solvens. Hóast bankin er millum tryggastu peningastovnar í ríkinum, er talan um krøv, sum hava avbjóðingar við sær, bæði tá talan er um lønsemi og krøv til kapital. Økt kapitalkrøv føra til, at tað verður dýrari [...] gjørdist 96,5 milliónir krónur. Úrslitið er í stóran mun ávirkað av góðu tíðunum í Føroyum. - Vit fegnast um, at útlánini øktust góð 10% í fjør. Vøksturin hevur verið bæði á privatlánum og vinnulánum. Á øllum [...] umfatandi kundanøgdsemiskanning, har fleiri enn 5000 kundar vórðu spurdir. Kanningin gevur neyva vitan um tørvin hjá kundunum, og bankin fer at arbeiða miðvíst við hesum fyri at menna tænasturnar. Betri Banki
paragraff, sum er alt annað enn vanlig: “Stk. 4. Um so er, at tey innstillaðu ikki hava ein nóg breiðan ella nøktandi fakligan førleika, kann landsstýrismaðurin biðja um nýggj tilmæli.” Havi ikki sæð slíkt fyrr [...] Palliba og Marsanna skulu gjalda hetta villa nevndaríið, sum onkur kallaði pamparí. 10 milliónir um árið. Grát mítt elskaða land. Jørgen Niclasen, tingmaður [...] Við uppskotinum um hálva Landsbankan verða 3 nevndarlimir til 24, og Landsstýrið velur allar. Í síni nevndarøði burdu ikki nógv partafólk verið eftir at sett í nevnd. Í verandi veruliga Landsbankanum,
møtti hann Jacob Ludvig, í miðjuni, sum arbeiðir hjá kommununi, og teir fingu eitt gott prát um seyð og um gamlar dagar, tá ið teir vóru saman í Føringahavnini. Maðurin, sum stendur aftanfyri og lýðir [...] vóru og hugdu at, hvar nýggi Hvalbiartunnilin skal vera, og har tey høvdu fund við bygdaráðið í Hvalba um tunnilin. Bygdaráðið og Landsverk hava ikki drigið somu línu, tí hvalbingar vilja hava tunnilin at [...] hann ivast ikki í, at tá ið avtornar, finna tey eina loysn, sum allir partar kunnu góðtaka. - Semja er um at kanna møguleikarnar fyri at fáa tunnilin longur út í Trongisvág, sigur Henrik Old. Spurningurin
til okkurt annað – kanska til at hjálpa privatum miðlum. Kringvarpsgjaldið, sum er 3.625 krónur um árið fyri hvørt húskið í landinum – umframt arbeiðspláss, fer í søguna. Í framtíðini – allarhelst longu [...] kringvarpsgjaldið og at strika skuld fyri ógoldið kringvarpsgjald. Hesir pengar verða eisini spardir, um gjaldið verður kravt inn umvegis skattin. Á løgtignsfíggjarlógini fyri 2015 eru settar av tvær milliónir [...] milliónir krónur sum stuðul til privatar miðlar. Men fráfarna samgonga megnaði ikki at gera lógarreglur um, hvussu hesir pengar skulu býtast. Tí kunnu teir ikki gjaldast út. Óvist er, hvat nýggja samongan vil
kommunalu bygningarnar í Klaksvík og spara kommununi og umhvørvinum fleiri milliónir litrar av olju um árið. - Hetta er ein týðandi íløga, sum fer at fremja fíggjarligan og umhvørvisligan vinning av sær, sigur [...] sambandi við, at løðistøðin verður tikin í nýtslu týsmorgunin kl. 9.30, verður eitt minni hald, har snórur um løðistøðina verður klipptur, sum siður er. Landstýriskvinnan í Heilsu- og Innlendismálum, Sirið Stenberg [...] enn eitt frambrot innan grøna orku, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og hetta kunnu vit fegnast um, sigur hann. Borgarstjórin heldur tað vera bæði jaligt og hóskandi, at Føroya fyrsta løðistøð til el-bilar
