Havstovan mælir til at skerja fiskidagarnar 25 prosent

Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, hevur í morgun handað Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, teirra tilmæli um áseting av fiskidøgum fyri komandi fiskiár. Havstovan gevur Jacob Vesterbaard eina røð av tilmælum.

Eitt nú sigur Havstovan, at Fiskidagatalið hjá skipabólkunum í dagaskipanini eigur at verða skorið niður við 25% av teimum tillutaðu døgunum í verandi fiskiári (2009/2010), sum liður í eini ætlan at stilla veiðutrýstið rætt. Ein samsvarandi minking eigur at verða í royndini hjá lemmatrolarum, Bólkur 1, ið enn ikki eru í dagaskipanini.

Havstovan mælir eisini til, at:

b) Eingin serlig toska- og hýsukvota verður latin skipabólkum uttan fyri dagaskipanina. Hetta eigur tó ikki at vera galdandi fyri fiskiskap á Føroya ? Íslandsrygginum.

c) Eingin vinnuligur fiskiskapur verður loyvdur á Føroyabanka grynri enn 200 m.

d) Serligu gýtingarfriðingarnar fyri tosk á landgrunninum og upsa undir Føroyum eiga at halda fram.

e) Fyri at verja teir yngstu árgangirnar av serliga toski og upsa eigur eingin vinnuligur fiskiskapur við húki (og troli) at verða loyvdur nær landi, og harumframt eigur heldur eingin vinnuligur fiskiskapur at verða loyvdur á nøkrum ávísum leiðum.

f) Tvey øki verða stongd fyri trolfiskiskapi alt árið.

g) Meskavíddin í hjáveiðuposanum í trolingini á Landleiðini eigur at hækkast til 250 mm.

h) Bert skip og bátar, ið reka vinnuligan fiskiskap, eiga at sleppa at avreiða.

i) Allir skipabólkar í fiskiflotanum eiga at verða styrdir við mest loyvdum dagatali

og

j) Mælt verður til at innføra eina veiðureglu recovery plan, ið sigur, hvat skal gerast, um stovnarnir verða so lítlir, at vandi er fyri, at eingin líkinda tilgongd kann spyrjast burturúr.

Um eina viku, tann 22. juni skal Fiskidaganevndin hjá Løgtinginum lata landsstýrismanninum tilmæli um fiskidagar fyri komandi fiskiárið og, hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið.

Í seinasta lagi 18. august skal Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum hava ásett, hvussu fiskidagarnir og kvoturnar verða býtt í komandi fiskiárinum, sum byrjar 1. september 2010 og endar 31. august 2011.