Hvalbiartunnilin: Vit finna eina góða loysn

- Báðir partar eru sinnaðir at flyta seg sigur Henrik Old

- Eg ivist ikki í, at vit finna eina góða loysn.

Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður á samferðslumálum.

 

Í gjár var hann í Suðuroy, saman við umsitingini hjá sær, og Landsverki, har tey vóru og hugdu at, hvar nýggi Hvalbiartunnilin skal vera, og har tey høvdu fund við bygdaráðið í Hvalba um tunnilin.

 

Bygdaráðið og Landsverk hava ikki drigið somu línu, tí hvalbingar vilja hava tunnilin at koma út nógv longri úti í Trongisvági, enn Landsverk hevur ætlað, fyri at sleppa undan sum mest at brekkuni niðan ígjøgnum dalin.

 

Umboð fyri Tvøroyrar Býráð vóru somuleiðis við, tá ið hugt var eftir, har tunnilin kemur út, og eisini tey vilja hava tunnilsmunnan so langt úti sum tilber.

 

Hendrik Old sigur, at allir partar eru sinnaðir at flyta seg eitt sindur, og hann ivast ikki í, at tá ið avtornar, finna tey eina loysn, sum allir partar kunnu góðtaka.

 

- Semja er um at kanna møguleikarnar fyri at fáa tunnilin longur út í Trongisvág, sigur Henrik Old.

 

Spurningurin er eisini, hvussu tað er best at fara fram Hvalbiarmegin, tí tað er ómetaliga vindhart í dalinum.  

 

Landsstýrismaðurin sigur, at endamálið er at finna eina framtíðartryggjaða loysn, sum eisini kann brúkast, tá ið undirsjóvartunnil, einaferð í tíðini er komin til Suðuroyar.

 

Hann sigur, at tá ið árið í ár er farið, er greiða fingin á linjuføringini og hinum fyrireikingunum. So er spurningurin, nær farið verður at bora. Landsstýrismaðurin sigur, at hann vónar at tað eydnast at seta boran í einaferð næsta ár.

 

Á ferðini í Suðuroy vóru tey eisini og hugdi at, hvar ein nýggjur Fámjinstunnil skal vera, og landsstýrismaðurin sigur, at tað er eisini ein spurningur, sum nú verður tikin upp.

 

Henrik Old hitti eisini onkran gamlan kenning á ferðini í Hvalba. Uttanfyri kommunuskrivstovuna í Hvalba møtti hann Jacob Ludvig, í miðjuni, sum arbeiðir hjá kommununi, og teir fingu eitt gott prát um seyð og um gamlar dagar, tá ið teir vóru saman í Føringahavnini. Maðurin, sum stendur aftanfyri og lýðir á, er Johan Sørin Berg, sum eisini arbeiðir hjá kommununi.