Tá týski kanslarin, Gerhard Schrøder, fylti 60 fyri átta mánaðum síðani, var yngri bróður hansara, Lothar Vosseler, ikki boðin í føðingardag.
Kanska iðrar kanslarin seg um tað í dag, tí herfyri gav Lothar Vosseler út eina bók, sum fer illa við bróðurinum og politikki hansara. Hann fer serliga illa við arbeiðsmarknaðarpolitikkinum hjá kanslaranum og sigur, at hesin politikkurin ger tað truplari hjá teimum frammanundan ringast støddu í Týsklandi.
Tey, sum hava lisið ta nýggju bókina, siga kortini, at hon gevur eina góða mynd av tí sera trupla uppvøkstrinum hjá kanslaranum og systkinum hansara aftan á seinna heimsbardaga. Pápi Gerhard fall sum týskur hermaður í Rumenia í 1943. Mamman giftist uppaftur, men tann seinni maðurin doyði stutt eftir, so hon var einsamøll um tey fimm børnini. Hetta var ein sera trupul tíð, og tað er sagt, at mamman er tann stóra fyrimyndin hjá kanslaranum.