Ættleiðing ein spurningur um at hava gott tol

- Serliga síðsta bíðitíðin er tann ringasta, sigur Ole Bergmann, skrivstovustjóri í DanAdopt.

Á almennum fundi mánakvøldið um ættleiðing greiddi hann frá møguleikunum fyri ættleiðing, sum teir eru júst nú, og øðrum viðkomandi, ið hevur við ættleiðing av útlendskum børnum at gera

Foreldur at ættleiddum børnum í Føroyum ganga friðaliga um hurðarnar. Lítið hoyrist til tey í almenna kjakinum, og tey hava einki felag, har tey koma saman. Men at døma eftir sera góðu undirtøkuni, sum almenni fundurin mánakvøldið á Hotel Hafnia í Havn um ættleiðing fekk, er áhugin hjá ættleiðingarforeldrum stórur at koma saman, og tosa um felags upplivilsir, spurningar og áhugamál.

Tikið stig til fundin hevur DanAdopt, ið er ein av teim trimum góðkendu stovnunum í Danmark, sum viðger og formidlar ættleiðing.


Helmingurin úr Suðurkorea

Ættleiðing av útlendskum børnum í londunum rundan um okkum tók rættiliga dik á seg í sekstiárunum. Ein avleiðing av krígnum í Korea var, at nógv børn stóðu uttan nakran góðan. Stórt tal av børnum úr Suðurkorea varð ættleitt til Danmarkar, og onnur lond. Talið minkaði so aftur eitt skifti, men er vaksið síðani, og Suðurkorea telist í dag framvegis millum tey lond, sum lata nógv børn til ættleiðing.

- Síðani 1970 hava allir teir tríggir ættleiðingarstovnarnir í Danmark, Adoption Centeret, DanAdopt og Terre des Hommes, formidlað 10.000 ættleiðingar av útlendskum børnum. Meiri enn 6.000 eru børn úr Suðurkorea, sigur Ole Bergmann, skrivstovustjóri í DanAdopt.

Onnur lond eru síðani komin til, og flestu børnini, ið verða formidlað ígjøgnum DanAdopt í dag, koma úr India og síðani Kolumbia. DanAdopt hevur samstarv og sambond í tólv londum í Asia, Europa og Suðuramerika.

- Vit meta, at tað er ein fyrimunur at avmarka talið á londum at samstarva við viðvíkjandi ættleiðing. Tá er lættari at gera eitt gott forarbeiði og at hava samskifti við avvarðandi myndugleikar, sigur Ole Bergmann.


Long bíðitíð

Tað er ymiskt, hvussu leingi fólk, ið skulu ættleiða, verða noydd at bíða. Eftir at foreldrini eru góðkend, kunnu tey bíða í nakrar vikur, men eisini uppí tvey og eitt hálvt ár, áðrenn tey fáa eitt barn í uppskoti. Tað veldst um, úr hvørjum landi, barnið kemur. Síðani skulu tey aftur bíða til barnið kemur heim, og tað kann taka ein mánað, men eisini fimtan.

- Ættleiðing er tískil eisini ein spurningur um at hava gott tol, sigur Ole Bergmann.

Fyri ikki so nógvum árum síðani vóru flestu børnini frá ymsu samstarvslondunum hjá ættleiðingarstovnunum í høvuðsheitum gentur. Myndin er við at broytast, og nú er javnvág við at koma í kynsbýtið.

- Fyri 10 árum síðani vóru 75% av børnunum gentur. Broytingar og bøttar liviumstøður í londunum hava ført til, at kynsbýtið er broytt. Í nógvum londum hava foreldur havt stórar útreiðslur av gentunum í sambandi við giftu, meðan dreingir verða mettir at vera tað hepna kynið. Teir skulu føra ættina víðari og tryggja ellið hjá foreldrunum, sigur Ole Bergmann.


Ættleiðing kensluborið

Á fundinum greiddi Ole Bergmann frá, hví tað tekur so langa tíð at ættleiða eitt barn úr útlandinum, tá ið øll vita, at so nógv neyðstødd børn eru úti í heimi. Ættleiðing er ein drúgv tilgongd við samskifti og brævaskifti aftur og fram, aftur og fram. Áðrenn og eftir, at góðkenningin av foreldrunum er fingin í lag.

