Svørtu seyðirnir settir fyri seg sjálvar

Politiið hevur bankað uppá, og ávaringarnar hava ikki skortað í. Men fólkið tyrpist um teir.

Í fjør larmaðu teir so mikið illa, at í ár hava fyriskipararnir av kampingøkinum á Summarfestivalinum valt at koyrt teir í útkantin av økinum. Talan er um fimm ungar menn úr Oyndarfirði og Skála, sum hava tveir kampingvognar, har tónleikur og lív er í frá kl. 9 á morgni til kl 8 morgunin eftir.

 

- Her er fínt at vera. Nú kunnu vit spæla so nógvan tónleik so hart, vit vilja, uttan at tað generar fólk so illa, sigur Fróði Nielsen.

 

Teir fimm ungu menninir hoyra til tann bólkin av kamparum, sum ger eyka nógv burturúr.  Teir hava sett tveir kampingvognar saman við eini presending ímillum. Undir presendingini eru sofur, borð og ein stórur hátalari, sum spælir tónleik allan dagin – og alla náttina.

 

- Í fjør fingu vit eina ørgrynnu av klagum, og politiið var eisini ofta her. Í gjár vóru teir eisini her og bóðu okkum dempa okkum. Men óansæð hvat so tykjast kampingvognarnir hjá okkum at vera væl umtóktir, tí her er alla tíð fólk. So man kann siga, at vit eru svørtu seyðirnir, sum øll vilja vitja, sigur Høgni Jensen flennandi.

 

- Tá fólk fara av konsert, steðga tey ofta her, tí tey hoyra tónleik, og um tað eina mundið í gjár vóru 80 fólk savnað rundan um okkum her, sigur Jógvan Berg.

 

Teir eru seks dreingir, sum búgva í kampingvognunum, og sambært teimum er Summarfestivalurin hæddarpunktið í árinum.

 

- Eg gleði meg altíð ótrúliga nógv til Summarfestivalin. Hann er eina ferð um árið, og hetta er møguleikin at gera nakað eyka burtur úr kampingvogninum, og so gera vit tað, sigur Knút Johannesen.

 

Vinmenninir av Skála og Oyndarfirði hava ikki altíð verið á Summarfestivali so væl útgjørdir sum nú.

 

- Fyrstu ferð, vit vóru á Summarfestivali, var í 2006. Tá høvdu vit parkerað tveir bilar undir høllini og lagt eina presending útyvir. Nú hava vit so uppgraderað bilarnar til kampingvognar, sigur Heini Eliasen, sum skoytir uppí, at tann eini kampingvognurin er næstan líka gamal sum Twisted Sister - frá 1974.