hjá almenna føroyska sjónvarpinum, og sendingarnar hjá honum plaga at fáa fólk at nikka viðurkennandi. Hann ger sjónvarp um fólk og náttúru, um lív á bygd, í býi og á sjónum. Vanliga er han einsamallur [...] stutt frammanundan hevði gjørt eina plátu. Tá fekk Zacharias so møguleikan at seta myndir til tónleikin, sum hann ongantíð helt seg dugað so væl at lurta eftir. - Eg kendi meg beinanvegin á heimavølli við [...] hesi krøv. Eg vildi ikki verða hendan fullkomna fyrimyndin, so eg royndi at skræða meg leysan frá tí. - Eg royndi at liva sum øll onnur fólk, fór har, eg kanska ikki skuldi fara, og gjørdi tað, sum eg
tess á tí ónda. Møllehave hevur verið nógv upptikin av verkinum "Richard tann triði" hjá Shakespeare. Innihaldið er um óndskapin hjá einum einaræðisharra, har fólk verða hópdripin, førd handan ljósið o [...] og tískil er list teirra ævigt galdandi. - Saman við Dostojevskij hava fáir verið so djúpt í sálarlívi menniskjans. Nógv djúpari enn nakar Freud og Jung, heldur Møllehave fyri við einum dámi av speisemi [...] er eins viðkomandi. - Eg havi higartil bert roynt at liva í nú´inum, og tískil kann eg ikki siga so nógv um ævinleikan. Mín trúgv hevur virði í hesi løtu, men sjálvsagt er tíðarleysi ævinleikin ein partur
børnum, merktu vit í gerandisdegnum ikki nógv til hesa landaplágu, sum mong nevna nýggju útgávuna av apartheid. Men sannleikin er, at AIDS hevur dripið fleiri fólk í Suðurafrika, enn nakað kríggj á afrikanska [...] Ígjøgnum arbeiðsuppihald okkara frá oktober til februar á Christine Revell´s Children´s Home vóru so nógvir sorgarleikir, órættvísi og líðing savnað á einum staði, at samanlagda nøgdin av vónloysi støðugt [...] (Treatment Action Campaign) í mótmæli móti stjórnini. - HIV er nýtt apartheid í Suðurafrika, sum í nógv størstan mun rakar svarta fólkið. Í løtuni er stjórnin versti fíggindi fólksins í stríðnum móti AIDS
spæla ein býtt blondina, tí so hevði eg gjørt júst tað, sum fólk høvdu væntað av mær. Júst tað, at mín leiklutur ikki fjalir tað, at eg havi verið pornomodell hugtók meg. Eg hevði so ikki fingið nakað burturúr [...] leiklutin í Langt fra Las Vegas. Fólk kundu tí alt fyri eitt seta meg við sendrøðini- og ikki bert við pornoídnaðin. Hatta er rættiliga dubultmoralskt, men soleiðis eru fólk nú einaferð, greiðir Katja K. [...] síggja tykkara vakra fuglalív. Eg skilji heldur ikki, hvussu tað ber til hjá seyðunum at halda til so høgt uppi á fjøllunum, greiðir Katja K. frá. Eg hugsi speiskliga, at tað var ein sonn gleði at fáa
man hugsar ikki er sum tað sum man vil hugsa, hetta má eisini skrivast. Á einum degi upplivir tú so nógv meiri, enn tú kanst skriva eftir einum degi. Í eini yrking kann man t.d. siga alt.? Á bókamessuni [...] útgivið eina slíka bók, ið er so umstrídd og eggjar til ógvusliga mótsøgn og ósemjur í Týsklandi í dag. Slíkt kjak elvir tó til at bæði bøkurnar hjá Martin Walser selja sera nógv, samstundis sum bókmentaf [...] Týskland, ið gav okkum Bach, Beethoven, Mahler, Schiller, Goethe, Kant, hvussu kundi hetta landið fara so illa, fyri bert 55-56 árum síðani? Sjálvandi kenna vit søguna um Versaisáttmálan, ið ásetti ovurhonds
fjør og fluttur til Danmarkar. - Tað var eitt syndarligt og ógvuliga kensluborið mál og fyri nógv fólk var tað ein sorgarleikur. Síðani er málið endavent og kannað og endaliga niðurstøðan var, at onki var [...] ættleiðing bleiv hækkaður upp í kr. 75.000, legði fráfarni formaðurin afturat. Hann nevndi eisini ógvuliga nógv umrødda og illa umstrídda málið, tá ið ein drongur varð tikin aftur frá familjuni í Føroyum í fjør [...] við frá fyrsta degi og sum vit framvegis halda, er, at ættleiðingartilgongdin aldrin skal kunna koma so langt, at slík støða sum henda endurtekur seg. Hetta má ikki henda aftur, segði Heðin D. Poulsen.
