-0: Zoric, 44 (br.)
3-0: Mladenovic, 49
4-0: Filipovic, 66