løgtingsformaður, sum vit eisini spurdu, hvussu hann heldur, at árið 2015 hevur roynst hjá honum. - 2015 hevur verið eitt frálíkt ár. Gleðist um at vera á lívi og síggja okkara fýra børn mennast og taka ábyrgd [...] og síðan at gerast fyrsti sandoyingur, sum er løgtingsformaður, er ein stórur heiður. - Eg eri fegin um at vera partur av eini stjórn, sum roynir at skipa virðini í samfelagnum á ein javnari hátt enn fr [...] frammanundan, hóast nakað nógv hevur verið á skrá eftir mínum tykki. Løgtingsformaðurin fegnast um, at samlaða tunnilsverkætlanin við Eysturoyar-og Sandoyartunlinum hevur fingið játtað tær fyrstu 25 miljónir
fleiri ár, og nú eydnaðist tað at fáa tey til Føroya at spæla. Roxette hevur seinasta árið verið á konsertferð um allan heimin, og tá tey vistu av, at tey vóru vælkomin í Føroyum, ynsktu tey at sleppa [...] svenski poppbólkurin Roxette. Bólkurin, sum seint í 1980’unum og í 1990’unum hittaði ferð eftir ferð um allan heimin við sangum sum The Look, It Must Have Been Love, Listen To Your Heart, Sleeping In My [...] spælandi bólkinum kvøld eftir kvøld áhoyrarunum stórfingnar konsertir. - Vit eru errin av og eyðmjúk um, at vit kunnu bjóða føroyingum Roxette. Hetta verður ein heilt serstak konsert og ein av størstu løtunum
- Tá fólk fara av konsert, steðga tey ofta her, tí tey hoyra tónleik, og um tað eina mundið í gjár vóru 80 fólk savnað rundan um okkum her, sigur Jógvan Berg. Teir eru seks dreingir, sum búgva í kampingvognunum [...] hæddarpunktið í árinum. - Eg gleði meg altíð ótrúliga nógv til Summarfestivalin. Hann er eina ferð um árið, og hetta er møguleikin at gera nakað eyka burtur úr kampingvogninum, og so gera vit tað, sigur Knút [...] fyriskipararnir av kampingøkinum á Summarfestivalinum valt at koyrt teir í útkantin av økinum. Talan er um fimm ungar menn úr Oyndarfirði og Skála, sum hava tveir kampingvognar, har tónleikur og lív er í frá
fegnast um, at tað eru nógv ting í Vágs kommunu og í Suðuroy sum heild, sum peika rætta vegin. - Tað eru fleiri fólk í arbeiði, fólk flyta til, og inntøkurnar eru góðar. Um hetta er av tilvild - ella um tað [...] positivt skump, er trupult at siga. Dennis vísir á, at Vágs kommuna hevur havt ein fólkavøkstur seinasta árið á eini 25 fólk - eftir, at fólkatalið í fleiri undanfarin ár er gingið niður á bakka. - Eg veit, at [...] at tað fara eisini nýggj og spennandi ting at henda í lokala vinnulívinum, sum meira verður at hoyra um seinni í summar. Hetta síggja vit eisini fram til, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.
Voxbotn er ein 12 tíma konsert, har byrjað verður klokkan 15 um dagin, og so verður hildið fram út í eitt til klokkan 03 um náttina. - Talan er um tveir pallar, Stóra Pall og Høga Pall. Høgi Pallur er har [...] sum er ein av fyrireikarunum. Teir boðaðu frá útseldum atgongumerkjum, og »dyrnar« vórðu lætnar aftur um 22.30 tíðina. - Tá høvdu vit selt 4.000 atgongumerki, og tað var ein rúgva av fólki, ið komu aftir [...] tað var sera friðarligt á Voxbotn í ár, men teir vóru eisini væl fyrireikaðir. - Nú er hetta triðja árið, at vit halda tiltakið, og tí vistu vit, hvar og nær vit skuldu seta inn. Vit hava eisini eitt framúr