hava verið so hugagóðir, tí síðani landskappingin endaði, hava vit vant tríggjar ferðir um vikuna. Talan hevur verið um nógva konditiónsvenjing, umframt at vit hava spælt tveir venjingardystir ímóti EB/Streymi [...] erðina í ár, og hóast spælararnir ikki hava ta vanligu dystarvenjingina, eru vónirnar góðar um at enda árið á besta hátt. – Lettland kenna vit jú sum eitt gott lið, men so er tað Andorra, ið er niðast [...] yngru spælarunum framvegis í gongd, tí enn eru tveir útidystir eftir hjá U21-landsliðnum í ár. Talan er um Lettland í Riga mikudagin 18. november og Andorra leygardagin 21. november. Síðani verður ein steðgur
íslendingar og norðmenn um Makrelin, men hvat er okkara støða? spyr Føroya Reiðarafelag. Mikil orðadráttur hevur verið seinastu tíðina ímillum norska og íslendska reiðarafelagið um makrelveiðuna hjá íslendingum [...] av makreli í sildafiskiskapinum, men altingsmaðurin væntar sum sagt veiðuna verða 200.000 tons, tá árið er farið, skrivar Reiðarafelagið. - Føroyar liggja í miðjuni, og er stórur partur av makrelstovninum [...] helst sum makrelføði og meira, ið er til av makreli, meira verður etið, tað er vituligt. Samráðingar um áseting av heildarkvotuni á makreli ímillum ES, Noreg og okkum verða seinast í oktober aftur, sigur
verður sostatt ikki um at víðka ella broyta ræðið hjá landsstýrismanninum. - Gjaldføris- og skuldarumsitingin skal framvegis vera óheft av politisku skipanini, og verður tí lóg um fyrisiting av Gjaldstovu [...] fleiri heimildir, men heldur sparing og effektivisering av tí almenna yvir tíð á 2 miljónir krónur um árið, samstundis sum at inntøkur landsins verða sjónligari, tá rentur á umleið 4 miljónir krónur, sum [...] fyrr vórðu bókaðar uttanfyri landsroknskapin, framyvir verða vístar. - Hesar batar eiga øll at fegnast um, sigur Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi seint í kvøld.
at nútímansgera kenda barnasangin, har innihaldið eins nógv er ein søga um ferðina, og tað sum hendir á leiðini, og ikki einans um tað - at finna Bábylon. Tað var meðani Helena var í starvslæru á heimskenda [...] ævintýrsangin »Kongaríkið í Bábylon« eftir Hans Andrias Djurhuus, sum hugmynd til at siga eina søgu um drongin, sum leitar sær burturúr tí heimliga og út í alheimin at vinna sær eydnuna, úr Fjallafonn til [...] hjartamál. Hon hevur leingi arbeitt við hugskotinum at siga eina føroyska søgu við dukkuleiki. Seinasta árið hevur hon arbeitt saman við dukkuverkstaðnum í Tallinn, sum eftir hennara hugskotum, hevur seymað
veiðureglu recovery plan, ið sigur, hvat skal gerast, um stovnarnir verða so lítlir, at vandi er fyri, at eingin líkinda tilgongd kann spyrjast burturúr. Um eina viku, tann 22. juni skal Fiskidaganevndin hjá [...] Gaard, stjóri á Havstovuni, hevur í morgun handað Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, teirra tilmæli um áseting av fiskidøgum fyri komandi fiskiár. Havstovan gevur Jacob Vesterbaard eina røð av tilmælum [...] fiskiskapur at verða loyvdur á nøkrum ávísum leiðum. f) Tvey øki verða stongd fyri trolfiskiskapi alt árið. g) Meskavíddin í hjáveiðuposanum í trolingini á Landleiðini eigur at hækkast til 250 mm. h) Bert
