Nýggja stiggevingin skapti gott undirhald

Flogbóltur: Flogbóltssambandið royndi nýggjar altjóða lógir í FK-kappingini um vikuskiftið

Í FK-kappingini, sum var í Havn um vikuskiftið, var á fyrsta sinnið nýggj skipan við stiggeving undir dysti roynd. Hetta er skipan, sum er tikin í brúk aðrastaðni, millum annað í Danmark.

Flogbóltssambandið álegði Fleyr at royna hesa skipan, og royndin eydnaðist væl.

Í mun til gomlu skipanina, hana, sum tey framvegis brúka í landskappingini, telur hvør bóltur, og tað verður ongantíð spælt um servuna. Í hvørjum settið verður spælt uppí 21.

Hendan kipan hevði við sær nógvar spennandi dystir, sum ikki vórðu avgjørdir fyrr enn seinasta bólt.

Tað vísti seg, at vóru liðini ikki fult konsentrerað alla tíðina, vóru tey revsaði, og spælihátturin gav eisini rúmd fyri at lið, sum vóru eitt sindur veikari enn onnur, fingu nøkur stig.

Aðrar deildir enn meistaradeildin spældu eftir gamla háttinum, men av tí at dystir, serliga í kvinnudeildini gjørdust drúgvir, umhugsar Flogbóltssambandið at skipa soleiðis fyri, at allir dystir í steypakappingunum framyvir verða spældir eftir running-score spæliskipanini.