sum vit eiga sjálvir. Tí hann er bara á føroyska grunninum. Tað er tí óneyðugt við samráðingum við aðrar tjóðir fyri at sleppa at fiska. Hálvt ár í vinnuloysi Sum støðan er í dag, sigur Bergur Poulsen, [...] av árinum. Tað er soleiðis, at frá tí, lodnuveiðan endar miðskeiðis í august mánaða, til miðskeiðis í februar, tá virkið fær nakað av lodnu undan Íslandi, verður einki landað til virkið. Tað sigur seg sjálvt [...] sigur Bergur Poulsen, kann hann gagnnýtast til at gera eitt nú alifóður av. Sum er, er støðan hættislig, sigur Bergur Poulsen. Tað eru ongir møguleikar at hugsa um nakra útbygging við verandi rávørutilgongd
framtíðar samanbrest (te. sakarmál) Tað áhugaverda við hesum er, hvat bretar fara at gera í einum øki, sum føroyingar ikki útiloka, at teir fara gera krav uppá! Tað er eisini greitt, at eitt slíkt einvíst [...] millum bretskt og føroyskt øki. Tað danir hava gjørt er ein sokallað ?reservatión?, tvs. at vit gera vart við, at vit kunnu gera eitt krav galdandi uppá økið talan er um, tá málið seinni kanska verður [...] versión av fiskimarkinum. Men er tað so, at annar parturin ikki vil vera bundin av tí, so má hann eisini góðtaka, at hin parturin heldur ikki vil vera tað. Og nettup tí hava føroyingar tikið umrødda fyrivarni
føroyska landgrunninum, men tað, sum vit alla tíðina hava havt sum útgangsstøði, er, at vit hava eitt petti, sum er millum bretsku versiónina av fiskarílinju og tí føroysku. Tað er hetta vit eru ósamdir um [...] góðtekur, at tað er hetta vit skulu semjast um, so kann ein ikki siga, at tað er nakar vilji frá bretskari síðu at fáa eina veruliga loysn, sum sømir seg. -Kann ein ikki út frá hesum siga, at tað eru lítlar [...] innan hálvan januar! -Tað er ringt at siga. Tað er hetta vit bíða eftir. Vit vita, at Bretland hevur eina sterka og handlikraftiga stjórn, sum hevur sagt frá, at hon ætlar, at tað skal henda nakað innan
sum meistaralið brátagnaði. Tað gjørdi tað ikki hesaferð, og bæði spælarar á H71-liðnum og mótstøðumenn halda, at liðið úr Hoyvík er betri fyri í ár, enn tað var í fjør, tá tað vann silvur. Og dysturin í [...] løtunum. Í Vestmanna eru tey ikki farin í sjokk fyri tað um teirra lið tapti hesaferð. Sjálvandi kemur tað altíð illa við at tapa, og tapið hjá VÍF er tað fyrsta í landskappingini í hálvtannað ár. Í fjør vunnu [...] talan er um tættan, spennandi og krevjandi oddadyst. Tað vóru løtur, tá H71?arnir vóru um at leypa fram av, men teir kláraðu at halda disiplinina allan dystin, og teir fingu eisini lønina fyri tað. Ikki
stuttari løtu var tað Stjørnan, sum fór fram um, tá tær gjørdu tað til 10-9. Seinastu minuttirnar fyri hálvleikin fór StÍF fram um aftur, og í hálvleikinum var støðan 12-10 til gestirnar. Tað mundi neyvan tykjast [...] í KÍ-høllini í Klaksvík leygardagin. Hóast StÍF var og er við í toppinum og Stjørnan liggur í skeiva endanum, gekk javnt á mesta av tíðini, og tað var ikki fyrr enn inn í seinna hálvleik, at StÍF fór veruliga [...] verjuspælið var ikki allatíðina sannførandi. Í málinum høvdu tær Sigrid Andreasen, sum er ættað av Viðareiði, men nú er búsitandi á vestarumegin á Skálafjørðinum, og hon stóð seg avbera væl. Hon møtti væl
