Nú steðga lýsingar í Kringvarpinum

Gongur sum nýggja samgongan ætlar, so steðga allar handilslýsingar í Kringvarpinum á nýggjárinum – og samstundis fer kringvarpsgjaldið, sum vit kenna tað, í søguna.

Gongur sum nýggja samgongan ætlar, so steðga allar handilslýsingar í Kringvarpinum á nýggjárinum – og samstundis fer kringvarpsgjaldið, sum vit kenna tað, í søguna.

 

Í samgonguskjalinum stendur, at »kringvarpsgjaldið verður endurskoðað«, og í fylgiskjalinum til samgonguskjalið stendur, at »miðlarnir skulu hava góðar sømdir, og kringvarpsgjaldið skal endurskoðast«.

 

Sum in.fo skilir tað, so merkir tað ítøkiliga, at Kringvarp Føroya ikki longur sleppur at selja handilslýsingar. Tær verða strikaðar fullkomiliga úr útvarpinum, men fara at halda fram í sjónvarpinum. Har skulu tær ikki verða partur av fíggjarliga grundarlagnum hjá Kringvarpinum, sum tí ongar inntøkur fær fyri sjónvarpslýsingarnar. Tær inntøkurnar verða brúktar til okkurt annað – kanska til at hjálpa privatum miðlum.

 

Kringvarpsgjaldið, sum er 3.625 krónur um árið fyri hvørt húskið í landinum – umframt arbeiðspláss, fer í søguna. Í framtíðini – allarhelst longu frá komandi ári, verður kringvarpsgjaldið kravt inn saman við skattinum eins og gjaldið til Heilsutrygd. Tað merkir, at Kringvarpið ikki kemur á fíggjarlógina. Øll, sum rinda skatt, fara at rinda ein ávísan prosentpart til kringvarpsgjald. Sum skilst verður í løtuni roknað uppá, hvussu stórt hetta gjald skal vera. Endamálið hjá samgonguni er, at í øllum førum tær lægru inntøkurnar skulu fáa ein skattalætta við nýggja mátanum at krevja inn kringvarpsgjaldið.

 

Sambært roknskapi fyri Kringvarp Føroya, so brúkar stovnurin nógvar pengar – langt oman fyri eina millión krónur – at krevja inn kringvarpsgjaldið og at strika skuld fyri ógoldið kringvarpsgjald. Hesir pengar verða eisini spardir, um gjaldið verður kravt inn umvegis skattin.

 

Á løgtignsfíggjarlógini fyri 2015 eru settar av tvær milliónir krónur sum stuðul til privatar miðlar. Men fráfarna samgonga megnaði ikki at gera lógarreglur um, hvussu hesir pengar skulu býtast. Tí kunnu teir ikki gjaldast út. Óvist er, hvat nýggja samongan vil við hesum pengum. Men táverandi andstøða í fíggjarnevndini tók ikki undir við uppskotinum sum fyrilá, og sum samgongan heldur ikki var samd um. Tí bleiv málið súltað og fall burtur – tí er ógvuliga óvist, hvat hesir pengar verða nýttir til í hesum fíggjarári. Helst kunnu privatu miðlarnir helst skjóta ein hvítan píl eftir hesum pengum.