Gamal maður

Fornfrøðingar í Sameindu Arabisku Emiratunum hava funnið beinagrindina av einum manni.

Teir halda at beinagrindin er av einum manni, sum hevur verið ímillum 20 og 40, tá hann doyði fyri umleið 7.500 árum síðani. Er hendan metingin røtt, er hetta elsta beinagrindin av fólki, sum er funnin á hesum leiðum. Fornfrøðingarnir komu fram á beinagrindina í einari fornaldarbygd á oynni Marawah stutt frá strondini í Sameindu Arabisku Emiratunum.

Umframt beinagrindina funnu fornfrøðingarnir eitt spjót og ein ørv úr flintsteini umframt ymisk amboð. Teir halda, at amboðini stava úr gamla Mesopotamia, sum nú er Irak.