hóvliga fer. Fram koma vit ikki, um vit bara brúka skuldsetingar, um hvør er sambandsmaður ella ikki, um vit eru nassireyvar ella ikki. Og so er líka mikið um hesi ókvæmisorðini koma úr einum býi á Sælandi [...] hann sá eisini nuansurnar, sum er ónatúrliga týdningarmikið, um viðkomandi skal fáa umdømi at verða seriøsur ella ikki. So er spurningurin, um rithøvundurin og samfelagsrevsarin hevur tær neyðugu nuansurnar [...] orðaskifti um føroyskt sjálvstýri og sjálvbjargni eftir landsfund floksins í 1997. Tá boðaði flokkurin frá, at hann fór av øllum alvi at virka fyri eini skrá, sum flokkurin kallar uppskot um eina sjálvstýrislóg
landsliðunum. Fyrst telja sigrar og javnleikir, so mál fyri og ímóti, um dystirnir eru spældir á heimavølli ella á útivølli, og hvat slag av dysti talan hevur verið um - eitt nú undankappingardystir og vinardystir [...] rætta vegin hjá Malta, meðan Føroyar standa í stað, fer at bera spurningar við sær um, hvussu listin verður til, og um tað er nakað sum helst skil í honum. Á vøllinum er tað fyri stuttum staðfest, at føroyska [...] styrkislistin, sum varð almennur mikudagin, líkist nógv tí frá august mánaði. Í hvussu so er, tá ið tað snýr seg um ovasta partin. Tíggju tey ovastu londini eru tey somu, sum tey vóru fyri einum mánað síðani
haðani hann datt inn um strikuna. Beint eftir hetta mundi gingið heilt galið, tá okkara aftur sløsaðu afturi í verjuni. Vandamikla Marina Mörn vann sær bóltin, og slapp eisini inn um Anniku í málinum, men [...] trýsta, men verjan hjá Álandi helt, soleiðis at talan ongan tíð gjørdist um teir heilt stóru møguleikarnar. Sama gongdin helt fram í seinna hálvleiki. Einar tvær ferðir bjargaði álendski málverjin sera væl [...] Í royndunum at javna fluttu okkara seg alt longur niðan á mótstøðuhálvuni, og so hendi tað, sum ikki má henda, men sum so ofta hendir í slíkum førum. Áland skoraði. Málið var kanska heldur tilvildarligt
vísa, um fleiri feløg fara at vísa Føroyaøkinum ans. Diz Mackewan heldur, at tað nú er í evstu løtu, at útbjóðing fer fram, tí mong feløg hava nú bíðað í so mong ár. -Var útbjóðingin ikki komin nú, so rokni [...] at halda fram við tí undan 1. útbjóðing sigur Diz Mackewn. Uppá fyrispurning hvussu hann metir møguleikar at finna olju her, sigur hann, at teir høvdu neyvan skotið seismikk í føroyska økinum, um teir ikki [...] eitt nú elefantar tvs. risastórar oljukeldur kunnu liggjar tvørtur um markið. -Hetta er ein møguleiki, men eg kann einki siga við vissu um hetta, tí tær kanningarnar vit hava gjørt, eru gjørdar áðrenn markið
byggingin fór at koma ov nær ánni og fór at ørkymla umhvørvið fram við henni. Tá kommunan hevur hildið so fast í einum máli, um ikki at loyva bygging fram við Sandá, haldi eg ikki, at hon brádliga kann sleppa [...] uppskotinum at broyta byggisamtyktina, so ein kirkja kann byggjast. Um hesa tilgongdina segði varaborgarstjórin: “Í besta fólkaræðisliga anda hevur kommunan lagt uppskot sítt um at gera serstaka byggisamtykt fyri [...] at ganga ov nær. Hartil kemur, at Tórshavnar kommuna fyri ikki so langari tíð síðani samtykti at halda fast við, at ein jarðareigari fram við Sandá skuldi missa tað loyvi, sum hann á sinni hevði fingið
