Tað er synd at siga, at uppskotið hjá samgonguni um at stovna ein grunn við 50 milliónum tl at yvirtaka ábyrgdina fyri minstulønini frá landskassanum, hevur elvt til tann stóra gleðisrómin. Fyri at úvega 50 milliónir í stovnsfæið, skulu 29 milliónir fáast til vega við at avtaka Forskotsgrunnin og 21 milliónir skulu flytast frá Trygdargrunninum fyri avreiðingar og lønir v.m.
Annars skal 1% av øllum avreiðingum gjaldast inn í grunnin.
Á Portalinum í gjár varð sagt, at reiðararnir mótmæltu upp á tað harðasta, tí teir halda, at stovnsfæið í grunninum má vera minst 150 milliónir.
Men tað er eisini greitt, at eisini onnur eru rættiliga ivingarsom.
Arbeiðsgevarafelagið tekur undir við, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir taka fulla ábyrgd av at tryggja minstulønina. Kortini ivast tey í um inngjaldið upp á 1% av avreiðingarvirðinum er nóg mikið.
Samtak tekur ikki undir við uppskotinum, sum tað nú er. Samtak sigur, at tað má ásetast, at útgjaldið má ongantíð verða minni enn eina dagløn hjá Føroya Arbeiðarafelag, tí Løgtingið má tryggja fiskimonnum eina minstainntøku.
Samtak heldur eisini, at Løgtingið má tryggja, at stovnsfæið er nóg stórt til at skipanin skal kunna klára nøkur vánalig ár og tí verður mælt til, at 15 milliónir verða settar í grunnin um árið í fimm ár, til stovnsfæið er komið upp á 75 milliónir.
Arbeiðarafeløgini mæla Fíggjarmálaráðnum frá at taka pening úr trygdargrunninum fyri lønir og avreiðingar. Feløgini óttast fyri, at grunnurin skjótt verður tómur, um fæ verður tikið úr honum í heilum. Tað er ikki meir enn eitt ár síðani, at 30 mió kr vóru tiknar úr grunninum og koyrdar í Vinnusjúkugrunnin.
Verður grunnurin tømdur meir, verður einki eftir til arbeiðsfólk og sjófólk, sum grunnurin
upprunaliga varð gjørdur fyri. Hóast útgjaldið ikki hevur verið stórt seinastu árini, er neyðugt at hava ein sterkan grunn til útgjald til mistar inntøkur.
Arbeiðarafeløgini halda at landskassin skuldi sjálvur átikið sær størri skyldur og sett eitt nøktandi fæ í grunnin.









