Hann hevur ofta roynt tað áður, men tað er líka óhugaligt hvørjferð.
Ingi Olsen varð allan dystin mansvardur av Halli Danielsen hjá H71, og fekk tí ikki spælt sum honum lysti.
? Tað er óhugaligt at verða mansvardur, men tað hoyrir til spælið. Tað nyttaði ikki hjá mær at fara at renna ov nógv, tí so møddi eg meg bara, og teir høvdu nokk av fólki at seta inn, sigur Ingi Olsen.
Hann kláraði tó at gera seks mál, men samanlagt órógvaði tað VÍF-liðið nógv, at mest sentrali spælarin varð mansvardur.
? Vit spældu ikki so væl sum vit kunna, men vit spældu ikki illa fyri tað. H71?arnir vóru góðir, og teir høvdu størri vilja enn vit. Teir hava eitt betri lið enn í fjør, og vit verða noyddir at taka okkum saman, skulu vit halda fast um fremsta plássið, sigur Ingi Olsen.
? H71 vann tí teir hildu høvið kalt í avgerandi løtunum, og seinastu løtuna vóru tað vit, sum gjørdu mistøkini.
Men tað er eingin grund til panikk fyri tað, heldur hann.
? Vit eru framvegis á odda, og nógv er eftir at spæla. Vit hava við vilja minkað nakað um venjingina eftir Europa-Cup dystirnar, fyri so at seta ferð á aftur seinni. Men tá vit ikki spæla upp til okkara besta, kunnu vit ikki vænta at vinna, sigur Ingi Olsen.