Á aðalfundinum í Ættleiðingafelagnum nú ein dagin, legði formaðurin seinastu fýra árini, Heðin D. Poulsen, frá sær og sosttatt skal felagið hava nýggjan formann. Fyri hann varð Annie Heinesen vald í nevndina og hon mannar nú nevndina saman við Onnu Magnussen, Olaf Olsen, Heidi í Homrum og Yohan Borðoy.
Nevndin fer at skipa seg í næstum.
Ættleiðingarfelagið skipar fyri ymsum tiltøkum og eitt afturvendandi tiltak er familjudagurin og myndin í hesu greinini er av familjudegnum á Eiði í fjør.
- At ættleiða eitt barn er nakað heilt serligt. Tað er ógvuliga kensluborið og ongar ættleiðingar líkjast. Tí var tað eisini nakað serligt at stovna eitt áhugafelag fyri tey sum hava tilknýti til ættleiðing, segði Heðin D. Poulsen.
Hann sigur, at tá ið hann kom í nevndina, løgdu tey dent á at fáa betri politiskt forstáilsi fyri ættleiðing og tey brúktu nógva orku uppá at tosa við myndugleikar og politikarar.
- Av teimum málum, eg fegnist mest um, er at stuðulin til ættleiðing bleiv hækkaður upp í kr. 75.000, legði fráfarni formaðurin afturat.
Hann nevndi eisini ógvuliga nógv umrødda og illa umstrídda málið, tá ið ein drongur varð tikin aftur frá familjuni í Føroyum í fjør og fluttur til Danmarkar.
- Tað var eitt syndarligt og ógvuliga kensluborið mál og fyri nógv fólk var tað ein sorgarleikur.
Síðani er málið endavent og kannað og endaliga niðurstøðan var, at onki var at finnast at myndugleikunum fyri.
- Tað, Ættleiðingarfelagið gjørdi vart við frá fyrsta degi og sum vit framvegis halda, er, at ættleiðingartilgongdin aldrin skal kunna koma so langt, at slík støða sum henda endurtekur seg. Hetta má ikki henda aftur, segði Heðin D. Poulsen.