Mjølnir vann FK-kappingina

Flogbóltur: Klaksvíkingar róptu á havnarmenn, tá mansliðið hjá Mjølnir mundu snávað í innleiðandi dystunum

Í vikuskiftinum var FK-kappingin í Havn. Hetta er flogbóltskapping, sum Fleyr skipar fyri saman við Føroya Keypsamtøku.

Mest spennandi kappingarnar eru sum vera man í meistaradeildini hjá monnum og kvinnum, og í báðum hesum kappingum vóru tað klaksvíkingar, sum fóru við sigrinum.

Innleiðandi dystirnir hjá monnum vóru sera spennandi, og í fleiri av dystunum máttu trý sett til fyri at avgera. Í fyrsta dystinum vann ÍF 2-1 á Mjølnir, og eftir tann dystin lá tað í luftini, at ÍF og Fram skuldi koma í finaluna, men í næstseinasta innleiðandi dystinum vann Mjølnir á Fram, og tí var vón fyri liðnum úr Klaksvík.

Fram hevði undan seinasta dystinum tryggjað sær pláss í finaluni, men ÍF og Mjølnir stóðu á jøvnum í stigum, og bert settmunurin skilti partarnar. ÍF og Fleyr skuldu spæla seinasta innleiðandi dystin, og vann Fleyr fyrsta settið, var Mjølnir í finaluni.

Og so var lag á manni hjá klaksvíkingum at rópa á havnaliðið, og tað endaði eisini við at Fleyr vann fyrsta settið, og so gjørdi tað tað sama hjá ÍF, at teir vunnu dystin 2-1.


Spennandi finala

Finalan stóð tí ímillum Fram og Mjølnir, og dysturin gjørdist sera spennandi. Mjølnir legði væl fyri og við góðum og skjótum spæli høvdu teir allatíðina munin. Fram hevði ikki rættiliga stýr á sínum spæli, og smasjirnar vóru ikki nóg neyvar. Mjølnir vann fyrsta settið 21-16.

Í næsta settið broyttist støðan, tí nú tóku spælararnir hjá Fram sær um reiggj. Fram helt leiðsluna alla tíðina til móti endanum av settinum, tá Mjølnir javnaði til 20-20, men Fram dróg longra stráði, tá liðini royndu at fáa avgerandi munin, og teir vunnu settið 25-23.

Neyðugt var tí við einum triðja settið, har spælt varð uppí 7. Liðið úr Klaksvík kom best frá hesum setti, og gjørdi sær dælt av, at Fram-spælararnir gjørdu nógv mistøk. Mjølnir vann 7-3, og vann sostatt eina væl spælda og spennandi finalu í FK-kappingini.

Fram vann 1. deild hjá monnum og TB 2. deild hjá monnum.


Dráttur á strikuni

Tað var um reppið, at Dráttur umsíðir vann eina flogbóltskapping, tá tær komu í finaluna í FK-kappingini um vikuskiftið. Tær vístu gott spæl og vann í innleiðandi dystunum á bæði Mjølnir og Fleyr, sum annars mynda oddin í kvinnudeildini.

Dráttur hevur tapt allar dystirnar í landskappingini higartil í ár, og trupulleikin liggur ivaleyst í, at tær ikki trúgva nóg nógv uppá seg sjálvar, tí tær hava góðar eginleikar í spælinum sjálvum.

Finalan kom at standa millum Dráttur og Mjølnir, og eisini her gjørdist tað sera tætt og spennandi. Mjølnir vann fyrsta settið við greiðum muni, 21-13, men í øðrum settið bardi Dráttur seg inn í dystinum aftur, og tær vunnu 21-18.

Í triðja og avgerandi settinum gekk javnt á. Liðini spældu uppí 7, men tað var ikki nóg mikið, tí tvey stig skuldu verða á muni áðrenn nakað lið hevði vunni. Endin var at Mjølnir vann 9-7 og harvið FK-kappingina 1997.

Mong vónaðu at Dráttur umsíðir fór at vinna, eftir at tær í so mong ár hava spælt í meistaradeildini, men hetta má bíða til næstu steypakapping, sum verður í Klaksvík í januar mánaði.

Vinnari av 1. deild hjá kvinnum gjørdist TB, sum vann á Fleyr, og 2. deild við kvinnum vann Fram, eftir sigur á NFL.