Kim Simonsen
Die Zeit og Der spiegel eru á tremur av greinum um henda løgna tilburð. Martin Walser er ein kendur høvundi, ið útgevur bøkur sínar á viðagitna Suhrkamp forlagnum, hann hevur hesaferð skrivað eina skaldsøgu, har ein jødiskur kritikari verður dripin, og øll vita, at tað er hin mangan ovur atfinningarsami Marcel Reich-Ranicki, ið hevur eina sjónvarpssending, har hann mangan kolldømir manga bókina.
Frank Schirrmacher kallar í Frankurter Allgemeinen bókina fyri: ?eine Dokument des Hasses?. Eitt hatursskjal og ein dreymur um morð. Der Spiegel hevur hesa søguna á forsíðuni, har serliga greinin:?Endin á góðum tíðum ? Týski longsulin eftir ?tí vannliga?, er góð, har fremstu týsku høvundar og politikarar vera tikinir fram, og alt holocaust temaið vísir seg í fullum loga.
Spurningurin millum týsk intellektuell er tí fyri tíðina, um Martin Walser er ein antisemittur, ein jødahatandi høvundi, ella ein, ið vil skriva um okkurt, ið enn finst í Týsklandi. Við síni speisomu skaldsøgu, meinar Elke Schmitter á Der Spiegel, at hann brýtur mark fyri speisemi í Týsklandi, man kann ikki skilja, morð á ein jøda í Týsklandi, sum satiru, men sum okkurt annað, kanska, ella helst, rasuhatur.
Martin Walser sjálvur hevur í einum øðrum høpi sagt, at: ?Fyrr ella seinni gerst alt til list. Um tað at síggja, at tað man hugsar ikki er sum tað sum man vil hugsa, hetta má eisini skrivast. Á einum degi upplivir tú so nógv meiri, enn tú kanst skriva eftir einum degi. Í eini yrking kann man t.d. siga alt.?
Á bókamessuni í Tübingen kom eg í hóslag við Suhrkamp forlagið, ið hevur útgivið hesa bók, hvørs viðskiftafólk góðu mær nógvar stórar faldarar. Í hesum døgum hevur hvør tann einasti bókhandil sett bøkur fram av jødiska kritikaranum og bókmentafrøðinginum Marcel Reich-Ranicki. Tey flestu meina, at virda forlagið Suhrkamp, ikki skuldi útgivið eina slíka bók, ið er so umstrídd og eggjar til ógvusliga mótsøgn og ósemjur í Týsklandi í dag. Slíkt kjak elvir tó til at bæði bøkurnar hjá Martin Walser selja sera nógv, samstundis sum bókmentafrøðingurin Marcel Reich-Ranicki, gerst enn meiri kendur.
Ævigi jødin og týski samleikin
Tað er altíð ein skuggi yvir tí modernaða Týsklandi, ið minnir um fortíðina. Hevði Martin Walser útgivið bók sína í einum øðrum samfelag, hevði hon ikki fingið sama ans, tí í Týsklandi er søgan enn pínuelvandi. Týski samleikin sum sjálvt ríki, uppbygdur á toftir av sorlaðum býum, spjaddum og hálvdeyðum familjum, hópdrápið, og tí ræðuligu vitan, at ommur og abbar hjá teim ungu í dag, vóru noydd inn í Hitlerjugend, at hetta háborna mentaða samfelag skuldi fella niður í systematiskan og tekniskan rationella óndskap. Týskland, ið gav okkum Bach, Beethoven, Mahler, Schiller, Goethe, Kant, hvussu kundi hetta landið fara so illa, fyri bert 55-56 árum síðani? Sjálvandi kenna vit søguna um Versaisáttmálan, ið ásetti ovurhonds krígsendurgjald á Týskland, ið rendi samfelagið inn í eina botnleysa inflatión og tí framdi eina desperata øði millum fólk, ið skapti rúm fyri einum málaralærlingi frá Wien, sum longu í 1924 royndi at kvetta í einum ølkjallara í Suðurtýsklandi. Árini í fongsli endaðu við dagbókunum: ?Mein Kampf? , har alt stendur skrivað, ein hevur brúk fyri at vita um Adolf Hitler. Eftir at verða valdur av fólkinum, brendi hann Parlamentsbygningin í Berlin, og gav einum hálendingi skyldina, at hesin skuldi haft sett eld á eini tríati støð í senn. Hesin maður, varð eitt offur fyri justitsmorð, um man kann kalla løgfrøðina hjá Carl Schmidt og øðrum fyri ?løgfrøði?.
Hann, ið heldur fimti ár vera nakað, í einum søguligum høpi, skilir ikki søgu. Týskland er enn í ?knúsi?, metaforiskt og í veruleikanum, í kendum býum sum Dresden, Frankfurt am Main, Stuttgart og Berlin, eru býarkjarnar sorlaðir niður, her vóru kirkjur, listasøvn, miðaldrarbýlingar, handlar, bókasøvn, alt er burtur, brent og sorlað niður. Hetta gevur eina serliga eyðmýkt eitt lítillæti, ein longsul og torført er at gloyma jødarnar.
Keldur:
Die Zeit
Der Spiegel
Frankurter Allgemeinen