havnarfúti í Fuglafirði. Starvið fekk hann, og røkti hann tað til lítar í átjan ár, tá hann legði frá sær vegna aldur. Jørleif er lættur av lyndi og skemingarsamur. Hann fylgir væl við tí, ið fer fram í føroyska [...] hevur altíð havt stóran áhuga fyri sangi og tónleiki, og hevur í mong ár sungið í Fuglafjarðar sangkóri. Hornorkestrinum spældi hann eisini við í mong ár. Ljóðførini vóru mong, ið hann spældi uppá. Stóran [...] Støðini, sum bæði vóru ættað úr Fuglafirði. Tá ið Jørleif var 10 ára gamal, misti hann mammuna, ið doyði í barsilssong. Eftir sat Jógvan við trimum synum ? Jørleif 10 ár, Arthur 4 ár og so Signari, ið var
sum rithøvundur eri mitt í hesi kapping, so má eg siga, at hetta er ein tann størsta bókauppliving eg havi havt í lívinum. Okey, eg eri kanska ógegnigur so tað brakar eftir í, tí eg eri sjálvur oyndfirðingur [...] mett um talan var um eitt dygdarverk ella ikki. Í hesum førinum dugi eg lektiina. Oyndarfjarðar søga, í hvussu er frá 1870 og frameftir, er trúttað niður í meg, síðan eg var stórur smádrongur, ella trúttað [...] fara skjótt í gloymibókina. Fleiri av søgunum havi eg hoyrt, men upp aftur fleiri visti eg einki um. Søgurnar fella náttúrliga inn í alt navnatilfarið, og eg siti við eini kenslu av, at tað er í evstu løtu
Fornfrøðingar í Sameindu Arabisku Emiratunum hava funnið beinagrindina av einum manni. Teir halda at beinagrindin er av einum manni, sum hevur verið ímillum 20 og 40, tá hann doyði fyri umleið 7.500 árum [...] sum er funnin á hesum leiðum. Fornfrøðingarnir komu fram á beinagrindina í einari fornaldarbygd á oynni Marawah stutt frá strondini í Sameindu Arabisku Emiratunum. Umframt beinagrindina funnu fornfrøðingarnir
Ung var eg, tá ið mamma doyði, og har komst tú í hennara stað. Eisini sum omma og abbi Selheygg til okkara børn, sum tey eru sera glað fyri. Altíð kundi eg koma til tín, tú vart mær ein tryggur stuðul [...] stuðul. Lagnuna fekst tú at merkja í bestu árum. Eilif og Sigrid við familju, tankar mínir eru hjá tykkum, serliga nú høgtíðin stendur fyri framman. Góða Sevilda, takk fyri alt, tú vart fyri meg. Við hesum orðum
fyri, síðani hon varð útlærd sum sjúkrasystir í 1965. Vanlukkan er ikki í hennara tonkum hvønn dag longur, men tá hon fylgir líki út í kirkjugarð-in úti í Grøv ella er har á leið, og tyrlan kemur, tá leita [...] Klaksvík: ? Tyrluvanlukkan fyllir nógv í mínum lívi enn tann dag í dag. Eg hevði ikki trúð tí, men eg hugsi rættiliga ofta um vanlukkuna og hatta kvøldið, vit vóru til arbeiðis. Serliga tá eg eri til arbeiðis [...] altíð aftur til tey, ið lótu lív í vanlukkuni, sum neit so fast hjá so mongum menniskjum. --- Nógv var at gera á skurðdeildini á Klaksvíkar sjúkrahúsi hendan desember dagin í 1992. Bert ein góð vika til jóla
prædikaði eftir at ápostlarnir skiltust í Lítluásiu. Hann livdi eina tíð í Efesus. Á oynni Patmos skrivaði hann Opinberingina. Halgisøgan sigur, at hann doyði í Róm á 90 ára føðingardegi sínum 27. desember [...] merkir maður, menniskja, er gjørt eftir orði, ið merkir jørð, akurjørð. 25. desember. Jóladagur. Tað var í 4. øld, at teir samdust um at taka 25. desember til føðingardag Jesu. Annars hava teir víst á, at eftir [...] hildnar vórðu um hetta mundið. Hjá Norðbúgvum hevur hetta svarað aftur, og tann kristna høgtíðin er komin í staðin fyri tað gamla heidna jólahaldið. 26. desember. 2. jóladagur. Stefan. Hildin til minnis um fyrsta
aftan á seinna heimsbardaga. Pápi Gerhard fall sum týskur hermaður í Rumenia í 1943. Mamman giftist uppaftur, men tann seinni maðurin doyði stutt eftir, so hon var einsamøll um tey fimm børnini. Hetta var [...] átta mánaðum síðani, var yngri bróður hansara, Lothar Vosseler, ikki boðin í føðingardag. Kanska iðrar kanslarin seg um tað í dag, tí herfyri gav Lothar Vosseler út eina bók, sum fer illa við bróðurinum [...] kanslaranum og sigur, at hesin politikkurin ger tað truplari hjá teimum frammanundan ringast støddu í Týsklandi. Tey, sum hava lisið ta nýggju bókina, siga kortini, at hon gevur eina góða mynd av tí sera
livitíð, tí longu í juli sama ár rendi hon á eina fles í Grønlandi og sakk. Síðani var "Skarphjeðinn" keypt tann 19. desember í 1930, helst fyri "Syv Søstre". Í 1934 keyptu teir so "Haffarið" og í 1936 kom so [...] hesa eins og allar aðrar privatar leiðir í Føroyum. Fyrsta flakavirki í landinum "Vesturvarði", ið kom í 1939, varð seldur aftur í 1949, og "Vesturskin" varð seldur í 1953. Samstundis helt eisini trolvirkið [...] Niclasen, er vinnulívsmaður í Grønlandi, næsti, Dánjal Niclasen, er rækjuskipari í Canada, meðan tann yngsti, Jørgen Niclasen, var einasti eftir í Sørvági, og hann var settur stjóri í fyritøkuni. Teir tríggir
sum tað nú eitur. Á kommunuvalinum í november í ár varð Elin vald í bygdaráðið í Nes kommunu, har hon verður formaður í mentunarnevndini á nýggjárinum. 20. september í 1980 giftist Elin við Leivi á Torkilsheyggi [...] tað er gott skil í henni, ivast eingin í, sum hevur við Elina at gera. Elin var tvey skeið í skúlanevndini í Nes kommunu. Seinna skeiðið var hon formaður, og hon hevur eisini verið í skúlastýrinum, sum [...] Elin var bestýrari á. Frá 1976 og fram til í 1992 var Elin í handlinum Valhøll. Síðani Brotið í Saltangará opnaði, hevur Elin arbeitt har, og nú hevur hon í fleiri ár staðið fyri dagliga rakstrinum. At
løgini upp, hugsaði eg nógv um, at tað í grundini er ein andsøgn í geva nakað so persónligt út á fløgu til øll onnur at lurta eftir. Men hinvegin, eg eri ikki tann einasti í verðini, sum havi upplivað sorg og [...] støði í Bíbliuni ella søguliga. Søgan yðjur jú í dømum um menniskju, sum hava úttrykt sina gleði yvir at vera kristin við at skapa fantastisk listaverk, men eg dugi illa at ímynda mær, hvussu vit í dag skuldu [...] eitt pláss innan kirkjugátt ella í eini samkomu. Í grundini er tað rættiliga óhugnaligt, at kristindómurnin soleiðis hevur yvirtikið ein nyttumoral, vit annars helst seta í samband við ídnaðarkollveltingina