Foreldrini hjá Elini eru Elin Maria ella Ellu Mia og Ólavur Gregersen í Syðrugøtu. Børnini hjá teimum eru Sæunn, Dagbjørt, Elin, Hallbera, Malan og Ólavur. Ellu Mia, sum er ættað úr Heiðunum, og Ólavur høvdu spinnarí, handil, reiðaravirki og so nógv annað, og so hvørt sum børnini komu til, hjálptu tey til, og ikki minst eftir at Ólavur doyði longu 17. oktober í 1980 bara 54 ára gamal, mundi tað koma væl við, at eitt nú Elin tók við ábyrgd.
Elin arbeiddi í Tøtingarvirkinum. Elin hosurnar eru tað ivaleyst fleiri, sum framvegis komast við. Tær vórðu bundnar á maskinu, sum Elin var bestýrari á. Frá 1976 og fram til í 1992 var Elin í handlinum Valhøll. Síðani Brotið í Saltangará opnaði, hevur Elin arbeitt har, og nú hevur hon í fleiri ár staðið fyri dagliga rakstrinum. At hon er ógvuliga arbeiðssom, og at tað er gott skil í henni, ivast eingin í, sum hevur við Elina at gera.
Elin var tvey skeið í skúlanevndini í Nes kommunu. Seinna skeiðið var hon formaður, og hon hevur eisini verið í skúlastýrinum, sum tað nú eitur. Á kommunuvalinum í november í ár varð Elin vald í bygdaráðið í Nes kommunu, har hon verður formaður í mentunarnevndini á nýggjárinum.
20. september í 1980 giftist Elin við Leivi á Torkilsheyggi. Hann er bilførari, og so er hann eisini bóndi. Hann situr við stórum parti av gamla Náðisgarðinum, sum var tann parturin av prestagarðinum á Nesi, ið varð pensiónsgarðurin. Tey bæði rógva væl saman, og Elin er ófør bóndakona. Hon er hoyggingargeneralur og tekur upp slaktið, og tað er so mangan, at hon og maðurin eru burturi í haga yviri í Nevinum, har tey hava góð og hugnalig hús.
Elin og Leivur eiga fýra børn - Óla Kristian, Erla, Beinta og Óluva - og tað er ein fragd at koma á gátt hjá teimum á Heyggi.
Frá tí at hon var smágenta, hevur Elini dámað væl sang, og hon hevur sungið nógv. Plátuútgávurnar vóru ikki so títtar, tá ið Elin og tær fyri einum 35 árum síðani sungu Ein lítil genta gekk í sunnudagsskúla. Seinni var hon eitt nú saman við manninum í Midnáttarsangbólkinum í Runavík, sum sang nógva staðni kring landið og gav tvey bond út, og tey seinnu árini hevur hon verið í kvinnukórinum í Nebo á Toftum.