Tjaldur mist flogið

Grækarismessuhaldið tykist hava sett síni spor hjá meistarunum, sum ikki hava vunnið hesu megin hátíðina

Alt kappingarárið hevur verið líkt til, at kvinnukappingin skuldi enda við nøkrum krútdystum millum verjandi meistararnar úr Tjaldri og steypavinnararnar úr Stjørnuni. Tað er framvegis púrasta vist, at tað verða hesi bæði liðini, sum spæla FM-finalurnar hjá kvinnunum, men síðani á grækarismessu tykist Tjaldur fullkomuliga hava mist flogið.
Fyri viku síðani tapti Tjaldur fyri Neistanum, sum alt árið hevur sitið tungt á bronsumerkjunum, og leygardagin máttu meistararnir lúta fyri steypafinalistunum úr VÍF, sum soleiðis fingu sett sær eitt flott punktum fyri einum kappingarári, sum veruliga hevur víst stóra potentialið, sum býr í liðnum.
Í Vestmanna var heimaliðið omaná mest sum allan dystin. Eitt lítið skifti tíðliga í seinna hálvleiki eydnaðist tó Tjaldri at toga seg framum, men so var eisini liðugt fyri dagin, og heimaliðið mest sum rann gestirnar um koll.
Tjaldur var eisini hesa ferð uttan skaddu Cornelia Rimbu, og spurningurin er, um tað eydnast at pjøssa hana saman til finaludystirnar. Undir ongum umstøðum verður dystarvenjing hennara tó optimal til ta tíð, og so er spurningurin, hvussu væl tað eydnast hjá liðfeløgunum at toga stórspælið, sum tær sýndu í fjør og fyrra partin av kappingarárinum í ár.

Stjørnan favorittur
Stjørnan tykist hinvegin veruliga hava funnið sítt rætta gear, nú tað av álvara ræður mest um. Hesa ferð hevði Stjørnan lætta uppgávu í Vági, og hana loystu klaksvíkarkvinnurnar uttan nakað sum helst hóvasták.
Eydnast tað Stjørnuni at halda dampinum uppi eina góða viku afturat, og eydnast tað ikki Tjaldri veruliga at sveiggja seg upp móti sínum avgjørdu hæddum, er lítil ivi um, at FM-steypið enn einaferð finnur leiðina til Klaksvíkar, sum hevur verið mest støðugi bústaðurin hjá steypinum hesumegin aldarskiftið.
Seinasti dysturin hetta seinasta umfarið varð spældur í Havn, har Neistakvinnur kundu staðfesta síni bronsumerki við sigri á StÍF.
Fyrra helmingin av dystinum hekk StÍF væl og virðiliga í mótstøðuni, men seks mál á rað fyrstu seks minuttirnar av seinna hálvleiki punkteraðu mótstøðuna fullkomuliga, og so kundi bláu heimakvinnurnar gera seg til reiðar at taka móti bronsumerkjunum.