FÓTBÓLTUR
Hóast føroyska kappingin langt síðani er liðug, eru nógvir av yngru spælarunum framvegis í gongd, tí enn eru tveir útidystir eftir hjá U21-landsliðnum í ár. Talan er um Lettland í Riga mikudagin 18. november og Andorra leygardagin 21. november. Síðani verður ein steðgur, til spælt verður aftur 11. august næsta ár.
– Spælararnir skulu hava rós fyri, at teir hava verið so hugagóðir, tí síðani landskappingin endaði, hava vit vant tríggjar ferðir um vikuna. Talan hevur verið um nógva konditiónsvenjing, umframt at vit hava spælt tveir venjingardystir ímóti EB/Streymi og B68, sum vit í báðum førum vunnu 2-1, sigur Heðin Askham, ið saman við Bill McLeod Jacobsen er venjari hjá U21-landsliðnum.
Hann er spentur til hesa seinastu landsliðsferðina í ár, og hóast spælararnir ikki hava ta vanligu dystarvenjingina, eru vónirnar góðar um at enda árið á besta hátt.
– Lettland kenna vit jú sum eitt gott lið, men so er tað Andorra, ið er niðast í okkara bólki, men kundi sæð út til at verið eitt lið, ið hóskar okkum væl. Serliga henda dystin eru vit spentir til, og hóast vit ikki vilja kanna okkum bitan, áðrenn hann er svølgdur, so síggja vit ein møguleika í tí dystinum, sigur venjarin.
Hann og Bill McLeod Jacobsen hava tikið út 18 spælarar, ið fyri tað mesta eru spælarar, vit í ár hava sæð á U21-landsliðnum. Men tvey undantøk eru tó, tí eisini eru Jóhan Troest Davidsen og Bogi Løkin, sum báðir eru fastir A-landsliðsspælarar, tiknir út til teir báðar útidystirnar.
– So leingi, sum spælararnir hava aldur til U21-landsliðið, kunnu vit brúka teir. Og júst Jóhan og Bogi eru tveir spælarar, ið supplera liðið hjá okkum øgiliga væl. Vit ætlaðu eisini at fáa Einar T. Hansen og Levi Hanssen við, men teir hava so givið avboð, sigur Heðin Askham.