Tá ið samgongan í 2011 avgjørdi at hækka pensjónsskattin til 40% og skatta tað við inngjaldi rakti hetta vanliga føroyingin sera meint. Missurin hjá einum vanligum arbeiðara, sum í eitt arbeiðslív hevur spart upp eftir nýggju skipanini, er um 12.000 kr um árið í pensjón ella samanlagt eini 200.000 kr í pensjónstilveruni. At samgongan roynir at fjala og manipulera henda veruleika er skilligt, tí pensjónsnýskipanin øll sum hon er, var ein gøla fyri allar føroyingar, og tað skulu láglønt og framtíðar ættarlið rinda fyri í dýrum dómum.
Limirnir í arbeiðarafeløgunum, sum um nøkur ár skulu á pensjón, missa góðar 1000 kr um mánaðin í pensjón, tí penjónsskatturin er hækkaður til 40% flatskatt og skatturin verður tikin inn við inngjaldi. Munurin er í høvuðsheitum tí at pensjónsskatturin er hækkaður til heili 40%. Hetta rakar vanliga uppspararan hart. Fyri ein miðal vanligan arbeiðara, sum er pensjónistur í eini 17 ár, er missurin umleið 200.000 kr í pensjón í dagsins virði. Hetta er ein stór upphædd fyri ein vanligan løntakara.
Fleiri búskaparfrøðingar og aktuarar hava seinastu 3 árini gjørt útrokningar, sum vísa, at hevði pensjónsskatturin og skipanin verið óbroytt var hetta ein munandi betur fyri lágar og miðal lønir.
Uppsparing undir nýggju skipanini
Ein pensjónsuppsparing undir verandi nýggju skipani, skattar pensjónsinngjøld við 40%. Um ein vanligur løntakari sparir upp eitt arbeiðslív, er uppsparingin lægri undir nýggju skipanini enn teirri gomlu.
Verður egna uppsparingin framroknað og umroknað til leypandi útgjald og hædd verður tikin fyri grundupphædd, møguligari viðbót og samhaldsfasta, fær ein vanligur arbeiðari eitt árligt útgjald eftir skatt á umleið kr 129.000 frá egnari pensjón.
Uppsparing eftir gomlu skipanini
Um nýggja eftirlønarskipanin ikki varð sett í verk og pensjónsgjøld ikki vóru skattaði við 40%, men ístaðin sum A-skattur, tá goldið verður út, hevði sami arbeiðari fingið hægri útgjald frá egnari pensjónsuppsparing. Her verður framvegis tikin hædd fyri útgjøldum frá grundupphædd í fólkapensjónini, møguligari viðbót og samhaldsfasta. Útgjaldið frá egnu pensjónini hevði tá verið umleið kr 141.000 árliga.
Harðara skattingin ger munin
Sum veruleikakenda dømið vísir, missir ein arbeiðari áleið kr 12.000 um árið ella kr 1.000 um mánaðin eftir skatt, orsaka av at skattingin av egnari pensjón er broytt. Í hesum førinum er tað ikki skattatíðspunktið, sum er orsøkin til munin. Orsøkin er, at skatturin er øktur frá A-skattasatsi til 40% flatskatt.
At samgongan tekur skattatíðspunktið inn í hetta kjak tænir einans einum endamáli, nemliga at káva útyvir, at pensjónir í dag verða munandi harðari skattaðar enn áður, og fyri at káva útyvir, at meinigi pensjónsuppspararin verður hart revsaður av broytingini í skattaframferðarhátti av egnari uppspardari pensjón.
Arbeiðarin fekk onki burturúr flatskattinum, men skal rinda í dýrum dómum við síni framtíðar pensjón, tað er sjónligasta úrslitið av pensjónsbroytingini, sum samtykt var í desember 2011.