Friðarligt og flott

Fyrireikararnir til Voxbotn eru sera væl nøgdir við tiltakið í gjárkvøldið og hava longu gjørt av, at tað verður aftur 27. juni 2015.

Fyrireikararnir til Voxbotn eru sera væl nøgdir við tiltakið í gjárkvøldið og hava longu gjørt av, at tað verður aftur 27. juni 2015.

 

- Vit eru sera væl nøgdir við Voxbotn 2014, fólk vóru sera glað og vit hava bara hoyrt positivar afturmeldingar, sigur Petur Slyne, sum er ein av fyrireikarunum.

 

Teir boðaðu frá útseldum atgongumerkjum, og »dyrnar« vórðu lætnar aftur um 22.30 tíðina.

 

- Tá høvdu vit selt 4.000 atgongumerki, og tað var ein rúgva av fólki, ið komu aftir at dyrnar vórðu lætnar aftur, og sum tískil ikki sluppu inn. Og tað hevur rímiliga verið at sæð aftur í ymsu klubbunum í Havnini, sigur Petur Slyne.

 

Voxbotn er ein 12 tíma konsert, har byrjað verður klokkan 15 um dagin, og so verður hildið fram út í eitt til klokkan 03 um náttina.

 

- Talan er um tveir pallar, Stóra Pall og Høga Pall. Høgi Pallur er har, sum gamla Perlan var á sinni, sigur Petur Slyne.

 

Hann sigur, at tað var sera friðarligt á Voxbotn í ár, men teir vóru eisini væl fyrireikaðir.

 

- Nú er hetta triðja árið, at vit halda tiltakið, og tí vistu vit, hvar og nær vit skuldu seta inn. Vit hava eisini eitt framúr samstarv við bæði politiið og býráðið, og vit kenna eftir hondini staðið, sigur Petur Slyne.

 

Hann heldur, at LOC helst var best umtókti tónleikarin á Voxbotn, men eisini gamli bólkurin, Return, Swanga og Byrta mundu vera millum favorittarnar.

 

- Vit hava lagt okku eftir at hava tað besta innan hvørja genru, sigur Petur Slyne.

 

Hann sigur, at teir eisini hava fingið sera góða hjálp frá ítróttarfeløgunum.

 

- ÍA og H71 hava stillað við vaktum og fólki at hjálpa til við at seta upp og taka niður og tað hevur gingið framúr væl. Vit leggja okkum eisini eftir at órógva býarlívið so lívið sum tilber, sigur ein nøgdur Petur Slyne.