Vindurin darvaði ikki so lítið, men hugburðurin var góður, nærdystirnir nógvir og intensir, og onkra ferðina var talan um spentar støður í brotsteigunum. B36 spældi fyri at halda tørn um FM møguleikan, meðan [...] tak á bóltinum, og tá ið hann so royndi við skoti, var tað aftur landsliðsmálverjin Mattias H. Lamhauge, sum stórbjargaði. -Vit eru vónbrotnir um úrslitið, tí vit høvdu so stórar møguleikar, at eg fati [...] er bestur á hesum plássinum, og hann heldur fram: -Vit hava ikki givið skarvin yvir í FM stríðnum, men um tað endar við silvurkrónum og ævintýrið í Europa, so er tað góðkent, tá ið havt verður í huga, at
umstøðum takast. Í slíkum føri plagdu vit at siga, at ivast tú í, um ryggurin er kolsvartur, so slepp fuglinum aftur, tí so er talan um skráp – og ikki líra. Lummalykt loyvd Líradagur er 26. august, og [...] nátaveiði, men tey eru ikki so mong, sum vita nakað serligt um súluveiði og líraveiði at siga. At súluveiða er ókend fyri mong, er í fyrsta lagi tí, at hetta er ein veiða, sum bert fer fram í Mykinesi – og í myrkri [...] er næstan líka so feit sum nátungi og verður floygd eftir umleið 70 døgum. Uppi á landi sæst skrápur bert í myrkri, tá fuglurin flýgur til og frá holuni. Úti á havinum sæst skrápur, og um sumrarnar síggjast
gongur fram um nationala lóggávu. Tað merkir, at tað sum føroyska tjóðin er í ferð við, við at avtaka ælabogasílini, er beinleiðis og grovt brot á altjóða lóg. Ælabogasílini hava verið í Føroyum í fram ímóti [...] innflutning av nýggjum arvatilfari hevur verið í einum landi í so nógv ættarlið, sum talan er um við føroysku ælabogasílunum, er eingin ivi um, at tey eru ein serstakur føroyskur stovnur, sum landsstýrið [...] sáttmálar, m.a. Riosáttmálan um at varðveita lívfrøðiligt margfeldi. Harumframt hava almennu Føroyar saman við hinum norðurlondunum samtykt og skrivað undir uppá viðtøkur um tað sama. Hetta gongur beint
Síðani verður hond tikin um ítøkiligu brekini við talupedagogiskum amboðum. Um viðkomandi eitt nú brúkar nógvar knappligar rørslur, ber til at minka um tær við venjing. Ella, um viðkomandi altíð steðgar [...] inn og arbeiðir við at minka um sjálva stamingina, so fólk verða trygg og frí. - Eg kann stama harðliga ella lætt – men framvegis við mínum egna máli, sigur Jan Tange. Fram í ljósið Men hvussu ger hann [...] steðgar við sama ljóð ella orð. So er tað her venjingin fer fram. Prestur og sangari Men hvussu ber tað til, at vit ofta hoyra um fólk, sum onkuntíð stama og aðra tíðir ikki. Til dømis prestar, røðarar, sjónleikarar
atkvøða var eftir í pottinum, var støðan 9-9! Og so helt allur fundurin sum hann var ondini, áðrenn avgerðin fall. Óvand støða Einki kom fram á fundinum um, hví sitandi næstformaðurin, sum er tann einasti [...] at siga nakað um, hvat teir ætlaðu at brúka sessin beint undir tí hjá Torleifi Sigurðsson til. Støðan við kapping um ein nevndarsess hevur ikki verið í fleiri ár, og spurningurin er, um tað ikki hevði [...] Hansen við so teprum meiriluta, sum tað ber til, var afturvaldur sum næstformaður í eitt tvey ára skeið, og at Mortan Poulsen, sum var stillaður upp ímóti sitandi næstformanninum, fall við so teprum tapi