at leypa fram av fyri tað um vit hava vunnið á VÍF. Enn eru vit bara í grundspælinum, men tað er týdningarmikið, at onkur vinnur á vestmenningum, tí so síggja hini liðini, at tað er ikki ógjørligt. ? Klára [...] VÍF-H71 28-31 (14-15) H71 gjørdi tað óvæntaða. Hóast mong vónaðu, at teir fóru at vinna á VÍF sunnudagin, so mundu tað neyvan verða øll tey somu, sum trúðu uppá møguleikan. Og tað var kanska ikki so løgið. H71 [...] liðnum í ár, og vit hava bygt víðari á tað, sum vit avrikaðu saman við Páll Poulsen í fjør. Men tað krevur nógv. Vit verða noyddir at venja nógv og annars gera nógv við tað, skulu vit halda okkum í oddinum,
Hann hevur ofta roynt tað áður, men tað er líka óhugaligt hvørjferð. Ingi Olsen varð allan dystin mansvardur av Halli Danielsen hjá H71, og fekk tí ikki spælt sum honum lysti. ? Tað er óhugaligt at verða [...] avgerandi løtunum, og seinastu løtuna vóru tað vit, sum gjørdu mistøkini. Men tað er eingin grund til panikk fyri tað, heldur hann. ? Vit eru framvegis á odda, og nógv er eftir at spæla. Vit hava við vilja minkað [...] verða mansvardur, men tað hoyrir til spælið. Tað nyttaði ikki hjá mær at fara at renna ov nógv, tí so møddi eg meg bara, og teir høvdu nokk av fólki at seta inn, sigur Ingi Olsen. Hann kláraði tó at gera seks
Og so var lag á manni hjá klaksvíkingum at rópa á havnaliðið, og tað endaði eisini við at Fleyr vann fyrsta settið, og so gjørdi tað tað sama hjá ÍF, at teir vunnu dystin 2-1. Spennandi finala Finalan stóð [...] Í vikuskiftinum var FK-kappingin í Havn. Hetta er flogbóltskapping, sum Fleyr skipar fyri saman við Føroya Keypsamtøku. Mest spennandi kappingarnar eru sum vera man í meistaradeildini hjá monnum og kvinnum [...] kvinnum, og í báðum hesum kappingum vóru tað klaksvíkingar, sum fóru við sigrinum. Innleiðandi dystirnir hjá monnum vóru sera spennandi, og í fleiri av dystunum máttu trý sett til fyri at avgera. Í fyrsta
Havn um vikuskiftið, var á fyrsta sinnið nýggj skipan við stiggeving undir dysti roynd. Hetta er skipan, sum er tikin í brúk aðrastaðni, millum annað í Danmark. Flogbóltssambandið álegði Fleyr at royna hesa [...] bóltur, og tað verður ongantíð spælt um servuna. Í hvørjum settið verður spælt uppí 21. Hendan kipan hevði við sær nógvar spennandi dystir, sum ikki vórðu avgjørdir fyrr enn seinasta bólt. Tað vísti seg
spæla væl stóran part av dystinum, men tað er ótrúligt at vit ikki vinna. AGF fekk ein spælara útvístan, tá Herfølge var frammanfyri 2-0, men hóast tað eydnaðist tað liðnum úr Århus at berja seg uppá á javnt [...] Jákup Mikkelsen vardi málið hjá Herfølge, og tað skal hann eftir ætlan eisini gera í seinasta dystinum fyri vetrarsteðgin, sum verður næsta vikuskiftið. Eftir tað fáa spælararnir frí í nakrar vikur. Brøndby [...] seinastu løtu. Silkeborg vann eisini um vikuskiftið, men tað gjørdi einki við støðuna í oddinum, tí Brøndby, sum rættiliga hevur sett ferð á nú, er fýra stig undan bæði FCK og Silkeborg. Brøndby spældi í