væl at gongdini í síni kommunu, sum umframt Sørvág, eisini fevnir um Mykines, Bø og Gásadal. Hann sigur, at fólkatalið í kommununi liggur um 1100, harav stívliga 1000 fólk búgva í Sørvági og hini smáu 100 [...] í Sørvági eisini stívliga 1000, men endaði heilt niðri á 960-970. Nú er tað so við tíðini komið upp um aftur tey 1000. Gongur væl Jóhan F. á Ørg sigur, at skattainntøkurnar hjá kommununi eisini hava verið [...] enn í 2009. - Vit vænta, at samlaðu skattainntøkurnar hjá Sørvágs kommunu í ár helst fara at liggja um slakar 30 miljónir krónur. Sørvágs kommuna hevði størri skattainntøkur í juni í ár enn í juni í fjør
skal kunna klára nøkur vánalig ár og tí verður mælt til, at 15 milliónir verða settar í grunnin um árið í fimm ár, til stovnsfæið er komið upp á 75 milliónir. Arbeiðarafeløgini mæla Fíggjarmálaráðnum frá [...] Tað er synd at siga, at uppskotið hjá samgonguni um at stovna ein grunn við 50 milliónum tl at yvirtaka ábyrgdina fyri minstulønini frá landskassanum, hevur elvt til tann stóra gleðisrómin. Fyri at úvega [...] partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir taka fulla ábyrgd av at tryggja minstulønina. Kortini ivast tey í um inngjaldið upp á 1% av avreiðingarvirðinum er nóg mikið. Samtak tekur ikki undir við uppskotinum, sum
NSÍ kappaðust um meistaraheitið seinastu umførini. Runavíkingar mistu fleiri týðandi stig í seinastu umførunum. HB dugdi best at handfara trýstið. Tað sigur heldur ikki lítið um Fróða Benjaminsen [...] heiðursløn. Hesaferð sum einstaklingur. Fróði Benjaminsen er kosin ársins fótbóltspælari. Tað er annað árið upp í slag. Helgi L. Petersen er fótbóltsviðmerkjari. Hann heldur, at Christian Høgni Jacobsen, [...] soninum leygarkvøldið. Hann er sjálvsagt errin av soninum. – Tað hevði verið stuttligari at staðið her, um tað var eg, sum var kosin ársins spælari. Tað er helst nakað seint nú. Fróði hevur altíð verið ágrýtin
víst, at haran leggur oftari nú enn áður. Vanliga verður sagt, at haran kann leggja tríggjar ferðir um árið. Men hildið verður nú, at haran hevur evni at gerast kviðin, meðan tann fyrra løgan framvegis er [...] góðum ultraljóðs-myndum, og við at gera eina faðirskaparroynd av kall-haruni. Fyri teir er eingin ivi um, at haran hevur serstøk evni at fáa ungar, - og sum teir siga: Hetta krevur smidlig fostur og sjáldsamar [...] gongdin var júst soleiðis sum teir høvdu varhugan av. - Hetta hevur aftur við sær, at haran kann økja um avkom sítt við einum triðingi í hvørjari løgu, nú hon í roynd og veru kann ganga við tveimum løgum
liðugt fyri dagin, og heimaliðið mest sum rann gestirnar um koll. Tjaldur var eisini hesa ferð uttan skaddu Cornelia Rimbu, og spurningurin er, um tað eydnast at pjøssa hana saman til finaludystirnar. Undir [...] tykist Tjaldur fullkomuliga hava mist flogið. Fyri viku síðani tapti Tjaldur fyri Neistanum, sum alt árið hevur sitið tungt á bronsumerkjunum, og leygardagin máttu meistararnir lúta fyri steypafinalistunum [...] favorittur Stjørnan tykist hinvegin veruliga hava funnið sítt rætta gear, nú tað av álvara ræður mest um. Hesa ferð hevði Stjørnan lætta uppgávu í Vági, og hana loystu klaksvíkarkvinnurnar uttan nakað sum