SØRVÁGUR
Virkandi borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Jóhan F. á Ørg, letur væl at gongdini í síni kommunu, sum umframt Sørvág, eisini fevnir um Mykines, Bø og Gásadal.
Hann sigur, at fólkatalið í kommununi liggur um 1100, harav stívliga 1000 fólk búgva í Sørvági og hini smáu 100 í teimum trimum bygdunum.
- Undan kreppuni í nítiárunum var fólkatalið í Sørvági eisini stívliga 1000, men endaði heilt niðri á 960-970. Nú er tað so við tíðini komið upp um aftur tey 1000.
Gongur væl
Jóhan F. á Ørg sigur, at skattainntøkurnar hjá kommununi eisini hava verið støðugar, nú kreppa annars hevur rakt nakrar kommunur, sum hava staðfest minkandi skattainntøkur.
Men soleiðis er ikki í Sørvágs kommunu.
Borgarstjórin sigur, at skattainntøkurnar eru ikki minkaðar, men tær eru heldur ikki vaksnar stórvegis.
Jóhan sigur, at skattainntøkurnar í 2009 vóru á leið tær somu sum í 2008, og líkt er ikki til, at inntøkurnar í ár verða minni enn í 2009.
- Vit vænta, at samlaðu skattainntøkurnar hjá Sørvágs kommunu í ár helst fara at liggja um slakar 30 miljónir krónur.
Sørvágs kommuna hevði størri skattainntøkur í juni í ár enn í juni í fjør, og hetta merkir so eisini, at tað eru mánaðir, sum í ár eru størri enn í fjør.
- Nettoskuldin hjá okkum verður einar 8-9 miljónir krónur, tá árið er liðugt, og tað er umleið ein triðingur av árligu skattainntøkunum, sigur Jóhan F. á Ørg.
Nógv gjørt
Borgarstjórin sigur, Sørvágs kommuna hevur gjørt nógv seinastu árini, men størsta verkætlan í løtuni er musikskúlin og takið á svimjihøllini, sum nú verður skift.
- Vit hava gjørt ymisk onnur arbeiði, og vit hava eisini asfalterað nokso nógv, bæði í Sørvági og í smáu bygdunum, sum eru partur av kommununi. Haraftrat gera vit eitt stórt laðingararbeiði fram við vegnum úr bygdini og út á Bakka í Sørvági, sum veruliga kemur at síggjast aftur, tá tað er liðugt, sigur Jóhan F. á Ørg, virkandi borgarstjóri í Sørvágs kommunu.