Ung var eg, tá ið mamma doyði, og har komst tú í hennara stað. Eisini sum omma og abbi Selheygg til okkara børn, sum tey eru sera glað fyri. Altíð kundi eg koma til tín, tú vart mær ein tryggur stuðul. Lagnuna fekst tú at merkja í bestu árum.
Eilif og Sigrid við familju, tankar mínir eru hjá tykkum, serliga nú høgtíðin stendur fyri framman. Góða Sevilda, takk fyri alt, tú vart fyri meg.
Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir mína góðu mostur.
Ásla