Óheftir eisini eftir samanlegging

Stovnar undir Fíggjarmálaráðnum vera framvegis óheftir eftir samanlegging.

Tað sigur Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi seint í kvøld.

- Róð hevur verið framundir, at samanlegging av stovnum undir Fíggjarmálaráðnum fer at gera, at hesir missa sítt óheftni. Hetta er beinleiðis skeivt. Ætlanin er hinvegin, at stovnarnir eftir samanleggingina skulu varðveita lógarásetta óheftnið og skal óheftni víðkast til eisini at umfata roknskaparhald landsins.

Fíggjarmálaráðið sigur, at úrslitið av samanleggingini tískil einans fer at vera sparing og effektivisering av tí almenna, og skal starvsfólkatilfeingið á stovnunum verða betri brúkt.

Lagt verður aftrat, at samanlagda virksemi hjá Landsbankanum og Hagstovuni skal framhaldandi vera óheft, og skal óheftni vera ásett í lóg. Talan verður sostatt ikki um at víðka ella broyta ræðið hjá landsstýrismanninum.

- Gjaldføris- og skuldarumsitingin skal framvegis vera óheft av politisku skipanini, og verður tí lóg um fyrisiting av Gjaldstovu Føroya løgd fyri tingið í heyst. Í lógini skal vera ásett, hvussu Gjaldstovan verður skipað, og verða fleiri ásetingar í lógini, sum serliga skulu tryggja óheftni í mun til gjaldføris- og skuldarfyrisiting.

Fíggjarmálaráðið sigur, at eitt nú fer at vera ásett, at Gjaldstovan í gjaldførisfyrisitingini skal hava sum endamál altíð at hava nøktandi gjaldføri, at fíggjarognir landsins vera fyrisitnar so væl sum gjørligt - og at landið lænir og plaserar gjaldføri sítt eftir marknaðarkorum.

- Eisini verður sett eitt gjaldstovuráð, ið skal hava eftirlit við avgerðunum hjá Gjaldstovuni, bæði á roknskaparliga, á gjaldføris- og á lániøkinum. Tað verður sostatt ikki ábyrgd hjá landsstýrismanninum at hava eftirlit við hesum uppgávum hjá Gjaldstovuni, men verður ábyrgdin heldur ásett í lóg til nýggja gjaldstovuráðið.

Lagt verður aftrat, at úrslitið av samanleggingini verður sostatt ikki, at landsstýrismaðurin fær fleiri heimildir, men heldur sparing og effektivisering av tí almenna yvir tíð á 2 miljónir krónur um árið, samstundis sum at inntøkur landsins verða sjónligari, tá rentur á umleið 4 miljónir krónur, sum fyrr vórðu bókaðar uttanfyri landsroknskapin, framyvir verða vístar.

- Hesar batar eiga øll at fegnast um, sigur Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi seint í kvøld.