- Hóast vit bert kenna til fá dømi, er altíð vandi fyri, at biologiska mamman ella pápin krevur barnið aftur eftir at tað er latið á eitt barnaheim. Men er barnið komið til ættleiðingarforeldur síni, verður tað undir ongum umstøðum sent aftur til landið, tað kemur frá, sigur Ole Bergmann.

Ættleiðing er ein sera kensluborin tilgongd. Í nógvum førum verða ungar gentur, ið gerast við barn, ella kvinnur, ið liva í stórum fátækradømi, noyddar at ættleiða børn síni.

- Nógv lond skamma seg yvir at verða noydd at ættleiða børn burtur, men so hvørt sum fólk eru vorðin betur upplýst, eisini um viðurskiftini í sínum egna landi, hevur ættleiðing fingið eitt betri orð á seg. Tí ættleiðing snýr seg í grundini um at geva hesum børnum, ið ongan góðan eiga, ein møguleika at fáa eitt gott lív. Kortini er tað so, at í nógvum londum í Eystureuropa er stór mótstøða ímóti ættleiðing, og tað er eisini serliga í hesum londum, at tað er truplast at formidla ættleiðing, sigur Ole Bergmann.


Millumtjóðasáttmáli

Í framløgu síni á fundinum kom Ole Bergmann inn á viðurskiftini í ymsu londunum, ið lata børn til ættleiðing. Viðurskiftini eru ymisk, bakgrundin hjá børnunum eisini, og myndugleikarnir somuleiðis. Fyri fimm árum síðani skrivaðu øll lond, ið arbeiða við ættleiðing, undir ein millumtjóðasáttmála, ið ásetur, hvørjar reglar, stovnarnir, ið formidla ættleiðing, skulu arbeiða eftir.

- Hetta eru minsta krøv, ið verða sett til ættleiðing, fyri at tryggja, at alt fer rætt fram, sigur Ole Bergmann.

Beint eftir, at jarntjaldið eystan fyri datt niður, vórðu nógvar ólógligar ættleiðingar framdar av rumenskum børnum til USA og Fraklands. Roknað verður við, at 7-10.000 børn úr Rumenia vórðu beinleiðis seld uttan um lógarverkið. Hetta er síðani steðgað.


Fyrireiking altavgerandi

Fólk, ið gera av at fara undir ættleiðing, eiga og mugu gera sær greitt, hvat tað inniber at ættleiða eitt barn úr einum fremmandum landi.

- Tað eru ógvuliga nógv viðurskifti, fólk mugu seta seg inn í og gera upp við. Barnið verður ikki verandi lítið, - eina ferð kemur tað í pupertetin og tá kann ein identitetskreppa stinga seg upp. Ein kreppa, ið ofta stingur djýpri, hjá ættleiddum børnum enn øðrum børnum. Børnini seta spurnartekin við, hvørji tey eru, hvaðan tey koma, og hetta eiga øll foreldur at verða fyrireikað uppá soleiðis at tey kunnu stuðla og eggja teimum sum best.

- Fólk eiga eisini at gera seg greitt, at børnini kunnu verða fyri rasismu. Tá er sera umráðandi at duga at handfara trupulleikan, um hann stingur seg upp, men ikki minst at kenna eins egna hugburð til slíkt, sigur Ole Bergmann.

Ættleidd børn hava eitthvørt í viðførinum av persónligum ella øðrum slagi, sum foreldrini ikki kunnu kenna til frammanundan, og jú eldri børnini eru, tá ið tey verða ættleidd, jú meiri minnist tey sjálvsagt.

- Bakgrundin hjá børnunum er sjálvsagt ymisk. Talan kann vera um umsorganarsvík, misnýtslu og annað. Tað ber aldri til at geva eina fullkomna trygd fyri, at alt er í lagi. Okkara royndir eru, at stórt sæð øll børn, DanAdopt formidlar, eru frísk. Vit kenna til nøkur keðilig dømi um sjusk, og tí er tað okkara uppgáva at gera eitt so gott forarbeiði sum til ber. Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu neyvir upplýsingarnir frá ymsu londunum eru. Filipinirnar veita sera neyvar upplýsingar um børnini, meðan Kina so at siga nakað einki letur vita um barnið.