verður kl. 19.00, fer Ole Bergmann at greiða frá, hví tað tekur so langa tíð at ættleiða eitt barn úr útlandinum, tá ið øll vita, at so nógv neyðstødd børn eru úti í heimi. Hann fer at royna at greiða frá [...] DanAdopt staðið fyri 96 ættleiðingum av børnum úr ymsum londum til Føroya. Tað er ymiskt, hvussu leingi fólk, ið skulu ættleiða, verða noydd at bíða. Eftir at foreldrini eru góðkend, kunnu tey bíða í nakrar [...] nøkrum av trupulleikunum, tey hava í viðførinum, tá ið tey koma við storkinum til hin endan av klótuni. Fólk, ið ætla at ættleiða, foreldur, ið longu hava ættleitt, og onnur áhugað, kunnur seta Ole Bergmann
kensluborið Á fundinum greiddi Ole Bergmann frá, hví tað tekur so langa tíð at ættleiða eitt barn úr útlandinum, tá ið øll vita, at so nógv neyðstødd børn eru úti í heimi. Ættleiðing er ein drúgv tilgongd [...] liva í stórum fátækradømi, noyddar at ættleiða børn síni. - Nógv lond skamma seg yvir at verða noydd at ættleiða børn burtur, men so hvørt sum fólk eru vorðin betur upplýst, eisini um viðurskiftini í sínum [...] altavgerandi Fólk, ið gera av at fara undir ættleiðing, eiga og mugu gera sær greitt, hvat tað inniber at ættleiða eitt barn úr einum fremmandum landi. - Tað eru ógvuliga nógv viðurskifti, fólk mugu seta
hon skuldi gerast eitt stórt fólk! Poul Andreas fekk sær bóndakonu úr Streymnesi, Hensiu Zachariassen. Tað vísti seg skjótt at vera væl valt. Hon kundi síni ting bæði so og so. Birita legði alla húsførslu [...] kongsjørð, hoyrdi upprunaliga til festið Innan í Oyri. Bóndin har býtti festið millum tveir synir, so annar fekk hálva triðju mørk, meðan 5 merkur vóru eftir Inni í Oyri. Teir báðir festu hvør í sínum [...] Katrine Jacobsdatter úr Tjørnustovu í Norðragøtu. Hon giftist uppaftur við Jacob Pedersen úr Elduvík, sum so festi á Dunganum. Tey fingu fýra børn. Eitt av teimum var Poul Jacobsen, abbi Poul Andreas. Hini vóru:
heili 27. Tá fór at minka skjótt, og í 1975 vóru bert seks fólk í tveimum húsum. Eitt hús var tá flutt til danska Frilandsmuseet. Tað var nógv ár nógv politiskt virksemi fyri at fáa veg til Múla. Hetta eydnaðist [...] at tvey børn vórðu fødd sama dag, so fá tey vóru. Hetta var 12. november 1934. Undir krígnum vóru tey enn fleiri í bygdini. Tá ið bumbað varð í Klaksvík, rýmdu nógv fólk út á bygd, og onkur fór til Múla [...] var brimpláss, so her lá ikki væl fyri við útróðri. Einasta lending var ein hálvfjórðing sunnanfyri bygdina, har tað eisini var neyst. Postbátur kom tríggjar dagar um vikuna, so tað var ikki heilt