Føroya fyrsta løðistøð í Klaksvík

Orð og myndir: Dávur Winther

 

Í morgin týsmorgunin kl. 9.30 verður Føroya fyrsta almenna løðistøð til EL-bilar tikin í nýtslu.

 

SEV hevur í góðum samstarvi við Klaksvíkar kommunu gjørt av at seta Føroya fyrsta almenna løðistøð til EL-bilar á parkeringsøkinum við FK niðanfyri Nólsoyar Pálsgøtu í Klaksvík.

 

Í sambandi við, at løðistøðin verður tikin í nýtslu týsmorgunin kl. 9.30, verður eitt minni hald, har snórur um løðistøðina verður klipptur, sum siður er. Landstýriskvinnan í Heilsu- og Innlendismálum, Sirið Stenberg metir hesa verkætlan so týðandi stig á røttu umhvørvisligu leiðini, at hon hevur valt at vera við - eisini Jógvan Skorheim, borgarstjóri og Hákun Djurhuus, stjóri á SEV hava hvør sín leiklut við haldið.

 

- Enn einaferð gongur Klaksvík á odda, og er hetta enn eitt frambrot innan grøna orku, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og hetta kunnu vit fegnast um, sigur hann.

 

Borgarstjórin heldur tað vera bæði jaligt og hóskandi, at Føroya fyrsta løðistøð til el-bilar er at finna í Klaksvík, Hetta er sera viðkomandi, í mun til grøna orkupolitikkin, kommunan hevur lagt seg eftir. Eisini hevur kommunan nú útvegað sær tveir el-bilar.

 

Seinastu árini hevur Klaksvíkar kommuna gjørt íløgu í sjóhitaskipanina, sum fer at hita stóru kommunalu bygningarnar í Klaksvík og spara kommununi og umhvørvinum fleiri milliónir litrar av olju um árið.

- Hetta er ein týðandi íløga, sum fer at fremja fíggjarligan og umhvørvisligan vinning av sær, sigur borgarstjórin. Hann leggur afturat, at løðistøðin til EL-bilar kann gera tað lættari hjá bilkeyparum at velja sær el-bilar og harvið minka um oljubrúk og CO2-útlát.

 

SEV hevur útvegað hesa fyrstu løðistøðina til el-bilar, har tveir bilar kunnu løða samstundis. Løðistøðin verður sum nevnt tikin í nýtslu týsmorgunin kl. 9.30, og eftir hátíðarløtuna við løðistøðina, sum er almenn, verður eitt lítið ábit í býráðssalinum á Nólsoyar Pálsgøtu 32, har øll eru vælkomin.